Tey umleið hálvtannað hundrað fólkini, sum høvdu leitað sær oman í Havnar kirkju til sokallaðu aftankvirruna seinasta fríggjakvøld, fingu ein øðrvísi boðskap at hoyra í mun til tað, sum vanliga verður borið fram í føroysku fólkakirkjuni. Á pall trein ein prestur, sum vanliga starvast sum hjálparprestur í presbyteriansku Church of Scotland í Glasgow, og sum einans vitjar klettarnar í sambandi við sína Ph.D. ritgerð í gudfrøði um føroysku brøðrasamkomurnar.
Politikkur á prædikustólinum
68 ára gamli maðurin er best kendur sum málfrøðingur, sum svorin kommunistur, sum gløðandi tjóðveldismaður og sum skribentur og redaktørur á Fríu Føroyum og 14. September. Í 2004 fekk hann prógv í gudfrøði á University of Glasgow, og fríggjakvøldið stóð hann fyri fyrstu ferð á prædikustólinum í føroyskari kirkju. Tó uttan hvíta kragan, sum hann bedýrar, at hann ongantíð fer í.
Og boðskapurin? Ja, hann var alt annað enn ein meinaleys andakt um hin góða hirðan, sum ansar sínum seyði. Tórður Jóansson er framvegis at finna uttast á vinstravonginum, og framløga hansara í Havnar kirkju fríggjakvøldið var ein samfelagsrevsandi kritikkur, sum eins væl kundi verið eitt manifest hjá Villy Søvndal ella Jóanes Nielsen á altjóða arbeiðaradegnum. Fíggjarkreppan, kapitalisman, tann globali stættamunurin, sosialt órættvísi og mannaelvdar veðurlagsbroytingar vóru flættað inn í ein kristnan boðskap á ein hátt, sum rárur er at hoyra:
“Hendingarnar úti í heimi seinasta hálva ella heila árið eru fullgott prógv um (...), at teir búskaparligu, fíggjarligu og handilsligu bygnaðir, sum kanska virkaðu hampiliga væl fyri tveimum øldum síðani, eru rapaðir. Og avleiðingarnar av girnd, misbrotum og kradding kennast um allan heim – eisini her hjá okkum”.
Og víðari prædikaði tann sosialistiski presturin:
”Tað er tann evarska lítli minnilutin av teimum, sum hava sett seg á ognir heimsins, hendan lítla teyggja av illgerðarmonnum, kraddarum og spekulantum, sum í veruleikanum hevur valdið á felags tilfeingi allra”.
Segði nakar, at kirkjan ikki skal taka støðu til aktuell politisk mál? At politikkur ikki skal dragast inn í Guds hús? Well, Tórður Jóansson ætlar so ikki at spæla eftir hesum reglunum. Tað slær hann rimmar fast, tá eg havi funnið mær sess í einum lítlum køki við lágum lofti og gulum veggjum í eini kjallaraíbúð í Fuglafirði. Á tóma køksborðinum stendur eitt øskubikar, og við síðuna av liggur ein pakki av Prince og ein tendrari. Tórður skeinkir kaffi, festir sær í og byrjar at práta.
- Sum stovnur hevur kirkjan altíð verið politisk. Hon hevur verið nýtt til allan tramansskap ígjøgnum søguna, ikki minst sum kúgingaramboð hjá alskyns evropeiskum yvirvøldum. Fyri meg snýr kristindómurin seg um sosialt rættvísi, um solidaritet við teimum veiku, um opinleika og um næstrakærleika. Bíblian hevur ein greiðan sosialpolitiskan boðskap, og hann prædiki eg í relatión til tað, sum hendir í míni samtíð, sigur Tórður, meðan eg hosti og harki og við táravátum eygum má biðja hann opna eitt vindeyga fyri berum royki. Almenna roykiforboðið hevur sanniliga gjørt nøkur okkara til viðbreknar sálir.
Í Glasgow búleikast Tórður í einum illa lýddum fátækrabýlingi, og tvær ferðir um vikuna luttekur hann í vælgerandi arbeiði fyri heimleys. Hann luttekur í friðargongum í bretskum stórbýum, tað verið seg ímóti hópoyðingarvápnum ella krígnum í Irak, og hann elskar at hvørva á grandiøsum bókasøvnum og stórum akademiskum ráðstevnum.
- Tony Blair nýttist ikki at fara til Irak fyri at finna hópoyðingarvápn, sum kortini ikki vóru har. Hann kundi fyrst hugt at sínum egnu goymslum, t.d. einum stórum kavbáti á tremur við kjarnorkuvápnum beint uttanfyri havnina í Glasgow, sigur Tórður speiskliga.
