sær innivist í skúlanum. Skúlin var útgjørdur við hátalarum, so fylgjast kundi við í tí, sum fór fram í kirkjuni. Kring kirkjuna vóru bussar stillaðir so tey sum har stóðu, kundu seta seg í heitar bussar [...] Christiansen ein sang og manskórið »Menninir« av Strondum sang eisini nakrar sangir. Tá tað var liðugt, endaði Jákup Kass, fyrrverandi prestur minningarløtuna. Aftaná vóru øll boðin út í bygdarhúsið á [...] Fyri at heiðra minninum um teir fimm, varð skipað fyri minningargudstænastu í Sjóvar kirkju páskadag. Jógvan Fríðrikson, prestur á Gjaranesi, segði við Sosialin, at tøknin er so framkomin og so væl var leitað
sum hava mist pinkubørn. Jónsvein Bech prestur hevur minningarhaldið. Ein sjálvhjálparbólkur fyri foreldur sum hava mist pinkubørn hevur verið virkin í suðuroynni nú í tvey ár. Bólkurin hevur verið skipaður [...] Á mammudegnum í fjør skipaðu Gigni og bólkurin fyri líknandi gudstænastu í Porkeris Kirkju, og er ætlani at hava hetta sum eitt afturvendandi tiltak á hvørjum ári, og er mammudagurin í ár aftur valdur [...] minnast í. Gudstænastan er ikki einans ætlað teimum sum hava verið í sjálvhjálparbólk, men øllum sum hava eitt pinkubarn at minnast. - Foreldur og avvarðandi vóru sera glað um gudstænastuna í fjør, og
Jákup Reinert Hansen, prestur og lektari, fer at halda ein fyrilestur um Fríðrik Petersen. Fríðrikur Petersen var fødduri 1853 í Saltnesi. Hann starvaðist sum prestur í Sandoy og í Suðuroy og var eisini [...] Hann var eisini virkin í politikki og var millum annað við til at stovna Sambandsflokkin í 1906, har hann var formaður frá 1906-1917. Hann var limur í løgtinginum í landstinginum í ymsum tíðarskeiðum frá [...] Í ár eru 100 ár liðin síðan Fríðrikur Petersen doyði. Í tí sambandi verður ein minningargudstænasta hildin 2. Hvítusunnudag kl. 18 í Fríðrikskirkjuni á Nesi. Tað skrivar fólkakirkjan á heimasíðu sínari
hevði í mong ár verið støðugt. Í 1955 var tað komið uppá 70. Í 1960 var tað 58. Í 1966 var tað 41 og í 1970 var tað 31. Í dag eru 4 fólk i einum húsi, sum eru fastbúgvandi á Syðradali. Hetta er so ein partur [...] nevniliga í dreymi vanlukkunáttina sæð eitt russiskt sildaskip sigla á Kall og kloyva hann. Mikkjal hevði eisini í dreyminum sæð Jóan Símun í bátinum. Hann hevði eisini kent ein stoyt inn í síðuna í sama viðfangi [...] Símun, fekk eisini ein óeydnuligan deyða. Í 1901 fekk hann blóðeitran umborð á eini slupp undir Íslandi. Viðgerðarmøguleikarnir vóru ringir tá í tíðini. Hann doyði og varð jarðaður í Tórshøfn innast á Langanesi
sera sjónligur í fakfelagsrúminum og á politiska pallinum, og øll hesi 25 árini hevur trúfasti kyndilin logað fyri korunum hjá arbeiðaranum. Tað hevur verið mær ein heiður at sita í nevndini í Havnar Arbe [...] Havnar Róðrarfelag, og hevur myndin av tær og manningini, ið hekk í neystinum, brent seg fast í minni hjá mær, tað er mær fortalt, at tú var ein sera sterkur og góður rógvari. Til tín Kirstin og børnini og [...] og abbabørn: Takk fyri Hans og hansara stóra hjarta, ið Bergur D. Joensen, prestur, lýsti so væl í Vesturkirkjuni. Søgan um kalvan, ið hann so ómetaliga gjarna vildi selja, og eydnaðist tað hjá tí hjartagóða
