Kreml sigur í tíðindaskrivi, at russiski forsetin, Vladimir Putin, nú takkar norðurkoreanska leiðaranum, Kim Jong-un, fyri hjálpina í russisku Kursk-regiónini.
Tað var her, at ukrainski herurin í fjørheyst gjørdi innrás og tók eitt russiskt landaøki, sum svarar til umleið støddina av Føroyum.
Ukrainski herurin hevur verið inni í Kursk-regiónini til nýliga, og tað er serliga her, at norðurkoreansku herfólkini hava hjálpt russum at rikið ukrainar útaftur.
Russar siga seg hava tikið landaøkið í Kursk aftur, sum ukrainar hava sitið á, men Ukraina sigur, at hetta er ikki rætt, og at bardagar framvegis eru í økinum.
- Norðurkoreansku herfólkini hava spælt ein týdningarmiklan leiklut, og her hava teir latið lív fyri Russland, sigur Kreml í tíðindaskrivi.
Í Russlandi vænta tey, at góða sambandið við Norðurkorea fer at halda fram og fer at mennast á øllum økjum, siga tey í Kreml.
Tað var í gjár, at Norðurkorea fyrstu ferð váttaði, at norðurkoreansk herfólk hava kríggjast á russiskari síðu í Ukraina, veit tíðindastovan NTB at siga.