- Tey gomlu eru skelkað

Fyrrapartin hósdagin fór Petra Persson sum vant út við døgurða til teir 150 pensionistarnar í Havn, sum trúfast hava fingið sín dagliga døgurða frá Lágargarði. Hon dylur ikki fyri, at tey gomlu vóru ógvuliga skelkað, nú boð eru komin um, at frá mikudegnum verður ongin døgurði koyrdur út longur.

Sjálv er Petra eitt av teimum arbeiðsfólkunum á Lágargarði, sum eru søgd úr starvi, og tað stóð henni frítt, um hon vildi koyra døgurðan út hósdagin, ella um hon vildi sleppa undan. Petra sjálv ivaðist tó ikki, tí hon vildi ikki lata ein avloysara fara út til tey gomlu, nú støðan er so ring.

Tár í eygunum
Petra Persson sigur, at tey gomlu eru ógvuliga skelkað av tíðindunum um døgurðatænastuna, sum nú heldur uppat og taka ímóti henni við táurm í eygunum.
- Tey gomlu eru skelkað, og tey spyrja hví so er. Eg kann ikki siga, hvussu tað ber til, tí tað er ikki mítt borð. Eg má viðganga, at tað kennist ógvuliga svárt, tí fleiri eru av teimum gomlu, sum ongan avvarðandi hava, ið kann koma við døgurða til teirra. Spurningurin er so, hvussu nú verður við teimum, sigur Petra Persson.
Hon sigur, at fleiri av teimum gomlu hava lítla og onga kontakt við onnur fólk enn heimahjálpina og tann, sum kemur við døgurða til teirra.
- Tað er eisini ein trygd fyri tey avvarðandi, at tey eldru fáa døgurða koyrdan út. Tørvurin á hesi tænastuni er øgiliga stórur. 150 pensionistar fáa døgurða umvegis hesa tænastuni, men tað kundi verið væl fleiri, tí bíðilistin er langur. Tíverri hava vit ikki møguleika fyri at lata fleiri enn 150 døgurðar út av húsinum, sigur Petra Persson.
Sjálv sigur Petra, at hon bæði vónar og væntar, at tað verður funnin ein loysn upp á trupulleikan, men hon heldur, at tað ongantíð skuldi verið komið so mikið langt, at tey gomlu fáa boð um, at tænastan við at koyra døgurða út heldur uppat.