jøvnum føti við onnur mál, og at ríkisveitingin skuldi tiðnast upp aftur. Framsókn vildi ikki seta sítt virðisgrundarlag í veð og situr nú í andstøðu. Tú fór úr Fólkaflokkinum og stovnaði Framsókn sum eitt [...] løgtinginum. Tað verður bara hugsað um seg og síni, og ikki um, hvat sømir seg best fyri alt samfelagið. Dømi er Fólkaflokkurin, sum hevur svikið sína stevnuskrá og lagar heldur síni sjónarmið eftir politiska [...] sum eru konservativ og teimum, sum eru nýskapandi. Framsókn er ein liberalur flokkur, sum gongur um miðuna og ávegis út á høgravongin. Tað er samanfall millum tað sum landsstýrið ger, og tað sum Framsókn
in og Javnaðarflokkurin áttu at vitað, at veljarar teirra revsa flokkin hart, um vikið verður frá grundsjónarmiðum floksins. Hetta merkti Tjóðveldisflokkurin í 1990 og Javnaðarflokkurin í 1994. Og hesa [...] Núverandi hugsjónarfløkta og konservativa støðan hjá Javnaðarflokkinum kann koma teimum aftur um brekku. Tað ber ikki bert til at vera ímóti øllum broytingum og nýhugsan, og bert føra gamlan vanapolitikk [...] veðhaldini vórðu pumpað úr landskassanum, og hetta gjørdist ein av størstu grundunum til, at Føroya land fór á heysin. Var tað ikki at spæla við vælferðina og spæla alt burtur. Nei, eg spyrji bara. Teir
kammirátarí og korrupsjón millum fyritøkur og politikarar. Bløðini vóru avtakin við greinum og lesarabrøvum, sum spottaðu Rockefeller og Carnegie og aðrar ?røvarabarónar?. Fólk kendu seg ótrygg og vórðu ill [...] Týsklandi og hava eisini sitið ella sita í stjórn í Fraklandi, Belgia, Italia og Finnlandi. Hesir flokkar vístu seg at duga sera væl at leggja niður markaskjøl millum høgra og vinstra, og eins og teir Progressivu [...] Wall-Mart og øðrum klædnaframleiðarum, sum misbrúktu ung og børn í øðrum londum til framleiðsluna, og noyddi fyritøkurnar at taka sær annað skinn um bak. Í bókini verða mong onnur dømi nevnd, og nógv verður
r? úr Seattle, Melbourne, Washington, Prag, Nice, Quebec og Gøteborg. Tað var ein skurvut blanding, sum mótmælti í Genova, og tey vóru, eins og Noreena Hertz, fyrireikað til, at politiið fór at leggja [...] leiðarum innan fyri og mótmælisfólkum uttanfyri. Allarminst hevði hon hugsað, at tey fólkini, hon tosaði við, vóru so fullkomiliga vónbrotin av politikki og politikarum, stórfyritøkum og handils-monnum. 14 [...] lærarar, forstaðarfólk og fólk av tí betra slagnum. Millum mong onnur finnast í antialtjóða-gerðar felagsskapinum ríkmaðurin George Soros og Joseph Stiglitz, Nobellønarvinnari og fyrrverandi sjeføkonomur
alt koyrast burtur, bæði undirsløg og timbur, greiðir Hanus frá. Ístaðin hava teir bjálvað undir og hava haraftrat stoypt gólvhita í, og lagt nýtt gólv á. Hválvið og síðurnar eru eisini bjálvaðar. - Í [...] kundu arbeiða í friði og náðum við gólvinum. Og beint nú er ein maður í ferð við at festa prædikustólin aftur í gólvið, greiðir Hanus Højgaard frá. Eftir at málarin er sloppin framat og er liðugur við sítt [...] er í so ringum standi, at hon ikki kann umvælast, og harafturat er hon ov lítil. Teir ráða tí til, at kirkjan verður niðurtikin og nýggj bygd í staðin. Og av kirkjusýninum, sum verið hevur 12. juni 1860
