Fara nú at telja ferðafólk í Føroyum

Tað er ein trupulleiki, at ongi neyv hagtøl eru um ferðafólk í Føroyum.

Hetta hevur gjørt tað torført at meta um, hvat íkast ferðavinnan gevur búskapinum og at meta um, í hvønn mun marknaðarføringin hjá ferðavinnnuni í Føroyum gevur úrslit.

Tí hava Hagstovan og Ferðaráð Føroya nú hava gjørt avtalu um at útvega hagtøl um ferðafólk.

Eftir avtaluni fer Hagstovan at savna inn hagtøl um gistingingar kring landið og byrjað verður á nýggjárinum.

Hagstovan hevur heimild at savna inn hagtølini við lóg. Í hesum sambandi skulu øll gistingarhús, kampingpláss og aðrir útleigarar, lata hagtøl inn til Hagstovuna um hvussu nógv ferðafólk, tey hava, hvaðani tey eru og hvussu leingi tey gista.

- Við hesum upplýsingum fer at bera til at fylgja neyvt við, hvaðani ferðafólkini, sum gista í Føroyum, koma, og, ikki minst, at fylgja við hvussu ferðavinnan broytist frá ári til árs, sigur Hagstovan.

Aftrat hesum hagtølunum skulu eisini gerast meira umfatandi greiningar gerast av ferðavinnuni. Eitt endamál við tí er at útvega tøl fyri, hvussu nógv ferðavinnan kastar av sær til føroyska samfelagið.

Guðrið Højgaard, stjóri á Ferðaráðnum fegnast um, at arbeiðið við at savna inn hagtøl fyri ferðavinnuna nú kemur í eina fasta legu.

- Tað hevur sera stóran týdning fyri okkara arbeiði at hava eina vitan um ferðafólkini, hvaðan tey koma, hvussu tey gista, o.s.fr.

- Hetta er ein fortreyt fyri, at vit kunnu arbeiða miðvíst við at marknaðarføra Føroyar sum ferðamál, sigur hon.