Til Hetlands í glastrevjabáti at vitja góðar vinir

Seinasta fríggjadag fóru tríggir brøður til Hetlands í 34 fót stórum glastrevjabáti at vitja fólk, sum teir eru komnir at kenna á bátaferð í Hetlandi

Vitjan

Teir eru brøður, og teir eru allir farnir um tey seksti. Óli er 67, Jóhann 64 og Jógvan, vanliga róptur Egga, er 61.
Tað er Jóhann, sum eigur bátin, ið er ein 34 fót norskur glastrevjabátur av slagnum, Viknes.
Maskinan er ein yanmar 340 hk., og báturin gongur einar 25 míl við fullari ferð.
Jóhann Simonsen sigur við Sosialin, at ætlanin var eisini, at ein annar beiggi, Hálvdan, skuldi vera við á ferðini, men honum barst frá.

Liggja í Aith
- Ætlanin er at sigla til Aith, sum liggur á vestursíðuni á størstu oynni, Mainland. Hetta er ein pinkalítil bygd. Haðani fara vit at hyggja okkum um í Hetlandi, og vit ætla okkum eisini til Lerwick.
Hann sigur, at teir hava verið í Hetlandi í báti einar tvær ferðir áður.
- Vit ætla okkum ikki at steðga leingi, men verða aftur í Føroyum fyri 1. juli, um alt gongur væl.

Vitja vinir
Brøðurnir hava vinfólk í Hetlandi, sum teir eru komnir at kenna á hesum ferðum.
- Vit hava vitjað í Hetlandi og hetlendingar, sum vit eru komnir at kenna, hava vitjað okkum í Føroyum.
Men, leggur Jóhann Simonsen aftrat:
- Teir eru komnir við Norrønu higar til lands. Hetta er hinvegin triðju ferð, at vit fara í glastrevjabáti um hav at vitja teir.
Teir tríggir brøðurnir væntaðu, at ferðin um hav til Hetlands fór at taka einar 12-13 tímar.