Fastogn hevur gjørt avtalu við Sp/f Bryggjuna um at keypa byggiverkætlanina til Lon 1 í Runavík, umframt at avtala er gjørd við Sp/f Jóan Petur Vang um at byggja leiguíbúðir fyri LÍV Fastogn. Talan er um [...] týðandi fløskuhálsur, ið er við til at forða fyri framhaldandi fólka- og búskaparvøkstri. Á heysti 2026 verður møguligt hjá øllum at skriva seg á bíðilista. Grundað á, at íløgurnar eru gjørdar fyri eftir [...] mitt í hjartanum í Runavík, og verða tær 18 íbúðirnar væntandi klárar at flyta inn í á sumri 2027. LÍV samtakið arbeiðir miðvíst við at gera íløgur innan leiguíbúðarmarknaðin í Føroyum, og er avtalan
greitt frá, at netbrotsverksdeildin hjá ákæruvaldinum hevur ábyrgdina av leitingini. Í sama uppslagi frá ákæruvaldinum stendur, at myndugleikin ikki longur fer at samskifta á X, men fer at brúka LinkedIn [...] framtíðini. Sambært tíðindastovuni Reuters upplýsir ákæruvaldið, at amerikanski tøknimiliarderurin og eigarin av X, Elon Musk, er boðsendur at vitna í málinum í apríl. Sambært X-innlegginum er Europol við [...] 2025. Sambært AFP byrjaði kanningin, eftir at ein politikari klagaði um eitt "minkað fjølbroytni av røddum og møguleikum" á pallinum. Tá fordømdi ákæruvaldið, at partískar algoritmur í X skeiklaðu skipanina
verið til, at timbrið stavar frá einum gomlum skipi. Granskarin, David Gregory, sigur við Sermitsiaq, at nakrar tenn úr roysningi, sum er málaðar reyðar, eisin eru funnar í økinum. Sagt verður, at ætlanin [...] verið at selt reyðmálaðu tennirnar á skandinaviska marknaðinum. - Tí halda granskararnir, at talan kann vera um vrakið av einum víkingaskipi, sum liggur við botnin um hesar leiðir, veit Arctic Hub at siga [...] Grønlandi í 1952. Hildið verður, at talvfólkið hevur sín uppruna í víkingatíðini, og talvfólkið er nú í varðveitslu á tjóðarsavninum í Danmark. Hetta veit Sermitsiaq at siga, og grønlendska heimasíðan
væntar, at nýggjar samráðingar verða aftur millum partarnar um nakrar fáar dagar. AFP-tíðindastovan veit eisini at siga, at samrøðurnar fara at halda fram í Sameindu Arabisku Emiratunum, og at tær helst [...] Peskov, fara samarøðurnar millum Ukraina og USA um kríggið í Ukraina at halda fram, og talsmaðurin sigur, at russiska kravið um at fáa alt Donbas-økið í Ukraina standa við. Dmitry Peskov lýsir samrøðurnar [...] í ár. Tað vita vælvitandi keldur, sum hava tætt tilknýti til Kreml, at siga fyri tíðindastovuni, Reuters. ##med2## Avtalan merkir, at Ukraina skal lata Russlandi Donbas-økið og síðan skal hermótið, sum
í fjøllini at liggja í tjaldi. Tá ommusynirnir koma eftir henni aftur, síggja teir, at omman hevur drukkið nógv, og komnir inn í tjaldið síggja teir, at omman er deyð. Hvat er so til ráða at taka? Filmurin [...] Filmurin er um, hvussu teir royna at koma burtur úr knípuni við deyðu ommuni, sum eftir øllum at døma ikki hevur verið av Guds bestu børnum. Saman við heiðrinum at vinna áskoðaravirðislønina fekk Julia í Kálvalíð
lasaranum at kanna, hvussu skjótt bilarnir koyrdu. Teir vórðu staddir á kollafjarðarleiðini og úrslitið varð, at tríggir bilførarar vórðu skrivaðir upp. Ein bilførari varð skrivaður upp fyri at koyra 116 [...] 116 kilometrar um tíman í Kollafjarðartunlinum, har tað er loyvt at koyra 80. Hann missur koyrikortið treytað og tað merkir, at hann má taka koyrikortið av nýggjum áðrenn tríggir mánaðir eru farnir, annars [...] Harumframt fingu tveir bilførarar klipp í koyrikortið fyri at koyra nakrar og 70 kilometrar um tíman í bygdum øki í Kollafirði, har tað anars er loyvt at koyra 50.
men fyri løtu síðani bleiv kunngjørt, at tann, sum dró knívin, skal møta í grundlógaravhoyri, har løgreglan fer at biðija um, at hann verður varðhaldsfongslaður. [...] Maðurin, sum í gjár varð handtikin fyri at draga knív í miðbýnum í Havn, skal í grundlógaravhoyr í Føroya rætti seinnapartin. Tað var seint seinnapartin, at tað kom til ilnar millum tveir ungar menn í [...] hendurs og endin var, at annar maðurin dró knív og skar hin. Hann fekk nakað av skaða, men ikki álvarsaman, sigur løgreglan. Menninir báðir høvdu báðir drukkið, so ikki bar til at avhoyra teir í gjár, men
Tórshavn, sigur, at líkt er til, at talan er um eina hampuliga stóra grind. - Hon gongur í tveimum, so hon er ring av vurdera, men líkt er til, at hon er hampuliga stór, sigur hann. Hann sigur, at níggju bátar [...] bátar eru hjá grindini nú, men at fleiri eru á veg út til grindina. - Tað gongur væl at reka grindina. Hon er hampuliga spøk, men sum sagt, so gongur hon spjødd. Tí royna vit at samla hana nú, sigur hann.
nátt biðin um at fara av skipinum, sum liggur í havn í Charleston í USA. Myndugleikarnir hava eisini valt at flyta fólk burtur av havnalagnum. Orsøkin er sambært amerikanskum miðlum, at løgreglan kanna [...] Port of Charleston skrivar á sínum Twitter-profili í morgun, at myndugleikarnir framvegis kanna málið. Lokalmiðlin Live 5 News veit at siga, at myndugleikarnir hava ikki enn funnið nakrað geislavirkna slóð [...] kanna ein illgruna um, at ein sonevnd skitin bumba skal liggja í einari bingju umborð á skipinum. Ein skitin bumba er ein bumba sum inniheldur eitt bland av vanligum spreingievni og geislavirknum evni. Port
ringt til løgregluna at melda tilburðin. Løgreglan skrásetir slík mál sum herverk og tey eru nú farin at kanna, um tað ber til at fáa greiði á, hvør hevur gjørt tað. Løgreglan sigur, at annars hevur tað verið [...] stak friðarligt í nátt. Løgreglan hevur verið á skeinkistøðum at vita um øll viðurskifti eru eftir forskriftunum, og har var einki at finnast at.