- Teir vóru effektivari

Rúni Rasmussen hjá Skála er runavíkingur og hevur eisini leikt við NSÍ.

- Hóast vit taptu 3-1, haldi eg at vit spældu ein góðan dyst. Vits eta trýst á teir í fyrra hálvleiki, men vit megna tíverri ikki at halda leiðsluni hálvleikin út. Í seinna hálvleiki gera vit eitt keðiligt sjálvmál, og vit skora ikki uppá ein risa kjans í hinumn endanum. Eg haldi, at NSÍ vóru ótrúliga effektivir, tí at teir høvdu ikki nakran upplagdan kjans burtursæð frá málunum, sum teir fingu, sigur Rúni.
Hann heldur, at Skála sýndi glottar í gjár, sum teir kunnu arbeiða víðari uppá.
- Menn kempa væl, og vit høvdu veruliga sett okkum fyri at venda keðiligu gongdini. Nú taptu vit, men eg haldi, at vit høvdu uppiborið í øllum førum eitt stig. Vit hava broytt spælskipan til 4-4-2, og tað riggar betri til leikararnar. Har afturat er Pauli komin aftur, og hann hevur sera stóran týdning fyri liðið, sigur Rúni.
Í fjør lat Skála einans 24 mál fara ígjøgnum alt kappingarárið, minst av øllum liðunum í Formuladeildini. Í ár hava teir latið 11 mál fara ígjøgnum uppá einans 3 dystir.
- Tað er torført at siga, hví vit lata so nógv mál ígjøgnum, tí at verjan er stórt sæð tann sama. Men tað er alt liðið, sum stendur í verjustøðu, og tað hava vit ikki dugað nóg væl higar til. Vit hava eisini latið ov nógv keðilig mál fara ígjøgnum. Tað verður betri, tá ið nýggi menninir verða spældir inn á liðið. Teir skulu sjálvandi hava tíð til at venja seg við vøllin, veðrið og annað. Vit ætla okkum at brúka dystin í gjár positivt og kempa næsta dyst, sigur Rúni Rasmussen at enda.