Brennivínið hvarv
Áhugin fyri tí átrúnaðarliga fór av sonnum at spíra, tá Tórður seinast í nítiárunum var farin á Heilbrigdið á Velbastað. Í tjúgu ár hevði hann roynt at tveitt fløskuna á øskudungan, men hvørki antabus ella limaskapur í losjuni batti. Tórður skræddi fýra vikur úr kalendaranum, og síðani hevur hann verið turrur.
- Eg fór at grunda meiri á teir stóru tilveruspurningarnar. Og eg upplivdi, at kristni boðskapurin gjørdist eitt uppbyggjandi amboð. Einki medisinskt hevði hjálpt, men nú upplivdi eg, at ein øðrvísi andalig reflektión gav mær megi til at fullføra tað, eg vildi. Eg fekk beinanvegin tørv á at fordjúpa meg fakliga og fór undir gudfrøðilestur í Glasgow í 2001, minnist Tórður aftur. Í 2004 fekk hann prógv í gudfrøði, og eftir tvey ára praktikktíð fekk hann starv sum hjálparprestur í Church of Scotland, meðan hann um kvøldarnar frískaði upp aftur sítt franska og týska á kvøldskúla.
Ivin
Men hvat er kristindómurin so fyri Tórð Jóansson? Hvat hevur hann funnið, sum hann ikki hevði áðrenn?
- Eg havi ikki funnið nakra vissu um nakað sum helst. Og eg haldi, at full vissa um lívsins stóru spurningar er vandamikil og ber við tað fanatiska. Eg ivist í øllum. Eisini í Gudi. Og tann dagin, at eingin ivi er longur, ja, so eri eg andliga deyður. Kristindómurin er ein háttur at seta orð á ta frummegi, sum eingin veit nakað um. Gudamyndir eru skaptar av menniskjum og broytast, sum vit broytast. Bíblian er mannaverk, eins og allur bygnaðurin kring kristindómin er mannaverk. Men eg vil onkursvegna fyrihalda meg til “tað hægra valdið”. Til tað dulda og tað ókenda. Og har hevur kristindómurin givið mær nøkur amboð, greiðir Tórður frá. Hesaferð lágmæltari og við longum steðgum ímillum setningarnar.
Við ivanum sum trúgvum fylgisveini er kristindómurin nú vorðin ein eksistentiellur amboðskassi. Og hóast tráanin eftir ultimativum niðurstøðum altíð er til staðar, tvíheldur Tórður um, at menniskjan má sættast við, at tað dulda verður verandi dult. Og tað kann vera hart at góðtaka.
- Tí finnast so mong, sum krøkja seg í vissuna. Tey megna ikki at liva við ósvaraðum spurningum. Og tað eru hesi, sum gerast løtt offur fyri propaganda og fundamentalismu, heldur Tórður.
Lívið áðrenn deyðan
Men hvat hevur Tórður so at bjóða sum prestur? Boðskapin um, at einki er vist her í verðini? At vit mannabørn eru dømd til eitt lív í royktámi uttan haldgott kjølfesti?
- Eg havi fyrst og fremst ynskið um at borðreiða við teimum perlum, sum Bíblian inniheldur. Og eg havi trúnna uppá, at tað ber til at skapa ein betri heim. At fokusera uppá lívið eftir deyðan er vandamikið, tí tað snýr seg um at skapa ein rættvísari heim her og nú, sigur Tórður, og eg kann ikki lata vera við hugsa um kenda setningin hjá Marx um opium fyri tað kúgaða fólkið, sum í dryppandi kroysum bíðar eftir sæluni hinumegin deyðan. Og so hugsi eg um slagorðið hjá Folkekirkens Nødhjælp, sum sigur, at “vi tror på et liv før døden”.
- Ja men tað er júst hatta!, rópar Tórður og flennir so hart, at smáfuglarnir uttanfyri lága vindeyga sleppa sær burturúr í skundi.
Maðurin er týðiliga upptikin av lívinum her og nú. Av korunum hjá tí lítla manninum. Hann finnur stóran íblástur í sonevndari liberatiónsgudfrøði, ein serliga sjónlig rørsla í Latínamerika, hvørs missión er at vinna teimum fátæku rættvísari kor við politiskari aktivismu. Og hann tvíheldur um sín rætt til at luta sína sannføring frá prædikustólinum, soleiðis sum hann gjørdi í Havnar kirkju seinasta fríggjakvøld.
