halda vit, at tað er upp á tíðina, at vit finna tilmælið fram aftur og fáa mannarættindaráðið aftur á dagsskrá. Tí seta vit evnið á skrá á tiltaki týskvøldið 29. apríl kl. 20 við framløgu og politiskum [...] í Rættarnevndini) og Helgi Abrahamsen (næstformaður í Rættarnevndini) orð um mannarættindaráð, avleiðingarnar av at vit ikki hava eitt slíkt ráð og hvørt vit áttu at arbeiða fyri at fingið eitt. Titakið [...] forkvinna í arbeiðsbólkinum, sum gjørdi tilmælið, og á tiltakinum fer hon at greiða frá endamálunum við mannarættindaráðum, hvussu slík ráð kunnu skipast og hvørjir boð arbeiðsbólkurin hevði uppá, hvussu
meiri óvissari og óstabilari tíð enn nú. Og ísamstundis ætla vit at binda okkum fastar til eina risastóra íløgu, sum kemur at leggja eina munandi økta skuld í minst 20 ár – og sum fer at forða fyri øllum [...] fyri. Og vit síggja suðringar í øllum flokkunum. Ongin teirra torir at tala at suðuroyartunnilinum, tí so missa teir atkvøður. Og hinir politikararnir tora ikki at tala at, tí so risikerar mann, at suðu [...] venda flokki og samgongu bakið. Føroyar mugu velja... nú Vit kunnu velja: At byggja fleiri bústaðir. At styrkja psykiatriina. At bøta um barnagarðar og vøggustovur. At hjálpa teimum veikastu At betra um
Hinvegin halda løgmaður og landsstýrið og alt Løgtingið við, at vit hava ikki ráð at lata vera. Enn eru álitini um Suðuroyartunnil og um pensjónsalurin ikki løgd fram. Tað verða tey helst í dag, so tá fæst [...] – Tað ganga so nógvar søgur í hesum døgum, sigur Bjarni Hammer, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin, tá vit spyrja hann um tíðindini um, at hann fer at atkvøða ímóti uppskotinum um at hækka pensjónsaldurin [...] urin. Júst uppskotið um at hækka pensjónsaldurin er ein treyt hjá Ruth Vang og Framsókn fyri at taka undir við uppskotinum um Suðuroyartunnilin, sum er eitt hjartamál hjá ikki minst Bjarna Hammer úr J
í dag, og tað verður helst ikki fyrr enn klokkan 22 í kvøld, lokala tíð, at vindurin fer at minka. - Eftir ætlan skal Fríðrikur, kongur, lenda í Nuuk umleið klokkan 19.30, og vit arbeiða við at finna út [...] illveðrið á Nuuk-leiðini fer at ávirka donsku kongsvitjanina í Grønlandi. Sambært Sermitsiaq er stormávaring í Nuuk, og at kalla øll flogferðsla til og úr Nuuk er avlýst. Sagt verður, at Tuukkaq-flogfarið, sum [...] millum Nuuk og Keypmannahavn, kemur ikki sum ætlað í dag. Air Greenland upplýsir, at atlantarhavsflogfarið í dag er avlýst orsakað av stormávaringini í Nuuk. Sambært DMI kann væntast, at tað verður stormur
Konsertin verður hildin í samstarvi við OY. Tað er eingin ivi um, at hetta verður bæði vilt og óvanliga gott! Tú kanst longu nú tryggja tær atgongumerki við at keypa eitt Vikuskiftispass til FO Tatt Fest [...] í Dansifrøi, og toymið gleðir seg ómetaliga nógv til at bjóða vælkomin til eitt vikuskifti við nógvari tatoveringalist, tónleiki og festligum upplivingum. 22 tatovørar úr øllum heiminum og 1 piercari eru [...] eru spent upp á at prýða føroyskar kroppar við vøkrum listaverkum. Tú kanst lesa meira um tatovørarnar og teirra stílar við at vitja heimasíðu okkara tattfest.fo ella við at fylgja okkum á sosialu miðlunum
