hevur alla tíðina stuðlað andstøðuni, og tí góðtaka vit ikki teirra atfinningar, segði Robert Mugabe. Hann legði tó afturat, at lond í Vesturheiminum eru vælkomin at veita Zimbabwe hjálp. Sambært hagtølunum [...] sum finnast at stýri hansara. Teir kunnu heingja seg, sigur hann. -Hatta er tað vanliga tvætlið, sum vit hoyra úr Vesturheiminum. Teir finnast at stjórnini, tí hon roynir at forða fyri harðskapi og at revsa [...] hjá Mugabe. Beint undan tíðindafundinum hevði Mugabe hitt forsetan í Tanzania, Jakaya Kik, sum var komin at royna semju millum stýrið hjá Mugabe og andstøðuna, men orðalagið hjá Mugabe bar ikki boð um semju
um nevið á súlu - Vit kunnu bara fegnast um, at sjómenn eru uppmerksamir uppá plastdálking. Tað er betryggjandi, tí so vita vit, at tað ikki eru teir, sum blaka plastikk út. Tað eru ikki meira enn nakrir [...] samrøðu við Sosialin í farnu viku, og nú síggja vit eina staðfesting av hesari útsøgnini. - Tað eru so nógv djór, ið koma illa fyri av plastdálkingini, og tað, vit síggja, er bara toppurin av ísfjallinum
- Hóast vit taptu 3-1, haldi eg at vit spældu ein góðan dyst. Vits eta trýst á teir í fyrra hálvleiki, men vit megna tíverri ikki at halda leiðsluni hálvleikin út. Í seinna hálvleiki gera vit eitt keðiligt [...] víðari uppá. - Menn kempa væl, og vit høvdu veruliga sett okkum fyri at venda keðiligu gongdini. Nú taptu vit, men eg haldi, at vit høvdu uppiborið í øllum førum eitt stig. Vit hava broytt spælskipan til 4-4-2 [...] torført at siga, hví vit lata so nógv mál ígjøgnum, tí at verjan er stórt sæð tann sama. Men tað er alt liðið, sum stendur í verjustøðu, og tað hava vit ikki dugað nóg væl higar til. Vit hava eisini latið
ólavsøkan broytt nakað, nú synirnir eru vorðnir vaksnir. - Nú hava vit eitt sindur meira tíð at fara til tiltøk, sum vit sjálvi hava hug til, sigur Anna. - Men um kvøldini hava vit eina bundna uppgávu, og [...] so taka vit okkum meira av løttum tann fyrra dagin, sigur Anna. Anna og Jenis plaga at royna fara til tiltøk á ólavsøku, men tað eru serliga útimøtini, sum tey fara til. - Kl. 18 í gjár vóru vit til útimøti [...] útimøti hjá Frelsunnar Herinum, har vit hoyrdu góða talu og góðan horntónleik, og seinni vóru vit á útimøti uttan fyri Ebenezer, sigur Anna. - Eitt sakna vit, og tað er lovsongsløtan, ið plagdi at vera í
ein avloysara fara út til tey gomlu, nú støðan er so ring. Tár í eygunum Petra Persson sigur, at tey gomlu eru ógvuliga skelkað av tíðindunum um døgurðatænastuna, sum nú heldur uppat og taka ímóti henni við [...] eygunum. - Tey gomlu eru skelkað, og tey spyrja hví so er. Eg kann ikki siga, hvussu tað ber til, tí tað er ikki mítt borð. Eg má viðganga, at tað kennist ógvuliga svárt, tí fleiri eru av teimum gomlu, sum [...] Sjálv er Petra eitt av teimum arbeiðsfólkunum á Lágargarði, sum eru søgd úr starvi, og tað stóð henni frítt, um hon vildi koyra døgurðan út hósdagin, ella um hon vildi sleppa undan. Petra sjálv ivaðist
