Sunnudagin 8 maj klokkan 18 verður Sandvíkar Kirkja karmur um minningargudstænastu fyri tey sum hava mist pinkubørn. Jónsvein Bech prestur hevur minningarhaldið. Ein sjálvhjálparbólkur fyri foreldur sum hava mist pinkubørn hevur verið virkin í suðuroynni nú í tvey ár. Bólkurin hevur verið skipaður undir Gigni, sum er heilsufrøði til børn og ung, og eru tað Gigni og sjálvhjálparbólkurin sum skipa fyri gudstænastuni.
Á mammudegnum í fjør skipaðu Gigni og bólkurin fyri líknandi gudstænastu í Porkeris Kirkju, og er ætlani at hava hetta sum eitt afturvendandi tiltak á hvørjum ári, og er mammudagurin í ár aftur valdur at minnast í.
Gudstænastan er ikki einans ætlað teimum sum hava verið í sjálvhjálparbólk, men øllum sum hava eitt pinkubarn at minnast.
- Foreldur og avvarðandi vóru sera glað um gudstænastuna í fjør, og upplivdu serliga tað at kunna tendra ljós fyri teirra mistu børnum sum nakað rørandi og gevandi, sigur Sirið Stenberg, sum er ein av fyrireikarunum.
- Gigni og sjálvhjálparbólkurin bjóða øllum til drekkamunn í skúlanum í Sandvík aftaná gudstænastuna, og vóna at tey sum hava eitt pinkubarn at minnast koma til gudstænastuna. leggur hon afturat.
Myndina hevur Erik Christensen tikið