Er »góðan dag« ov nógv at tí góða?

Napoleon Smith hugleiðir um hetta, sum í franskari mentan er øgiliga ófólkaligt – ikki at heilsa og siga »góðan dag«

Eru vit føroyingar og norð­ur­lendingar ver­u­­liga so aftur­hald­andi av lyndi, at okkara tøgn altíð kann rættvísgerast ment­an­ar­liga? Og er tað ov nógv av tí góða at siga ”góðan dag”, »far­væl« og »takk«, og at fáa eitt stutt eygnasamband í lag við tann, sum stendur yvir av tær í ger­and­is­degnum?

Síðan at eg flutti heim úr Frak­landi og Týsklandi havi eg mang­an kent meg sum eina ment­anarliga kamelión, sum alla tíðina skiftir lit, alteftir hvørjari mentan, ið eg standi yvir fyri. Og ikki minst eftir, at eg havi meld­að meg til www.couchsurfing.com sein­asta november, havi eg ferð eftir ferð sæð mína egnu men­t­an uttanífrá við ”gestsins eyg­um”.

Og í morgun tók eg bussin út á Glas­ir saman við eini franskari krab­b­agoggu, sum aftur fekk meg at síggja okkum sjálvi úr sjón­ar­horn­i­num hjá einum, har ið tað at heilsa upp á hvønn ann­an bæði málsliga og kroppsliga er grundleggjandi høffligheit.

Eg hevði bjóð­að hesi ungu fronsku dam­uni í mín und­ir­vís­ing­ar­tíma fyri at geva næm­ing­um mínum í­blást­ur sum ein for­kunn­ug­ur gest­­ur, sum enntá fram­leiddi ost og búði úti á land­i­num í Suð­ur­frak­landi, har ið sól­in skínur om­an og niðan. Men fert tú inn í ein skúla­flokk í Frak­landi og Týsk­landi, so reisa fólk seg brosandi fyri tær og siga »góð­an dag harra Smith« og vísa har­við, at tey hava lagt merki til tín, sum tú komst inn í rúmið, með­an hetta ikki kem­ur av sær sjálvum her í Føroyum.

Ofta er ongin reaktión (snild­fon­ir­nar vika seg ikki av sær sjálv­um), og suðurlendski gest­ur­in kenn­ir á sær, at eingin hev­ur lagt merki til hann, hvørki tá ið hann kom, ella tá ið hann fór.

So verði eg sum lærari noydd­ur at gera næmingar tilvitaðar um, at í franskari mentan er hetta øgiliga ófólkaligt, og so fái eg okk­urt pá­tvungið »góðan dag« ella »far­væl«, tá ið eg gav tek­in til hetta. »Jamen soleiðis eru vit før­oy­ingar!«, sig­ur onkur kanska.

Útkomin úr flokkinum beit hin franska eisini merki í, at ein sum keypti í kantinuni hvørki hugdi upp á kassadamuna ella segði nakra ljódliga heilsan, men bipp­aði bara sítt visakort í­gjøgn­um uttan sjónligt lívstekin. Og í­gjøgn­um hesar smáu ment­an­ar­hvøkk­ir hjá vinkonuni, byrjaði eg at síggja føroyska ger­and­is­dag­in við fronskum brillum, og sá, hvussu ið fólk gingu fram við buss­før­ar­anum, sum um var hann ein robottur, sum ikki var nóg verd­ig­ur at heilsa uppá – ella yv­ir­høvur tað, at síggja hann sum menniskja, tá ið farið var um­borð á bussin.

Sum vit høvdu staðið í buss­steðg­i­stað­num fram til buss­ferð­ina, hevði franska ferðagentan sam­stund­is sagt, eins og hin týska couchsurfarinnan heima við hús, at hon sjálvdan hevði upp­livað so fitt fólk sum her í Før­oy­um; tann týska hevði enn­tá ilt við at trúgva, at fólk kundu vera so fitt – slíkt fanst ikki í Týsk­landi, sum hon málbar seg.

Við øðrum orðum í tí løtu, tá ið aft­ur­haldna gerandisskræðan í næsta sekundi letur seg upp eins og kópa­konan, og tú verður bjóð­að­ur og hjálptur inn til tað besta av tí besta hjá tí persóni, sum tú breyt ísin hjá.
Men nú ið snildfonirnar eru vorðn­ar so snildar, so at okkum ikki long­ur nýtist at útseta okk­um fyri tí óbehagiliga at skula heilsa upp á onnur, kundu vit tá kort­ini ikki lært eitt sindur av teim­um nýíkomnu »havið-ein-góð­an-dag« hjá Mylnuni og Á-handl­u­num?

Bara ein tanki…