undanfarnu. Men so skulu vit heldur ikki møta stórvegis trupulleikum á ferðini, eins og vindur og streymur mugu verða okkum til vildar. - Gongur alt hetta upp í eina hægri eind, kunnu vit leggja at hinumegin [...] harmiligt, at vit máttu gevast so stutt úr landi. Men eg fekk so í øllum førum ein forsmakk uppá, hvat tað vil siga at rógva millum lond. - Men henda ferðin við La Mondiale verður av heilt øðrum slagi. Nú skal [...] áður. Men tá hevur tað altíð tikið longur enn ein mánað. Ein av felagsskapunum sum hava roynt hetta eru menn í Ocean Row Events. Í januar í ár róðu teir úr Kanarisku Oyggjunum til Barbados eftir 33 døgum
astu á Psykiatriska deplinum umrøddur, men nú 17 ár seinni er enn eingin slík telefontænasta sett í verk. Les eisini: Sálarsjúk hava ongan at ringja til Vit hava spurt depilsleiðsluna á psykiatisku deild [...] i. Góð hjálp at heinta í Danmark Í Danmark eru fleiri ymisk telefonnummur, sum sálarsjúk kann ringja til, alt eftir hvørjari støðu mann er í. Har er eitt nú sjálvmorðshjálpin, Livslinien , sum svarar [...] likamliga sjúku, sigur Beinta Danielsen, leiðandi læknaskrivari á Psykiatiska deplinum. Sama svar fingu vit frá Almannaverkinum. Beinta Danielsen sigur, at egin lækni ella vaktlækni handlar uppá støðuna, um
at nøkur eru, sum eru so illa fyri, at tey ongi sømulig mørk virða í kjaki, sigur Jenis av Rana. Tað er ongin loyna, at tú ert politikari, og nú landsstýrismaður, við greiðum meiningum. Kunnu vit vænta, [...] frá Virðislønarnevndini. Ístaðin handaði hann Serstøku Virðisløn Landsins. Vit hava sett Jenis av Rana nakrar spurningar, nú kjak hevur tikið seg upp, um hví hann ikki fylgdi innstillingini: Hví valdi [...] í gjárkvøldið. Heldur burdu tey glett seg saman við teimum! Eg skammist yvir, at nøkur eru so lítið at sær komin, at tey vanvirða gamlan føroyskan sið at bera okkara eldru teirra uppibornu tøkk, sigur
- Hvat hevur ólavsøkan at siga fyri teg? Nú eri eg uppvaksin í miðbýnum í Havn, so tað er nærum sjálvsagt, at ólavsøkan altíð hevur verið hæddarpunktið á summarinum fyri meg. - Hvat er tað besta við ólavsøkuni [...] til Kommunuskúlagarðin, sum tá var tað heilt stóra. Hóast tað ikki longur er tombola og tivoli, sum eru tað besta, so hevur góða hugalagið, og tað at práta við fólk oman eftir gongugøtuni á ólavsøku eina [...] vera politikkari, tá eg bleiv vaksin. Men einaferð á ólavsøku, tá eg var um 10-11 ára aldur, sótu vit heima í stovuni og hugdu í sjónvarp, meðan Tingið varð sett. Tá gekk tað brádliga upp fyri mær, at
lærarayrkið, og hóast árini eru mong, trívist hann framvegis sum lærari. Áðrenn vit fara víðari, kunnu vit leggja aftrat, at Arni Teindal eisini hevur røkt onnur álitisstørv, eitt nú í umboðsráðnum hjá Betri [...] harmast meira enn vit her í Fámjin um, at tunnilin gjørdist so kostnaðarmikil, tí gróttilfarið var so svikaligt. Um okkurt kundi verið gjørt øðrvísi, vita vit ikki, men hetta eru ting, sum vit onga ávirkan [...] eftirklókur, men í øllum førum eru fólk í Fámjin sera fegin, og tað er eingin ivi um, at hetta verður ein góður tunnil. - Nú vóna vit bara, at Landsverk fer at skipa so fyri, at vit eisini fáa eina góða og