Bøn er eitt privatmál

Fyri danska rapparan ”Jokeren” er trúgvin og bønin ein natúrligur partur av gerandisdegnum.

- Eg haldi, at bøn er eitt privatmál millum Gud og tann einstaka. Og hetta er eitt av tí, sum tiltalar meg við protestantismuni, sigur Jesper Dahl, men sum helst er betri kendur undir heitinum »Jokeren«.

Sjálvur dylur hann ikki fyri, at hann biður dagliga.

- Eg hevði ongatíð viljað tosa alment um mína trúgv, um tað ikki var tí at eg ofta verði spurdur um tað í miðlunum.

- Men tá eg geri tað, haldi eg at tað er best at vera erligur og sannur, sigur hann við kristendom.dk.


Undurfulli heimur

Sjálvur er hann ikki fyri at noyða onnur at halda tað sama sum hann.

Hinvegin er hann av teirri sannføring, at heimurin í góðum og ringum er eitt so ótrúligt og undurfult stað at búgva í, at hann finnur ongan møguleika í at vera fríteinkjari.

- Eg biði bønina Faðirvár, sum Jesus í Bíbliuni heitir á okkum um at gera. Onkutíð biði eg meiri frítt um annaðhvørt fyrigeving fyri syndir mínar, ella eg snøgt sagt takki Gudi fyri alt tað góða í mínum lívi.

- Eg biði eisini fyri mínum næstringum og fyri mannaættini í síni heild, sigur ein opinskáraður Jokeren.

Og hann heldur fram:

- Eg upplivi, at eg, við at biðja um fyrigeving, verði betri førur fyri at fyrigeva mær sjálvum og øðrum. Tað er ógvuliga fríandi ikki at skula bera uppá vreiði, hatur ella sjálvshatur.

Jokeren er tí av teirri sannføring, at øll menniskju er fødd við einum sprituellum eginleika.

- Eg trúgvi, at Gud er kærleiksfullur, og at hann elskar síni børn og sín skapning, endar kendi rapparin samrøðuna.






Dýri biðidagur

Fjórði fríggjadagur eftir páskir. Hann hevur ongan beinleiðis bíbilskan ella kirkjuligan uppruna. Hann var ásettur við kongligari fyriskipan 27. mars 1686, og skuldi koma ístaðin fyri eitt ótal av biðidøgum, sum eingin fekk skil á.

Dagurin var strangliga hildin, og gamalt var, at frá vestri (kl. 6) dýrabiðidagsaftan til vestur dýra biðidag mátti ikki rúka í nøkrum húsi. Tey gomlu fastaðu eisini hetta samdøgrið. Í Suðuroy verður dagurin róptur »heiligfríggjadagur«