Her plagdu at sita eini 30-50 fólk

Tað merktist týðiliga umborð á Teistanum í morgun, at nógv fólk sita heima.

 

Strandfaraskipið Teistin ger tveir túrar stundisliga um morgunin úr Skopun og yvir á Gomlurætt. Báðar hesar túrar plaga nógv fólk og gjarna eisini nógvir bilar at vera við, og hetta er í stóran mun fólk, sum arbeiða í høvuðsstaðarøkinum.

Fyrsti túrur á morgni er klokkan 06.45 úr Skopun, og annar túrur er úr Skopun klokkan 08.10. Viðhefta mynd her oman fyri varð tikin á túrinum klokkan 08.10 í morgun. Tað man vera ógvuliga sjáldan ein yrkadag, at henda salongin er skralltóm á túrinum klokkan 08.10.

Her plaga vanliga á teimum báðum fyrstu morguntúrunum at sita eini 30-50 fólk, men soleiðis var ikki í morgun - dagin eftir, at landsins myndugleikar á tíðindafundi í gjár boðaðu frá rættiliga viðgongdum tiltøkum, har eitt nú skúlar og barnagarðar lata aftur.

Heitt hevur eisini verið á fólk, sum arbeiða hjá tí almenna, um í størst møguligan mun at arbeiða heimanífrá. Tó er hetta ikki galdandi fyri eitt nú heilsu-og røktarstarvsfólk, sum noyðast at vera til arbeiðis fyri at kunna fremja sítt arbeiði í verki.

Stutt eftir, at Teistin hevði loyst í Skopun í morgun, kom kokkurin niður í salongina við bæði spritti og klúti, og her turkaði hann borð og annað við spritti. Ávegis niður ella upp gjøgnum trappurnar hongur nú eisini sprittdunkur, har ferðandi hava høvi at spritta sær hendurnar.

##med2##