urenlige og superstiøse og altid fulde af klagemål, og dertil særdeles utaknemmelige folk, som blot vilde nyde og aldrig yde, og som hellere føjtede omkring som landstrygere og betlede hos bønder og præster [...] tankar um seg sjálvan og ikki víkir fyri hvørjum sum helst. Um útsjóndina stendur, at hann er »en gammel mand på over fyrretyve år og ganske lav og bred af vækst og med et rødt og håret og meget hæsligt vædderhoved [...] folk og millitæret og de fattige og spedalske, og så skarnet«. Frá próstinum hoyrir hann løtu seinni somu søgu: »Thi indbyggerne var, som han sagde, af naturen såre vrangsindede folk, ulydige og vankundige
urnar. Politikkur á prædikustólinum 68 ára gamli maðurin er best kendur sum málfrøðingur, sum svorin kommunistur, sum gløðandi tjóðveldismaður og sum skribentur og redaktørur á Fríu Føroyum og 14. September [...] lofti og gulum veggjum í eini kjallaraíbúð í Fuglafirði. Á tóma køksborðinum stendur eitt øskubikar, og við síðuna av liggur ein pakki av Prince og ein tendrari. Tórður skeinkir kaffi, festir sær í og byrjar [...] opinleika og um næstrakærleika. Bíblian hevur ein greiðan sosialpolitiskan boðskap, og hann prædiki eg í relatión til tað, sum hendir í míni samtíð, sigur Tórður, meðan eg hosti og harki og við táravátum
sum áir av fjøllunum tustu og fullu í aldandi hav, so sjónir og vónir brustu og suffandi sukku í kav. Samanbera vit nú hesi bæði dømini um tvískygni, tann mentunarliga og tann politiska ambivalensin, [...] Janus frá, at prestur situr og hugsar um sína prædiku í kirkjuni komandi sunnudag. Tá pikkar upp á dyrnar og eitt skeggjut andlit sæst í duragloppinum. - Kom bara inn Jógvan, sigur prestur, ørindaleysur [...] fyri meg og mín bólk, mín egna stremban eftir marglæti og valdi, flokspolitiskt sjálvsøkni og sjónarleysur taktikkur o. s. fr. - men aldrin allar oyggjarnar ella øll tjóðin. O.P. Effersøe og Danmark Vit
hendur á tí. Og so byrjar kapprenningin, har Langdon saman við Vottira Vetra skal byrja fyri eini vanlukku, sum hóttir við at leggja Vatikanið í oyði. Á vegnum skulu gátur um Illuminati loysast, og tað verður [...] Sauniére, myrdur, og at byrja við heldur Langdon, at hann onkursvegna skal hjálpa til við at loysa morðgátuna. Hetta tí Sauniére sum sína seinastu gerð teknaði nøkur súmbol á bæði seg og gólvið í Louvre [...] løgregluni, eydnast Langdon at flýggja, og so byrjar stóra kapprenningin. Ein kapprenning, sum ikki bert skal loysa morðgátuna, men har tey bæði í kapprenning við løgregluna og eina konservativa katólska samkomu
skaldsins lívi og virki. Í øðrum lagi kann ein spyrja, hvat er eftir av tí heimi, sum Janus livdi og virkaði í, og í hvønn mun hann er broyttur. Er nakað samband millum Janusar lív og virki og heimin - fatandi [...] hugmyndin ein samanrenning av tí besta og upprunaligasta í føroyskari mentan - fyrst og fremst málinum og tí bæði strangliga stýrda og dionýsiskt skapandi føroyska dansinum - og einum modernaðum mentunarhugtaki [...] okkara floygdastu og gløggastu andar, William Heinesen og Regin í Líð, Jóannes Patursson og Jørgen-Frantz Jacobsen, fyri bara at nevna nakrar - hava fingið ljós frá hesi rørslu. Málið ? miðil og formur Hjá Janusi