so eru tað einans tvey ár síðan pápi doyði, tey blivu einans 67 og 68 ára gomul. Mamma var nr. 8 í røðini í einum barnaflokki uppá 13. Sum ung fór hon til Klaksvíkar at arbeiða, har hitti hon pápa og 24 [...] skuldi hava teirra seinasta barn, Tove, var eg eisini upp á vegin við okkara fyrsta. Mamma átti í august og eg í oktober. Hettar gjørdi sjálvandi tað at vit høvdu ótrúliga nógv saman. Mamma var altíð góð at [...] so kedd av at tú ikki upplivdu at Jón bleiv liðugur sum prestur, tað hevði tú glett teg soleiðis til. Eisini hevði tú ætlanir um at koma niður í 50 ára føðingardag hjá Hanus og til 100 ára føðingardag
eini lítil nýbygd hús í einum deiligum villakvarteri í norðara partinum av Århus. Hetta var ein perla hjá okkum gentum at vaksa upp í. Tær eldru gingu í skúla og á frítíðarheimi, eg í barnagarði. Mamma arbeiddi [...] tey livdu í hjúnarlagi í 62 ár, í upp- og niðurgangstíðum, vóru tey saman. Í dag eru tey saman hjá Jesusi, sum tey settu sítt fulla álit á. Tey seinastu árini búðu mamma og pápi í einari íbúð í Klaksvík [...] Tað var í lagi frá mammusa síðu. Tey vóru glað fyri at verða aftur í Føroyum. Tey vóru prestafólk ymsastaðni og endaðu í Kvívík, har pápi fór frá sum 70 ára gamalur í 1985. Tey bygdu sær hús í Kvívík og
november klokkan 16 í Dómkirkjuni. Ann Dahl Hansen, prestur, fer at prædika. og Unn Paturson luttekur við sangi. Eftir gudstænastuna verða øll boðin til ein drekkamunn í Posthúskjallaranum í Tórsgøtu, har øll [...] fyrsta sinni í november í 1997. Undirtøkan var so mikið góð, at avgjørt var at gera hetta til ein vakran og afturvendandi sið, har øll kunnu minnast mista barn sítt uttan mun til, nær og í hvørjum sambandi [...] - Tá vit tendra ljós í kirkjuni fyri børnum okkara, er tað eitt tekin um kærleika, og at børn okkara enn lýsa í hjørtum foreldranna, verður sagt í tíðindaskrivi um minningarhaldið í Dómkirkjuni.
presti. Prestur las úr Luk. 24, hevði bøn og vælsigning. Umframt hetta var tøgn hildin í ein minutt. Eftir løtuna í kirkjugarðinum varð farið í býráðshúsið, har borgarstjórin bjóðaði ein kaffimunn. Í Føroyum [...] Føroyum eru kirkjugarðar við falnum bretskum hermonnum í Miðvági, har 14 eru grivnir, í Tórshavn, har 37 eru grivnir, í Klaksvík, har 6 eru grivnir og í Vági, har 1 er grivin. Gravirnar verða vitjaðar av umboðum [...] Sauternes sakk í Fugloyarfirði 7. desember 1941, sjólótust allir 19 av manningini, og bert 6 vórðu funnir aftur hesir eru allir grivnir í kirkjugarðinum við Skúlan á Ziskatrøð í Klaksvík. Tað sigur
Í morgin klokkan 16 verður minningarhald í Havnar Kirkju fyri børn, ið eru farin. Tað verður skipað sum ein vanlig gudstænasta, og Marjun Bæk prestur prædikar. Áðrenn gudstænastuna er høvi hjá teimum, [...] drekkamunnur í Kirkjustovu. Maria Knudsen og Gudmund Mortensen framføra eitt tónleikastykki við floytu og urgu til gudstænastuna. - Tá ið vit missa eitt barn, missa vit ein part av okkum sjálvum. Ein part av [...] og at børn okkara enn lýsa í hjørtu foreldranna. Minningarhald varð skipað á fyrsta sinni í november 1997. Undirtøkan var so mikið góð, at avgjørt varð at gera hetta til ein vakran og afturvendandi sið