- Hvat hevur ólavsøkan at siga fyri teg?
Nú eri eg uppvaksin í miðbýnum í Havn, so tað er nærum sjálvsagt, at ólavsøkan altíð hevur verið hæddarpunktið á summarinum fyri meg.
- Hvat er tað besta við ólavsøkuni?
Eg minnist frá tí at eg var heilt lítil, at fólk altíð vóru inni hjá okkum á ólavsøku. Hugalagið var altíð líka gott, og fólk sungu og vóru í góðum lag. Eg minnist, hvussu eg og vinkonurnar plagdu at renna yvirum vegin til Kommunuskúlagarðin, sum tá var tað heilt stóra. Hóast tað ikki longur er tombola og tivoli, sum eru tað besta, so hevur góða hugalagið, og tað at práta við fólk oman eftir gongugøtuni á ólavsøku eina heilt serliga sjarmu, sum tú ikki upplivir aðrar dagar í árinum.
- Hevur tú eitt serligt ólavsøkuminni?
Tað er torført at velja eitt úr rúgvuni av góðum minnum, men eg kann fyri stuttleikar fortelja, at frá tí at eg var heilt lítil, segði eg altíð, at eg skuldi vera politikkari, tá eg bleiv vaksin. Men einaferð á ólavsøku, tá eg var um 10-11 ára aldur, sótu vit heima í stovuni og hugdu í sjónvarp, meðan Tingið varð sett. Tá gekk tað brádliga upp fyri mær, at eg ikki vildi vera politikkari hóast alt, tí tey skuldu jú til arbeiðis á ólavsøku, og har gekk markið!










