Tá ið ein maður í Fuglafirði skuldi ein túr við bilinum í morgun, fekk hann sær ein lítlan hvøkk. Hann slapp nevniliga ongan veg, tí heili trý av dekkunum vóru skorin upp.
Hann hevur tískil ringt til løgregluna at melda tilburðin. Løgreglan skrásetir slík mál sum herverk og tey eru nú farin at kanna, um tað ber til at fáa greiði á, hvør hevur gjørt tað. Løgreglan sigur, at annars hevur tað verið stak friðarligt í nátt. Løgreglan hevur verið á skeinkistøðum at vita um øll viðurskifti eru eftir forskriftunum, og har var einki at finnast at.