- Teir skulu hava stórt rós umborð á Ågot

Tað heldur Theresa Jákupsdóttir, nevndarlimur í FNU, um bjargingina av neyðars súluni við eplasekkinum um nevið

Í gjár bjargaði manningin umborð á línuskipinum Ågot einari súlu, sum hevði fingið ein eplasekk vavdan fastan um nevið. Videobrotið av hesum hevur fingið nógvar reaktiónir síðan í gjárkvøldið.

 

Theresa Jákupsdóttir, nevndarlimur í Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag, heldur, at Ågot manningin hevur uppiborið rós fyri hetta.

 

- Teir skulu hava stórt rós umborð á Ågot, sigur hon.

 

Les eisini: Eplasekkur vavdur fastur um nevið á súlu

 

- Vit kunnu bara fegnast um, at sjómenn eru uppmerksamir uppá plastdálking. Tað er betryggjandi, tí so vita vit, at tað ikki eru teir, sum blaka plastikk út.

 

Tað eru ikki meira enn nakrir dagar síðani, at føroyingar í hópatali ruddaðu Føroyar á altjóða ruddingardegnum 15. september. Tá var eitt av fokuspunktunum nettupp tað, at súlur doyggja av tráði og øðrum ruski, sum tær fáa fast í nevið.  

 

- Súlurnar kunnu fáa reipið fast í nevið, og tær fáa tað ikki av aftur, og tí doyggja summar av tí. Tað er eisini ein trupulleiki, at ungarnir kunnu doyggja í reiðrinum, tí teir verða fløktir í reipinum, segði Ingmar Valdermarsson á Løgmansbø í samrøðu við Sosialin í farnu viku, og nú síggja vit eina staðfesting av hesari útsøgnini.

 

- Tað eru so nógv djór, ið koma illa fyri av plastdálkingini, og tað, vit síggja, er bara toppurin av ísfjallinum, sigur Theresa Jákupsdóttir.