Einasta amboðið á pallinum er ein knívur. Restin er ein náðileys ferð gjøgnum myrka sinnið hjá eini ungari kvinnu móti sjálvmorðinum. Pallurin er Landssjúkrahúsið, og sum áskoðari ert tú í iva, um tú hevur [...] tekstinum, sum stýra mær enn øvut, ásannar Gunnvá Zachariassen, sum í hálvan annan tíma 'vendir ranguna út' á pallinum, sum hon tekur til. Ikki soleiðis at skilja, at leikurin er eitt langt sinnisjúkt ýl uttan [...] er allarsterkast. Tættari kanst tú snøgt sagt ikki koma. Samstundis er hetta ein tekstur, sum virkar á fleiri ymsum løgum, bæði skaldsliga og leiklistarliga uttan nakrantíð at lyfta peikifingurin, sigur
inn á miðvøllin, sum góvu mótstøðuni góðar møguleikar at kontra. Spældi seg tó væl upp eftir steðgin, tá hann mest sum læsti høgra borð av fyri mótstøðuni. 3. Einar T. Hansen, NSÍ (7/0) Var aftur á vinstra [...] málinum, tá hann als ikki fekk fatur á risastóra Maierhoffer, men spældi seg kortini hampuliga væl upp ígjøgnum dystin. Fleiri ferðir fingu stóru áleypararnir at sanna, at Gregersen-maðurin ikki er tann [...] ofta at liggja upp á millumhond, tá okkara vóru í verjustøðu. Stóð seg hinvegin eina best av føroysku spælarunum í pasnings-spælinum, men útskiftingin av moyru beinunum var helst upp á sítt pláss, tá hugsað
talentstjóri hevur nýtt á leið hálva milliard upp á ungar spælarar, uttan at nakar av hesum hevur vunnið seg fram á besta liðið hjá Chelsea. Nakað sum ensku miðlarnir halda vera eina sanna fiasko.
vigaði 3500 gr. 1. sept. fingu Sylvia Henriksen og Rani S. á Lofti, Argir, ein son. Hann var 52 cm langur og vigaði 3250 gr. 1. sept. fingu Gunnvá S. á Lofti og Jens Kristian Haraldsen, Sandavágur, ein son [...] Láberg og Hallur Petersen, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 52 cm long og vigaði 3700 gr. 2. sept. fingu Sanna Hansen og Dánjal Egilstoft, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 53 cm long og vigaði 3600 gr. 2. sept.
halda fram á varligari málreinsanarkós, meðan hin stevnan ynskir at lata standa til, har alt føroyskt er nóg gott. Skilji væl, at lítið hoyrist til umboð fyri reinsanarstevnuna, tá orðaskiftið er á so lágum [...] gjørdu teir tað bragd, at teimum eydnaðist at fáa NT út longu í 1540 og alla bíbliuna í 1580-árunum á egna móðurmáli teirra (Setursrit 4 – E. Fubding). Eitt roysni, ið hvørki norðmenn ella føroyingar megnaðu [...] eftir. Málreinsanarstevnan var alla tíðina varlig og ikki víðgongd. Endamálið var at fáa málið aftur á beint. T. e. At lúka burtur tær grovastu málspillurnar og at byrgja fyri tí ringasta floyminum uttaneftir
tykir mær, eru gloymdar, og manningin tykist stara seg blinda upp á skiparan á brúnni. Haldi, at tað bert er Gerhard, sum er farin upp á brúnna og sagt, at nú má kósin broytast. Mær vitandi fekk hann einki [...] síðan núverandi skipari kom á brúnna, hevur Javnaðarskútan rættuliga broytt kós: Er farin at royna meir og meir í borgarligum sjógvi og hevur havt lyndi til at ota seg inn á farvatn Fólkafloksins. -Tær [...] og úrslit. Loyvi mær at spyrja: Hvønn boðskap hevur núverandi formaður lagt mest dent á? Hvørji nýbrot eru hend á javnaðarleið, síðan hann gjørdist formaður. Og hvussu í allari víðu verð kanst tú selja
rundvísing í Kommunuskúlanum. Um kvøldið var veitsla í leigaðum hølum á Rex, har talur vórðu hildnar og næmingarnir mintust aftur á skúlatíðina. Tilsamans 111 næmingar byrjaðu í 1. flokki í Tórshavnar [...] Johannesen, Johan Svensson, Niclas Rasmussen, Magnus Gunnarsson, Victor Carlsen, Hans Joensen, Jóannes á Váli, Finn Clementsen, Eirikur Simonsen, Eyðun Danielsen, Anfinn Jacobsen, Sámal í Skorini (Skorheim) [...] Svenn Justinussen, Magnus Slættalíð, Niels Sørensen, Jákup Reinert, Elmar í Lon, Luitjen Apol, Bent á Lava og Jóannes Stephansson, Kvinnurnar: Valborg Hjaltalin Jensen (Hjaltalin), Hergerð Joensen (Mørkøre)
skrivar Egil mest um sjúku. Hann hevur tað hampiliga á morgni, men út á dagin gerst hann verri við hosta og spýgging. Henda dag kemur Heerup aftur á vitjan. Hann heldur, at Egil hevur bronkitis, annars [...] Kroner, fra Sanna og Poul Kjælnes to Bøger og en Buket, fra Julinu hjá Søreni et par “skóleistar”. Buket fra Margrethe Effersøe og en fra fru Amaliu Joensen (hjá Grønlands Johan.) Fra Ammalenu á Heygnum fik [...] Om Eftermiddagen kl. 6 blev Herluf Lützen og Sanna Niclasen viede i Kirken. Sendte dem Kort. Om Aftenen læste Faster højt for mig i Bogen Hjartholm. Sanna og Herluf Lützen Herluf Lützen var sonur Jacob
Toftum, í neystinum, í húsinum á trøðni og heima hjá børnunum síggjast prýðiligu lutirnir, sum eru komin frá hansara framúr góðu hondum. At Hartvig eisini sýndi eina sanna skaparagleði, gjørdi úrslitið [...] sjómaður ella landkrabbi, so føldi tú teg verunliga umborð á einum skipi, tá tú vitjaði í “lugarinum” hjá Hartvig. Rúmið innrættað, sum umborð á skipi og øll útgerðin sett upp – snøgt sagt, so manglaði bara [...] er tykkara millum. Hann, sum fylti so nógv í tykkara lívið og sum altíð var har, tá á stóð. Góða Hjørdis, plássið á bonkinum í køkinum, har við vindeygað, er nú tómt. Saknurin er stórur eftir eitt langt
fyrsta álopi fekk KÍ mál. Heðin á Lakjuni fekk fatur á bóltinum í høgru síðu og setti ferð á. Komin í góða støðu sendi hann innfyri, og har var beiggin, Oddmar á Lakjuni, fyrstur á bóltinum og smekkaði hann [...] aftur í yvirtíðini av fyrra hálvleiki var KÍ upp á spæl. Høgni Madsen fór rekandi fram til hornaflaggið í vinstru síðu, har hann hevði hug at steðga á við bóltinum. Hjalgrím Elttør kom honum til hjálpar [...] royndi at verja fyri og gera skjótálop, men tað stóð á gomlum nøglum hjá klaksvíkingum, ið minni enn eitt korter inn í seinna hálvleik máttu sanna, at 2-0 leiðslan var farin. Tá hevði NSÍ fingið tvey mál