Men skulu verðslig stríðsmál dragast inn í kirkjuna? Er idealið ikki at varðveita eitt apolitiskt rúm, har øll kunnu savnast um ein og sama andliga boðskap? Skulu fíggjarkreppur og veðurlagsbroytingar veruliga viðgerast í kirkjuni? Hesir spurningar eru í hæddini í Danmark, eftir at Brorsons Kirke á Nørrebro hevur hýst og eftir øllum at døma fjalt irakisk flóttafólk, sum ikki hava fingið asyl frá donsku myndugleikunum, og sum nú eru handtikin og send aftur til krígsherjaða heimlandið. Presturin í Brorsons Kirke, Per Ramsdal, er nú vorðin ímyndin av mótstøðuni ímóti landsins útlendingapolitikki.
- Kirkjan eigur at rúma kjaki og ymiskum sjónarmiðum, eisini um tað, sum rørist í okkara samfelagi. Eingin prestur er neutralur, og ein og hvør gudstænasta ella andakt endurspeglar onkursvegna tað, sum presturin persónliga stendur fyri. Tað eru t.d. nógvir prestar, sum kýta seg almikið fyri at fortelja fólki, hvussu tey skulu liva, og ikki minst hvussu tey ikki skulu liva, sigur Tórður, sum sjálvur livir sum biseksuellur. Hann greiðir frá, at Church of Scotland júst hevur samtykt, at samkyndir prestar ikki er ein trupulleiki, og tað metir hann, at føroyska kirkjan kundi lært nakað av.
- Illviljin ímóti at gifta fráskild, ímóti kvinnuligum prestum og homoseksualiteti er ein mannafíggindaligur kristindómur og markar mangan til tað reinu fasismu, sigur Tórður Jóansson.
Fyrimyndin úr Betlehem
Tórður sigur seg hava funnið eina harmoni ímillum tað, sum hann kallar tað materiella og tað andliga universið. Sosialt og materielt játtar hann seg til ta kommunistisku hugmyndina um forholdið ímillum arbeiðarastættina og arbeiðsgevaran, hóast hann staðiliga tekur frástøðu frá Stalin, Mao, Pol Pot og øllum tí blóði, sum kommunisman hevur á sínum hondum. Og andliga játtar hann seg til ein humanistiskan kristindóm og sær absolutt onga andsøgn ímillum hesi bæði parallellu universini.
- Bæði kommunisman og kristindómurin hava staðið fyri øtiligum ræðuleikum ígjøgnum søguna. Um eg skal ákærast fyri tað, sum hendi eystanfyri, so skulu eg og øll kristin eisini ákærast fyri allar teir ræðuleikar, sum kirkjan hevur framt í Guds navni. Og so skulu øll borgarlig forrestin eisini taka ábyrgd fyri øllum tí, sum vesturlendsk imperialisma hevur avrikað, sigur Tórður avgjørdur.
Fyri føroyska prestin í Glasgow er kristindómurin ikki ein ideologi ella ein heildarfatan. Tað er ein komponentur í hansara lívsáskoðan undir liðini á humanismuni og eini politiskari filosofi uttast á vinstravonginum.
- Átrúnaður fer altíð at innihalda leiðreglur fyri, hvussu vit innrættað okkum samfelagsliga. Og Jesus var í roynd og veru ein sosialpolitiskur aktivistur, hvørs lív og boðskapur hevur politiskar avleiðingar. Og hetta fer altíð at endurspegla mín prestagerning, sigur føroyski gudfrøðingurin í Glasgow, sum nú hevur fest sær í eina nýggja sigarett í lítla, gula køkinum.
Fakta:
Føddur 1. mai 1941.
Útbúgving: Læraraprógv í 1964. MA í málfrøði í 1981. Ph.D. í málfrøði í 1996. MA í gudfrøði í 2004 (alt á University of Glasgow). Styttri skeið í málfrøði, bókmentum og samfelagsfrøði á Fróðskaparsetrinum og universitatinum í Moskva í 1968-71 og 1983-85. Ph.d. lestur í gudfrøði síðani 2007.
Starvsroyndir: Undirvísari í fólkaskúlanum á Tvøroyri 1964-68, skribentur og blaðstjóri á 14. September og Fríu Føroyum frá 1971-77, á Fróðskaparsetrinum, Føroya Handilsskúla og Føroya Læraraskúla frá 1982-1993, á skeiðseplinum á Langasandi frá 1996-99. Hjálparprestur í Glasgow síðani 2006.