Tann ódámligi grammleikin

- Ein ódámligur grammleiki hevur sníkt seg upp í politikkin. Tað er óhugnaligt, tí tað var hesin grammleikin, sum elvdi til stóru búskaparkreppuna, sigur Poul Michelsen, sum vil fáa hugsjónirnar aftur í føroyskan politikk. Framsókn vil virka fyri, at veljarin veit, hvat hann fær, tá hann setir krossin

- Sjúkan í flokkinum er, at fleiri ynskja radikalar broytingar, og at nakrir so halda ímóti. Spyrt tú meg, hvat Fólkaflokkurin er samdur um, so síggi eg onga semju um nakað. Hann kann ikki semjast um fiskivinnureform, ikki um burðardygd, ikki um umhvørvismál, ikki um kommunalreform, sum landsstýrisfólk hjá flokkinum hava slóðað fyri á dugnaligan hátt, ikki um skúlareformin, ikki um stjórnarskipan, ikki um tjóðskaparmál og heldur ikki um búskaparmál. Eg dugdi bara ikki at síggja, at hetta var vert at vera partur av.

Tað var við hesari heilsanini, sum Poul Michelsen bar Fólkaflokkinum, at hann takkaði fyri seg í flokkinum, hann hevði umboðað seinastu 40 árini. Tað var í oktober 2010. Samstundis fór hann so smátt at fyrireika nýggjan politiskan flokk. Endamálið var púra greitt. Nýggi flokkurin skulid virka fyri at finna meirilutan á tingi, sum eru sinnaður at gera lógir og karmar, ið svara til tey krøv og avbjóðingar, føroyska samfelagið hevur fyri neyðini.

Úrslitið var Framsókn, sum er ein liberalur tjóðskaparflokkur, ið hevur tjóðarfrælsi, persónligt frælsi og vinnuligt frælsi fremst á dagskránni. Undirtøkan fyri flokkinum hevur verið góð. 1933 atkvøður fullu flokkinum í lut á løgtingsvalinum í fjør, sum rakk til tveir tingmenn, Poul Michelsen og Janus Rein. Kaj Leo Johannesen, løgmaður, sendi skjótt boð eftir teimum, tá hann fór undir at skipa borgarliga samgonguna. Framsókn valdi at taka seg burtur frá samráðingunum við teirri grundgeving, at samgonguskjalið loyvdi ikki, at etisk, moralsk ella religiøs mál skulu viðgerast á jøvnum føti við onnur mál, og at ríkisveitingin skuldi tiðnast upp aftur. Framsókn vildi ikki seta sítt virðisgrundarlag í veð og situr nú í andstøðu.

Tú fór úr Fólkaflokkinum og stovnaði Framsókn sum eitt alternativ á liberala veinginum. Framsókn fekk kortini ikki nakrar atkvøður á løgtingsvalinum frá Fólkaflokkinum og ger tað heldur ikki í veljarakanningini, sum kom fyri tveimum vikum síðan. Hvussu ber tað til, at Framsókn sum liberalur flokkur – og tú sum uppreistrarmaður - ikki fær atkvøður frá Fólkaflokkinum?

- Eg veit ikki. Vit fingu nú ikki heilt ongar atkvøður frá Fólkaflokkinum, men ikki nóg nógvar, tað er rætt. Tað er undarligt. Eg havi heldur einki greitt svar. Fólkaflokkurin kláraði til løgtingsvalið at skava fleiri atkvøður undir seg, tí formansstríðið millum Jørgen og Anniku varð partur av valstríðnum, hóast øll, sum vita nakað um politikk, vistu frammanundan, at Annika fór at tapa. Tað dró kortini nógvar atkvøður til Fólkaflokkin tá. Veljarakanningarnar hava víst, at vit hava størri undirtøku nú enn til valið. Framsókn hevur seinastu mánaðirnar roynt at fingið fótin fyri seg. Tað er kortini tilvitað, at flokkurin hevur ikki til lut í øllum stóru ábreiðslunum, sum samgongan hevur verið fyri. Tað er ikki alt, ið samgongan hevur gjørt, sum hevur verið skeivt.

Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin fáa størri og størri undirtøku, sambært veljarakanningunum. Tykkara framgongd er lutvíst lítil, sambært veljarakanningunnum.
- Framsókn vil vera konstruktivt í sínum politiska arbeiði. Vit royna at ávirka, men somuleiðis ikki gera ilt verri. Vit vilja, sum vit lovaðu til valið, arbeiða tvørtur um politisk mørk - fara eftir bóltinum og ikki manninum. Eg skal tó viðganga, at vit hava ikki verið nóg greið í okkara boðskapi um førda politikkin hjá samgonguni.
Hinvegin hevur føroyskur politikkur ongantíð verið so rótutur sum nú. Ein ódámligur grammleiki hevur sníkt seg upp í politikkin. Tað er óhugnaligt, tí tað var hesin grammleikin, sum elvdi til stóru búskaparkreppuna. Fólkavald reka kommunalpolitikk í løgtinginum. Tað verður bara hugsað um seg og síni, og ikki um, hvat sømir seg best fyri alt samfelagið. Dømi er Fólkaflokkurin, sum hevur svikið sína stevnuskrá og lagar heldur síni sjónarmið eftir politiska rákinum. Feskasta dømi er, at flokkurin seldi út av tjóðskapinum fyri at fáa sín fiskivinnupolitikk, sum er okkara tykki er skaðiligur. Tjóðskaparmálið er í hesi samgongu lagt í skuffuna til stóran skaða fyri tjóðskaparrørðsluna. Lyftir vóru givin veljarunum um ikki at hækka ríkisveitingina, men tað varð framt kortini. Tað er ein skarnsgerð. Hetta sama er galdandi fyri hinar sokallaðu sjálvstýrisflokkarnar í samgonguni. Grundleggjandi politisk virði, ideologiin hjá flokkunum, verður kastað fyri borð fyri at sleppa framat valdinum. Hetta er forkastiligt og at halda veljaran fyri gjøldur.

Hví kunnu vit ikki bara góðtaka, at tjóðskaparmálið er ikki tíðarbært júst nú?
- Tjóðskaparmálið er altíð tíðarbært. Í einum landi sum okkara er tjóðskaparligi samleikin sera týdningarmikil og umráðandi fyri framfýsnið í samfelagnum. Tú tekur stór tøk, tá tú berjist fyri nøkrum, tú trýr uppá. Afturhaldssinnaður politikkur virkar ikki fyri betri sømdum til komandi ættarlið. At stremba eftir sjálvbjargni krevur kveikjandi nýskapan, og tað er neyðugt, um tað skal verða samfelagnum lív lagað í framtíðini.
Tú má vita, hvar tú er, um tú skal vita, hvar tú fer. Føroyingar sita ikki við borðið nakrastaðni, meðan allur heimurin er í rembingum og nýggjar leiðir og møguleikar verða troyttir. Vit eru ikki við har. Sjálvt okkara frálíku svimjarar mugu svimja undir hentleikaflaggi.

Sitandi samgonga hevur snarað kumpassið til høgru, sum løgmaður hevur tikið til fleiri ferðir. Hvussu verða sjónarmiðini hjá Framsókn, sum eisini er á politiska høgraveinginum, ikki umboða í hesum samgonguskjalinum?
- Tað er munur á teimum, sum eru konservativ og teimum, sum eru nýskapandi. Framsókn er ein liberalur flokkur, sum gongur um miðuna og ávegis út á høgravongin.
Tað er samanfall millum tað sum landsstýrið ger, og tað sum Framsókn vil. Tó vildu vit at flatskatturin var meira sosialur, so fleiri høvdu fingið gagn av honum, og at barnafamiljurnar samstundis fingu munandi fíggjarligan styrk.
Okkara uppskot til skattalætta hevði sett ferð á búskapin í einum breiðari høpi enn vit síggja nú.
Flatskatturin hevur ikki havt tann virknað, sum lýst verður fyri. Gamaní, fleiri bilar eru seldir, men forbrúkið á vanligum brúksvørum er ikki hækkað. Hetta sigur okkum so mikið, at tað eru bara tey, sum frammanundan høvdu rímiliga góðan búskap, sum fáa nakað burtur úr skattalættanum, men tann stóra mannaskaran, sum eisini hevur tørv á rúmligari ræsum, fær einki.
Mongu ivamálini við forskattingini av pensjónum hava elvt til, at fólk kenna seg ótrygg, stúra og brúka heldur pengarnar at rinda skuld niður. Vit í Framsókn skutu upp at fíggja lættan við tilfeingisgjald, uppboðssølu av fiski, sjómannafrádrátti og rentufrádrátti heldur enn at gera seg inn á pensjónirnar. Okkara skattaumlegging kostaði 60 milliónir krónur meira enn tann hjá samgonguni.
Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur tveitt um seg við tilvildarligum tiltøkum og sparingum, sum birta óvissur og skapa órógv. Tilvildin ræður. Eg skal ikki siga, at hatta ikki er rætta leiðin, men eingin veit tað við vissu. Nú bíða vit bara. Riggar tað, so er tað at fegnast um – men tá er tað meira hepni enn skil. Riggar tað ikki, hvat hundan so? Tað vendist ikki aftur. Hatta er ikki leisturin at arbeiða eftir.

