Hondbóltur
Hjá VB var hetta vikuskiftið, har tær veruliga skuldu prógva, at tær eru til reiðar at seta seg aftur á føroysku hondbóltstrúnuna.
Men tað gekk so slettis ikki eftir vild.
Fríggjadagin fekk VB av at vita í steypakappingini, tá Tjaldur bukaði tær, og søgan endurtók seg leygardagin, tá somu lið dystaðust í landskappingini. Hetta í dystinum, har VB veruliga ætlaði at skræða seg púrasta leyst av Tjaldri og Neistanum, sum framvegis elta møguleikanum fyri einum finaluplássi.
Endurtøka
Tjaldur hevði tó øðrvísi ætlanir við dystinum. Sigurin fríggjadagin gav teimum gott mót til uppgávuna, og tær prógvaðu eisini hesaferð, at orkan á liðnum nú er um at vera har, sum hon skal vera hjá einum veruligum avbjóðara.
Fyrsta góða korterið fylgdust liðini annars hampuliga væl, men seinastu løtuna undan steðginum kom spakuliga munur í.
Trý mál eru tó ikki tað stóra í hondbólti, men tá Tjaldur so økti upp í 20-13 beint eftir steðgin, vendist ikki aftur. Sálarliga mundi hetta kennast sum eitt slag av deja-vu hjá VB, og kropsliga høvdu tær heldur ikki orkuna til at venda dystinum.
Ein roynd varð tó gjørd, og við seks málum á rað var VB veruliga ígongd við at skapa spenning aftur, men tá Tjaldur so aftur fekk svarað, skrædnaði fullkomuliga. Fimm tey seinastu málini í dystinum fullu øll til heimaliðið, sum soleiðis veruliga fekk prógvað fyri sær sjálvum, at tær eisini kunnu spæla við móti teimum stóru.
VB og orkan
Fyribils er úrslitið nóg mikið til at staðfesta støðuna hjá Tjaldri, sum framhaldandi er avbjóðari til annað av finaluplássunum í kvinnukappingini.
Hinvegin er munurin upp til VB framvegis fýra stig, og tí verður tað framvegis sera trupult hjá Tjaldri at halda fast í tjóðrinum, sum tær hava sett á fremstu hestarnar.
VB eigur hinvegin framvegis til góðar at økja um orkuna á liðnum. Gurið Mortensen sat hesa ferð uttanfyri, men tað er merkisvert, hvussu avrikini hjá VB støðugt hava verið munandi betri í fyrra enn í seinna hálvleiki. Hetta sást sjónliga bæði fríggja- og leygardagin í Runavík, og tá tær vunnu á Stjørnuni í Klaksvík var sama søgan um at endurtaka seg.
Fakta um dystin
Tjaldur-VB 28-21 (14-11)
10 min: 4-3
20 min: 8-7
40 min: 20-14
50 min: 23-20
Málskjúttar
Tjaldur: Alina Olaru 11(1), Adina Petrea 8, Jakoba Langgaard 4, Annika Thomsen 2, Elinbjørg Hammer 1
VB: Daiva Toumaite 9, Laila Jespersen 3, Sára Samuelsen 3, Rannvá Johannesen 2, Aukse Vysniaskaite 2, Bára Mortensen 1, Theresa Joensen 1
Brotskøst: Tjaldur 1
Útvísingar: Tjaldur 4, VB 3
Dómarar: Kartin Joensen & Kristian Joensen










