Eftir ætlan skal danski Fríðrikur, kongur, lenda í Nuuk umleið klokkan 19.30, lokala tíð í kvøld, men nú er óvist, um fráboðaða illveðrið á Nuuk-leiðini fer at ávirka donsku kongsvitjanina í Grønlandi.
Sambært Sermitsiaq er stormávaring í Nuuk, og at kalla øll flogferðsla til og úr Nuuk er avlýst. Sagt verður, at Tuukkaq-flogfarið, sum flýgur millum Nuuk og Keypmannahavn, kemur ikki sum ætlað í dag.
Air Greenland upplýsir, at atlantarhavsflogfarið í dag er avlýst orsakað av stormávaringini í Nuuk.
Sambært DMI kann væntast, at tað verður stormur í hvirlunum av landsynningi í dag, og tað verður helst ikki fyrr enn klokkan 22 í kvøld, lokala tíð, at vindurin fer at minka.
- Eftir ætlan skal Fríðrikur, kongur, lenda í Nuuk umleið klokkan 19.30, og vit arbeiða við at finna út av, um stormurin fer at fáa ávirkan á kongsvitjanina í Grønlandi, skrivar Sermitsiaq í morgun.