fram við bussføraranum, sum um var hann ein robottur, sum ikki var nóg verdigur at heilsa uppá – ella yvirhøvur tað, at síggja hann sum menniskja, tá ið farið var umborð á bussin. Sum vit høvdu staðið [...] onnur, kundu vit tá kortini ikki lært eitt sindur av teimum nýíkomnu »havið-ein-góðan-dag« hjá Mylnuni og Á-handlunum? Bara ein tanki… [...] mínum íblástur sum ein forkunnugur gestur, sum enntá framleiddi ost og búði úti á landinum í Suðurfraklandi, har ið sólin skínur oman og niðan. Men fert tú inn í ein skúlaflokk í Fraklandi
óveðri og aftur nú í heyst fór ein ringur til botns, men missurin hesuferð var ikki so stórur, sigur Heri Hjelm. Og omaná alt fekk hann eisini ILA í eitt av brúkunum. Alt hetta førdi til, at alt fólkið varð [...] sum teir eru uppi í, fyri bakka og verður selt. Tí hevði tað verið ein góð loysn, soleiðis sum støðan nú er, at bankarnir umskipaðu ein part av skuldini til partabrøv sum teir síðani kunnu selja aftur, [...] laksavirkinum í Vági er alt annað enn góð. Tað ásannar Heri Hjelm, stjóri á virkinum. Alivirkið hjá Hera Hjelm í Vági, er eitt av virkjunum í Føroyum, sum Pan Fish eigur ein stóran part av og nú norska stórfelagið
lyndi. Hetta eyðkennir tykkum suðuroyingar. Hetta eyðkendi eisini útvarpssendingina á Sevmýri. Tá ið Tórður Mikkelsen spurdi konuna, Ásu, hvussu maðurin, Jóan Pauli, hevði tað - og um hann var klárur, [...] er gott, at onnur kunnu minna okkum á hetta. Og hetta hendi fyri meg seinasta sunnudag. Eg sat undir liðini á formanninum í altjóða oyggjaleikanevndini. Hann var í Føroyum saman við restini av nevndini [...] svaraði hon “Ja”, men legði so afturat “men hann er fáminingur”. Hetta varð sjálvandi sagt í skemti, men hetta kundi bent á, at onkur heldur, at fáminingar ikki altíð eru heilt klárir. Men eitt veit eg
Jammus á Skála var skipari. Har var sera gott at vera umborð. Ein av manningini var verandi løgtingsformaður Edmund Joensen, sum er sonur Pól. Hann var ein fittur og raskur drongur, og hann var deiligur at [...] kundi koma við. Men hetta legði eg líka í. Beinin, eg hevði gjørt Póli, var ein dagin, veðrið var av tí besta. Tað var ein lítil kild av landnyrðingi í Gjáarkjaftinum. So síggja vit, at ein motorur liggur og [...] Gjónna. So var báturin tømdur har. Hann var fullur av sandi. Síðan fóru vit inn í Funningsfjørð við honum, men tá var ein annar bátur, sum eisini sleipaði. Báturin við motorskaðanum var ein bátur hjá Póli
uppruna. Hann var ásettur við kongligari fyriskipan 27. mars 1686, og skuldi koma ístaðin fyri eitt ótal av biðidøgum, sum eingin fekk skil á. Dagurin var strangliga hildin, og gamalt var, at frá vestri [...] fyri mannaættini í síni heild, sigur ein opinskáraður Jokeren. Og hann heldur fram: - Eg upplivi, at eg, við at biðja um fyrigeving, verði betri førur fyri at fyrigeva mær sjálvum og øðrum. Tað er ógvuliga [...] - Eg haldi, at bøn er eitt privatmál millum Gud og tann einstaka. Og hetta er eitt av tí, sum tiltalar meg við protestantismuni, sigur Jesper Dahl, men sum helst er betri kendur undir heitinum »Jokeren«