Tit lovaðu at røra í grýtuni, tá Framsókn varð stovnað. Hava tit tað?
- Eitt av endamálunum er at fáa hugsjónirnar aftur í føroyskan politikk. Framsókn vil tekna linjurnar upp og samstundis virka fyri samstarvi tvørtur um floksmørk. Tað er at røra í grýtuni. Eg var serstakliga errin, tá Sambandsflokkurin, Javnaðarflokkurin, Framsókn og Tjóðveldi í fjør skrivaðu undir sama skjal. Tá ásannaðu vit, at vit hava felagstrupuleikar, sum bert kunnu loysast við breiðum semjum – sama, um tú er sambandssinnaður ella tjóðskaparsinnaður. Minnilutasamgongan er higartil besta dømið um, at tú kann samstarva tvørtur um mørk.
Hetta kann gerast uttan at selja út av tínum virðum ella krevja, at grundvirðini hjá flokkunum skulu setast í veð. Tað var tað, sum løgmaður kravdi av okkum til samgongusamráðingarnar; at vit skuldu góðtaka at hækka ríkisveitingina og at bannlýsa øll etisk mál.

Men tað hevur eftir øllum at døma ikki eydnast at fáa samstarv tvørtur um floksmørk í hesum samgongusamstarvinum.
- Nei. Høvuðsorsøkin er stóri ruðuleikin og ótryggleikin sum valdar í politisku skipanini. Enn kveistrar samgongan til viks øll uppskot, sum andstøðan kemur við. Við tíðini fer hetta ikki at eydnast henni, og samgongan fer at ásanna, at tørvur er á breiðari grundarlagi at virka á. Hetta kemur til sjóndar longu í heyst.
Eitt sermerki hevur verið, at samgongan ikki bara hevur nóg mikið í sær sjálvari – hon hevur enn tá sína egnu andstøðu. Hetta er ikki bara ein trupulleiki fyri samgonguna, men eisini fyri okkum, sum eru í andstøðu. Útmeldingarnar eru so ymiskar, at tær bera brá av politiskari óreiðiligheit. Vit vita heilt einfalt ikki, hvat funnið verður uppá næstu ferð. At samgongan soleiðis er í andstøðu við seg sjálva, tað hava vit ikki sæð fyrr. Hetta er ikki gott fyri álitið á politisku skipanina, sum frammanundan ikki hevur størsta trúvirði millum manna. Álit á politisku skipanina er ein fyritreyt, um fólk skulu trívast her og lata seg eggja til avrik og brøgd.
Sum sagt, so fer hetta arbeiðsalagið hjá samgonguni ikki at røkka. Framsókn vil tí framhaldandi taka undir við góðum gagnligum uppskotum, sama um hesi koma frá samgonguni ella andstøðuni.

Kunnu vit ikki skjóta ein hvítan píl eftir at fáa floksdisiplin í føroyskan politikk?
- Eg kann bara siga fyri okkara viðkomandi, at Framsókn vil ikki hava fornermaðar politikarar í flokkin. Tey, sum verða partar av flokkinum skulu góðtaka virðisgrundarlagið hjá flokkinum og virka politiskt út frá hesum. Tað er krav. Flokkurin rúmar sjálvandi nógvum sjónarmiðum, men tey, sum ikki taka undir við virðisgrundarlagnum, eru ikki við. Tað er so einfalt. Framsókn er ein liberalur flokkur, har frælsisvirðini eru grundstøðið, og sum vil, at tjóðarfrælsi, persónligt frælsi og vinnufrælsi altíð eru á dagsskrá. Yvirskipaða ideologiin má inn aftur í føroyskan politik, so fólk vita, hvat tey fáa, tá tey velja ein flokk. Hetta vilja vit í Framsókn.
Tíverri er støðan í dag, at fólk velja eitt valevni hjá einum flokki, tí viðkomandi umboðar teirra áhugamál, meðan ein annar á sama lista verður valdur, sum gongur beint ímóti teirra áhugamálum.

Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi hava áhaldandi víst á skeivleikar við politikkinum, sum samgongan førir. Tit hava greiðar meiningar um, hvat sømir seg best, men hava verið lutvíst kúrrir. Er ikki stór andsøgn í tí?
- Tað er ikki lætt at fáa rúmd í fjølmiðlunum sum lítil flokkur. Vit sleppa ofta ikki við, tá politisk mál verða viðgjørd. Vit hava kanska heldur ikki gjørt um okkum við lesarabrøvum og øðrum átøkum. Orsøkin er eisini, at flokkurin roynir at finna fótafestið í hesum politiska meldrinum. Tað krevur sítt at skipa ein nýggjan flokk.
Vit høvdu møguleikan at fara í samgongu. Tóku vit av, hevði flokkurin helst ein landsstýrissess í dag, sum var upplagdur kjansur at gera vart við okkara politikk, men vit fara ongantíð at svíkja tvey av okkara frælsisvirðum fyri at fáa henda møguleikan. Tað vilja vit ikki. Eitt annað er, at kravið, sum løgmaður setti okkum, var óforskammað og ein beinleiðis roynd hjá honum at forkoma tilgongdini hjá Framsókn.
Vit eru varin í tilgongdini sum andstøðuflokkur – vilja vísa ábyrgd og virka mennandi í politisku skipanini.
Hinvegin eru vit í Framsókn sannførd um, at ein flokkur sum umboðar liberalu virðini, hevur politiskt lív lagað.