Í gjár var løgreglan á ferð við lasaranum at kanna, hvussu skjótt bilarnir koyrdu. Teir vórðu staddir á kollafjarðarleiðini og úrslitið varð, at tríggir bilførarar vórðu skrivaðir upp.
Ein bilførari varð skrivaður upp fyri at koyra 116 kilometrar um tíman í Kollafjarðartunlinum, har tað er loyvt at koyra 80. Hann missur koyrikortið treytað og tað merkir, at hann má taka koyrikortið av nýggjum áðrenn tríggir mánaðir eru farnir, annars missur hann tað.
Harumframt fingu tveir bilførarar klipp í koyrikortið fyri at koyra nakrar og 70 kilometrar um tíman í bygdum øki í Kollafirði, har tað anars er loyvt at koyra 50.










