Manningin á bingjuskipinum Maersk Memphis varð í nátt biðin um at fara av skipinum, sum liggur í havn í Charleston í USA. Myndugleikarnir hava eisini valt at flyta fólk burtur av havnalagnum.
Orsøkin er sambært amerikanskum miðlum, at løgreglan kanna ein illgruna um, at ein sonevnd skitin bumba skal liggja í einari bingju umborð á skipinum. Ein skitin bumba er ein bumba sum inniheldur eitt bland av vanligum spreingievni og geislavirknum evni.
Port of Charleston skrivar á sínum Twitter-profili í morgun, at myndugleikarnir framvegis kanna málið.
Lokalmiðlin Live 5 News veit at siga, at myndugleikarnir hava ikki enn funnið nakrað geislavirkna slóð.