almenna, um í størst møguligan mun at arbeiða heimanífrá. Tó er hetta ikki galdandi fyri eitt nú heilsu-og røktarstarvsfólk, sum noyðast at vera til arbeiðis fyri at kunna fremja sítt arbeiði í verki. Stutt [...] Gomlurætt. Báðar hesar túrar plaga nógv fólk og gjarna eisini nógvir bilar at vera við, og hetta er í stóran mun fólk, sum arbeiða í høvuðsstaðarøkinum. Fyrsti túrur á morgni er klokkan 06.45 úr Skopun, og [...] fólk, men soleiðis var ikki í morgun - dagin eftir, at landsins myndugleikar á tíðindafundi í gjár boðaðu frá rættiliga viðgongdum tiltøkum, har eitt nú skúlar og barnagarðar lata aftur. Heitt hevur eisini
nú eina seinastu roynd at fáa landsstýriskvinnuna í almannamálum at broyta meining. Rósa Samuelsen hevur gjørt av at strika ætlanina at byggja íbúðir til sinnsveik í Havn og at flyta verkætlanina til Sandavágs [...] gin um at byggja íbúðirnar í Havn, fer úr gildi á nýggjárinum og Sinnisbati vísir á, at sostatt hevur Rósa Samuelsen 12 dagar eftir at broyta meining í. - Tað er átaluvert, og líkist ongum, at politiski [...] fyrisitingin við Rósu Samuelsen landstyriskvinnu í almannaráðum á odda, ikki hava megnað at fingið nakað sum helst burtur úr lógini um at byggja sambýli til sálarsjúk í Havn, sigur Sinnisbati. - Tilsamans hava
borgarstjóri, sigur, at sum sagt so gjørt, so hesuferð skulu tvørafólk venja seg við at fara inn í skúlan í Trongisvági at velja. Tað er bara eitt minus við skúlanum í Trongtisvági og tað er, at hann er so fjarskotin [...] tað nýtist fólki ikki at óttast fyri, tí býráðið skipar so fyri, at bussar fara at koyra ímillum miðbýin og valstaðið hvønn tíma, allan dagin. Borgarstjórin sigur, at hetta er fyri at gera eitt sindur [...] upp í valið eisini. Hetta heldur borgarstjórin hevur týdning, tí vit vita, at fólk eru ógvuliga áhugað í valinum og ikki minst plagdu fólk vera spent at fylgja við, tá ið upptalt verður og inni í skúlanum
var hetta vikuskiftið, har tær veruliga skuldu prógva, at tær eru til reiðar at seta seg aftur á føroysku hondbóltstrúnuna. Men tað gekk so slettis ikki eftir vild. Fríggjadagin fekk VB av at vita í st [...] steðginum kom spakuliga munur í. Trý mál eru tó ikki tað stóra í hondbólti, men tá Tjaldur so økti upp í 20-13 beint eftir steðgin, vendist ikki aftur. Sálarliga mundi hetta kennast sum eitt slag av deja-vu [...] bukaði tær, og søgan endurtók seg leygardagin, tá somu lið dystaðust í landskappingini. Hetta í dystinum, har VB veruliga ætlaði at skræða seg púrasta leyst av Tjaldri og Neistanum, sum framvegis elta
Trawl Doors í Vági hava teir úr at gera. Hans í Líðini, stjóri á virkinum, sigur við Rás2, at 15 mans eru til arbeiðis á lemmavirkinum, og í løtuni er so nógv at gera, at arbeitt verður í skiftivaktum [...] . Hann sigur, at hesi árini hava teir selt nógvar lemmar í Íslandi, Grønlandi og Kanada, men í løtuni hevur felagið størsta eftirspurningin í Noregi. Hann sigur, at norðmenn hava bygt nógv nýggj skip og [...] við lemmum, hava lemmar úr Vági. Hans í Líðini sigur, at felagið í Vági leggur dent á dygdina, og tað eru skip, sum hava brúkt somu lemmar hjá Rock Trawl Doors í fleiri ár. - Okkurt av teimum stóru føroysku