sum um, at alt er gott og trygt búskaparliga í Føroyum. Tað almenna hevur ein stóran búskaparligan haldføristrupulleika og eitt bygnaðarligt hall hjá landskassanum. Hetta merkir, at tað vísir seg at vera [...] Føroyum. Tað er trupult hjá politisku skipanini at vita nágreiniliga, hvar skilagott ella mest upplagt er at fremja nýskipanir og bygnaðarbroytingar innan tað almenna sum heild og samstundis tryggja, at talan [...] Sambandsflokkinum var: • at framtíðartryggja vælferðarsamfelagið • at betra samstarvið og samskipanina millum tað almenna og vinnuna • at betra um búskaparliga haldførið í samfelagnum • at tryggja eitt kappingarført
ábyrgdarblaðstjóri á Børsen og byrjar sum nýggjur aðalstjóri í DR 1. august. Tað sigur hann við Børsen. Corydon kallar tað "ein stóran framíhjárætt" at vera blaðstjóri á Børsen. Tað hevur hann verið síðani [...] stovnin og starvsfólkini væl inn í næsta kapittul hjá DR". Tað sigur Lose í tíðindaskrivi frá DR. - Við hansara journalistisku royndum, leiðsluávirkan og fatan av bæði samfelagnum rundan um og globala [...] Danmark. DR hevur møguleika veruliga at knýta allar danir saman - og skal samstundis virka við djúpari fatan av, at stovnurin hoyrir øllum fólkinum til. - Samstundis má og skal almenna tænastan geva eitt avgerandi
Russlandi vænta tey, at góða sambandið við Norðurkorea fer at halda fram og fer at mennast á øllum økjum, siga tey í Kreml. Tað var í gjár, at Norðurkorea fyrstu ferð váttaði, at norðurkoreansk herfólk [...] i, at russiski forsetin, Vladimir Putin, nú takkar norðurkoreanska leiðaranum, Kim Jong-un, fyri hjálpina í russisku Kursk-regiónini. Tað var her, at ukrainski herurin í fjørheyst gjørdi innrás og tók [...] Ukrainski herurin hevur verið inni í Kursk-regiónini til nýliga, og tað er serliga her, at norðurkoreansku herfólkini hava hjálpt russum at rikið ukrainar útaftur. Russar siga seg hava tikið landaøkið í
vakmyndatól, so tað sæst týðuliga, hvør tað er, sum hevur tikið vørurnar. – Vit hava ikki funnið viðkomandi enn, men vit royna at finna fram til, hvør tað er. Tað gera vit fyrst við at vísa myndirnar [...] kanna myndirnar innanhýsis, uttan at finna út av, hvør kvinnan er. Tí verða myndirnar av henni helst almannakunngjørdar í dag við eini áheitan á fólk um at hjálpa løgregluni at eyðmerkja kvinnuna. [...] innanhýsis hjá løgregluni, men um tað ikki riggar, so skal støða takast til, um myndirnar verða almannakunngjørdar, segði vaktleiðarin dagin eftir stuldurin. Og hartil er løgreglan komin nú. Tey hava kanna
neyðugt at kalla tingið saman, so verður tað gjørt. Men tað verður bara gjørt í serligum førum, sum til dømis í eini verkfalsstøðu, skuldi tað verið neyðugt. Í fjør vóru 69 tingfundir, og var tað lægsta [...] tal av tingfundum í mong ár. Tað metið niðureftir verður kanska tikið í ár, tí tað verða sambært skránni bara fimm tingfundir afturat hesa vikuna og hesa tingsetuna, um tað gongur sum ætlað. Taka vit seinastu [...] apríl. Tað er tó broytt seinnu árini til logri úti í maimánaði. Tveir tingfundir vóru í síðstu viku, og vóru teir nummar 58 og 59. Fimm afturat hesa vikuna gevur 64 tingfundir fyri hesa tingsetuna. Tað er