Men lívið lærir okkum, at tað, ið vit trúðu fult og fast uppá, og tað, ið vit vóru heilt sannførd um, slettis ikki altíð var soleiðis, ið vit av fyrstan tíð høvdu ímyndað okkum. Men gjøgnum lívið, í útbúgving, arbeiði og felagsskapi við onnur fingu vit so mangan at sanna, at alt ikki var soleiðis samanskrúvað, sum vit - hvør sær - høvdu hugsað okkum. Hugsi tó, at tey allar flestu av okkum gera okkum metingar og meiningar út frá tí grundstøði, ið lagt varð í okkum frá barnsbeini av.
Undirritaði tekur fult undir við javnaðarhugsjónini. Tori væl at siga, at eg eri sosialist. Mær hevði dámt nógv betur, um vit, ið stuðla javnaðarhugsjónini, nevndu okkum demokratiskir sosialistar heldur enn sosialdemokratar. Men fyri árum síðan eydnaðist tað høgrakreftunum at gera orðið sosialist til nærum eitt banniorð, tíverri. Fyri mær hava tey politisku valini verið sera løtt. Havi, síðan eg fekk valrætt, valt Javnaðarflokkin. Dugdi ongantíð at síggja Tjóðveldi sum ein sosialistiskan flokk. Helt altíð, og haldi partvíst framvegis, at Tjóðveldi bar alt ov nógv brá av egoismu og tilgjørdari nationalismu.
Um vit samanbera politisku flokkarnar við ein skipaflota, so er eingin ivi í míni sál, at Javnaðarskútan er og hevur verið tann besta heilt frá tí, hon fór av bakkastokki. Mangan varð siglt og roynt í ringum og baldrutum sjógvi, men skiparar og manning stóðu saman um kósina soleiðis, at vit aloftast, tá saman um kom, kundu semjast um, at túrarnir vóru brúkiligir og góðir.
Mær tykir, at síðan núverandi skipari kom á brúnna, hevur Javnaðarskútan rættuliga broytt kós: Er farin at royna meir og meir í borgarligum sjógvi og hevur havt lyndi til at ota seg inn á farvatn Fólkafloksins. -Tær góðu og kendu leiðirnar, tykir mær, eru gloymdar, og manningin tykist stara seg blinda upp á skiparan á brúnni. Haldi, at tað bert er Gerhard, sum er farin upp á brúnna og sagt, at nú má kósin broytast. Mær vitandi fekk hann einki viðhald. Tvørturímóti fekk hann nakrar ferðir harraboð frá skiparanum um at koma upp á brúnna og standa skúlarætt, tí at hann ikki vildi víkja frá nøkrum moralskum og etiskum reglum, sum vóru galdandi fyri seg.
Í gjár varð nýggj veljarakanning fráboðað, og í »Degi og viku« í gjárskvøldið varð formaður Javnaðarfloksins spurdur um orsøkirnar til ta sera vánaligu undirtøku, flokkurin hevði fingið, um løgtingsval hevði verið nú. Boðini vóru ymisk: Fíggjarkreppa um allan heimin. Tað hevði gingist so sera illa í Íslandi o.s.fr. Men so tað allar besta av øllum: Vit - altso oddafólkini í Javnaðarflokkinum - eru ov vánalig til og duga ov illa at at selja okkara boðskap og úrslit.
Loyvi mær at spyrja: Hvønn boðskap hevur núverandi formaður lagt mest dent á? Hvørji nýbrot eru hend á javnaðarleið, síðan hann gjørdist formaður. Og hvussu í allari víðu verð kanst tú selja borgarlig sambands- og fólkafloksúrslit og vænta, at veljarin við tí fer at tekkjast Javnaðarflokkinum???
Ymist er, hvussu veljarakanningar verða tulkaðar. Í mær er eingin ivi: Javnaðarskútan er farin av kós. Trúgvi neyvan, at skiparin broytir hana stórvegis. Og er hendan veljarakanningin eftirfarandi, so kemur hon væl og virðiliga til ta niðurstøðu: Skiparin má av brúnni!