Kári. Um hollendsku sjúkuna er tað at siga, at hetta er ein búskparlig ?sjúka?, sum kemst av, at ein ov stór mongd av peningi kemur inn í pengarensli, og hetta ger, at lønarlagið og prísr hækka og kappingarførið [...] samfelagið. ?Hetta er ein góð helvt av ríkisveitingini. Tað er neyðugt, at viðtøkurnar um, at búskapargrunnurin bert kann útgjalda realavkastið, verða staðfestar í stýrisskipanarlógini, sigur ein avgjørdur [...] uppsparing, heldur enn út gjøgnum vindeyga. Hetta hevði serliga komið væl við hjá barnafamiljum, sum eisini seinni kundi selt hetta aftur og keypt sær okkurt annað. Hetta hevði verið møguligt, tí tey í veruleikanum
Ein etur ofta skerpikjøt upp á breyð og er tískil stórur og sterkur. Men hesin hevur ikki so góð evnir. Ein annar er vanur við nøtte ella sjokulátu, hevur ein nógv minni kropp, men hevur so væl signað [...] signað góð evnir, at hann altíð sleppur undan takklingum. Ein triði hevur ikki so gott tamarhald á beinunum og bóltrætninginum. Tann í Manchester United búna líkist Kára Reynheim og hevur serligan hug at hava [...] venjararnir. Ein teirra, ið hevur verið venjari nøkur ár, og sum seinastu árini meira hevur fingist við samskipan av tiltakinum, er Petur Simonsen. Vit hava spurt hann, hvønn týdning ein slíkur skúli hevur
um markið millum Bretland og Føroyar í trúnaði, uttan at nakað er likið út um hetta. Sjálvt tá málið var avgreitt, og hetta kom fram í fjølmiðlunum, vóru allir smálutir hildnir innanfyri uttanlandsnevndina [...] at fáa greiðu á viðurskiftunum, soleiðis, at eg ikki standi eftir, sum ein, ið hevur stolið av kassanum. Sjálvur meti eg meg sum ein lønmóttakara hjá formansskapi løgtingsins, og avgerin, ið arbeiðsgevarin [...] Tað kann ikki vera mær at lasta, at politiksa starv mítt ger, at eg eri noyddur at vera nógv í Havn. Somuleiðis ger politiska starv mítt eisini, at eg eri noyddur at vera nógv í Keypmannahavn, men hóast
skjótast. Tað var ikki so farligt, um húsini vórðu liðug beinanvegin. Tí tað blivu tey við tíðini, tá vit so líðandi gjørdu meira og meira liðugt.” Hetta fortaldi ein eldri kvinna mær. Og hetta er ikki fyrsta [...] eg hoyri um júst hetta. Hetta setti nakrar tankar í gongd um, hvussu støðan er á nógvum mótum í dag. Hetta er ikki bara ein søga um, hvussu tað gekk fyri seg, tá nøkur bygdu hús. Hetta er eisini søgan um [...] heimaftur. Tað er ikki ein einføld loysn uppá tann trupulleikan, men góð og fjølbroytt útbúgvingartilboð er ein. Tað er við til at skapa ein sunnan búskap. -- Og tá vit tosa um ein sunnan búskap, er tað
vil tað, og tað vindur meiri uppá seg, at fólk brúka tað. Her verða tey eygleidd og fáa vegleiðing. Tað er ein nógv betri loysn, enn at alt møguligt verður roynt. Royndirnar eru góðar, men úrslitini eru [...] øsing og stórt kjak í Danmark. Sendingin fylgdi einum ungum foreldrapari fyrstu tíðina barn teirra var komið til verðina og staðfesti, at tey als ikki vóru egnað at taka við ábyrgd sum foreldur Í Føroyum [...] millum móðir og barn, og tí ber til at grípa inn tíðliga. Hjá summum foreldrum skal lítið gerast, ein samrøða ella eitt sindur av frálæru, og so klára foreldrini seg, sigur Sólrun Jacobæus. Tað eru kanningar