Tann nýggi Indiana Jones

Tað er ikki av tilvild, at Dan Brown umvegis aðrar persónar í bókini lýsir Robert Langdon sum ein nýmótans ímynd av Harrison Ford.

Eitt er, at klædnastílurin í nógvar mátar líkist casual-stílinum, sum Harrison Ford ofta sæst avmyndaður við. Annað er, at tað eru sera nógvar felags eyðkenni millum Indiana Jones – ið uttan samanbering er kendasti leikluturin hjá Harrison Ford – og Robert Langdon.

Báðir eru teir professarar, men har Indiana er søgugranskari, er Robert Langdon súmbol-granskari. Men tað merkir á ongan hátt, at hann rennur seg í færri ella minni spennandi ævintýr enn Indiana. Einasti munurin í so máta er, at ævintýrini hjá Langdon ganga fyri seg í nútíðini, meðan Indiana Jones-filmirnir ímynda samfelagið, sum tað var fyri hálvari øld síðani. Og har Indiana Jones er ræðslusligin, tá hann kemur í nánd av slangum, so er Langdon hart raktur av klaustrofobi. Hetta tí hann sum smádrongur var um missa lívið, tá hann var dottin í ein gamlan brunn.

Báðir hava teir eisini serlig evni at finna saman við vøkrum og klókum konufólki, ið so ella so hjálpa til, tá stóru gáturnar skulu loysast.

Sambært Dan Brown, so hevur hann framvegis nógv hugskot til, hvørji ævintýr Robert Langdon skal sendast á. Higar til eru tey fýra í tali.


Angels & Deamons (Engle & Dæmoner), 2000

Robert Langdon verður vaktur á miðjari nátt. Brádliga stendur hann við próvnum um, at ein gomul losja - Illuminati, sum á sinni stríddist móti katólsku kirkjuni, nú er vaknað aftur. Áðrenn Langdon veruliga fær umrátt seg, er hann ávegis til Sveis, har ein vísindamaður, sum eisini er katólskur prestur, er myrdur. Støðan gerst heilt óhugnalig, tá tað stendur greitt, at Leonardo Vetra, sum maðurin eitur, júst hevur loyst eina av stóru vísindagátunum. Úrslitið av hesum er einki minni enn fantastiskt, men samstundis ræðuligt, um skeivu persónarnir fáa hendur á tí.

Og so byrjar kapprenningin, har Langdon saman við Vottira Vetra skal byrja fyri eini vanlukku, sum hóttir við at leggja Vatikanið í oyði. Á vegnum skulu gátur um Illuminati loysast, og tað verður gjørt við hjálp frá nøkrum av stóru vísinda- og listamonnunum í heimssøguni.


The Da Vinci Code (Da Vinci Mysteriet), 2003

Langdon hevur júst hildið fyrielstur í París, tá hann á hotelkamari sínum fær vitjan av fronsku fregnartænastuni. Á stóra listasavninum, Louvre er stjórin, Jacques Sauniére, myrdur, og at byrja við heldur Langdon, at hann onkursvegna skal hjálpa til við at loysa morðgátuna. Hetta tí Sauniére sum sína seinastu gerð teknaði nøkur súmbol á bæði seg og gólvið í Louvre. Tað, sum Langdon ikki veit av, er, at Sauniére á deyðastráð endaði boðskapin við “P.S. Find Robert Langdon”. Tí ivast løgreglan ikki í, at Langdon er drápsmaðurin. Við hjálp frá Sophie Neveu, sum starvast sum kryptografur hjá løgregluni, eydnast Langdon at flýggja, og so byrjar stóra kapprenningin. Ein kapprenning, sum ikki bert skal loysa morðgátuna, men har tey bæði í kapprenning við løgregluna og eina konservativa katólska samkomu skulu royna at finna fram til, hvat tað var, sum tempulriddararnir áttu og sum gjørdi teir til mætastu menn í Europa í 13. øld.


The Lost Symbol (Det forsvundne tegn), 2009

Langdon skal gera einum av góðu vinum sínum eina tænastu, men brádliga er fangaður í eini gátu, sum tykist heldur óhugnalig. Tað einasta pettið, sum Langdon sær av vini sínum, er avhøgda hondin, og í telefonini hoyrir hann eina óhugnaliga rødd greiða honum frá, hvørji ráð eru til at taka, um Langdon vil síggja Peter Solomon aftur á lívi.

Peter Salomon er frímúrari á hægsta stigi, og skjótt stendur greitt, at maðurin handan óhugnaligu røddina vil hava fatur á tí, sum er fjalt handan stóru gátuna hjá losjufelagsskapinum.

Washington er í nógvar mátar ein høvuðsborg fyri frímúrarar, og tað er eisini í stóru og søguligu bygningunum her, at Langdon skal finna svarið til gátuna. At hjálpa sær hevur hann hesa ferð Katherine Solomon, sum seinnu árini hevur granskað nógv innan eitt mest sum ókent vísindaøki. Og tað tykist eisini, sum hevur brotsmaðurin onkran serstakan áhuga í tí, sum Katherine tekst við.