i, at ongi neyv hagtøl eru um ferðafólk í Føroyum. Hetta hevur gjørt tað torført at meta um, hvat íkast ferðavinnan gevur búskapinum og at meta um, í hvønn mun marknaðarføringin hjá ferðavinnnuni í Føroyum [...] - Við hesum upplýsingum fer at bera til at fylgja neyvt við, hvaðani ferðafólkini, sum gista í Føroyum, koma, og, ikki minst, at fylgja við hvussu ferðavinnan broytist frá ári til árs, sigur Hagstovan. [...] nú kemur í eina fasta legu. - Tað hevur sera stóran týdning fyri okkara arbeiði at hava eina vitan um ferðafólkini, hvaðan tey koma, hvussu tey gista, o.s.fr. - Hetta er ein fortreyt fyri, at vit kunnu
uppliva dystirnar á heimavølli í summar. - Tað er onki at ivast í, at hetta hevur stóran týdning fyri leikarar og øll tey, sum varða av KÍ. Øll vita, at dystir á heimavølli eru nakað serligt, og ein slík [...] okkum øll, tá ið vit í summar fara at savnast við vøllin til eina heimadyst í Europa League. - Í fjør gav UEFA loyvi til, at vøllurin við Djúpumýru kundi brúkast til fyrsta umfarið í Champions League. Vanliga [...] fegnast um at hendan váttanin er komin í hús. Klaksvíkar býráð hevur raðfest útbyggingina við Djúpumýru høgt, og tí er tað sjálvsagt ótrúliga deiligt, at trúføstu viðhaldsfólkini hjá KÍ, fáa møguleika at uppliva
Google at náa sínum veðurlagsmálum. Tað skrivar bretski miðilin The Guardian. Google hevur eitt mál um veðurlagsneutralitet í 2030. Eitt mál, sum "ikki verður lætt" at náa, sambært fyritøkuni. Í gjár boðaði [...] gjørt stórar íløgur í vitlíki. Google kallar sjálvt sítt veðurlagsmál fyri "ógvuliga ambitiøst", eins og fyritøkan leggur dent á, at "týðandi óvissur" eru knýttar at at náa málinum. Hetta kemst millum annað [...] boðaði felagið frá, at útlátið av vakstrarhúsgassum er vaksið við 48 prosentum seinastu fimm árini. Sambært Google er økingin í høvuðsheitum orsøkin til orkunýtsluna í dátumiðstøðum, men eisini útláti frá
størstu oynni, Mainland. Hetta er ein pinkalítil bygd. Haðani fara vit at hyggja okkum um í Hetlandi, og vit ætla okkum eisini til Lerwick. Hann sigur, at teir hava verið í Hetlandi í báti einar tvær ferðir [...] okkum ikki at steðga leingi, men verða aftur í Føroyum fyri 1. juli, um alt gongur væl. Vitja vinir Brøðurnir hava vinfólk í Hetlandi, sum teir eru komnir at kenna á hesum ferðum. - Vit hava vitjað í Hetlandi [...] komnir at kenna, hava vitjað okkum í Føroyum. Men, leggur Jóhann Simonsen aftrat: - Teir eru komnir við Norrønu higar til lands. Hetta er hinvegin triðju ferð, at vit fara í glastrevjabáti um hav at vitja
er oyðilagt. - Eg haldi, at palestinar áttu at fingið eitt gott og vakurt landaøki, sum vit kundu fingið fólk at sett pengar í, segði forsetin við tíðindafólk og vísti á, at hetta landaøkið skuldi verið [...] tíðindafundi eftir, at ríkisleiðararnir høvdu fundast, tosaði amerikanski forsetin mest um, at palestinar eftir hansara tykki eiga at fara úr Gazageiranum og búseta seg aðrastaðni - heldur enn at byggja alt uppaftur [...] gjørt fínt, búgvandi og hugnaligt. Verdens Gang veit í kvøld at siga, at amerikanski forsetin hevur eggjað Jordan, Egyptalandi og øðrum arabiskum londum at taka ímóti palestinum úr Gazageiranum fyribils, meðan