Minningar orð um stríðsmannin og fakfelagsformannin Hans Joensen.

Fyri uml 25 árum síðani komst tú í nevndina í Havnar Arbeiðsmannafelag. Tá kom eg av góðum grundum at kenna teg, eg minnist væl, at pápi mín frøddist um, at tú var komin í nevndina í felagnum. Fimm ár seinnri gjørdist tú formaður fyri Havnina.

Heilt frá byrjan var tú sera sjónligur í fakfelagsrúminum og á politiska pallinum, og øll hesi 25 árini hevur trúfasti kyndilin logað fyri korunum hjá arbeiðaranum.

 

Tað hevur verið mær ein heiður at sita í nevndini í Havnar Arbeiðarafelag hesi seinastu árini saman við tær, og ikki kann sigast annað enn at tú var væl inni í øllum viðurskiftum, tá tað kom til fakfelagsarbeiði.

 

Fyri 1 1/2 ári síðan misti tú tín kæra bróður (Jackie ). Hetta var stórur smeitur hjá tær, tí tú og Jackie vóru so tætt knýttir.

 

Fyri okkum stendur eitt tómrúm og saknurin eftir teg verður stórur.

 

Eg minnist sera væl tey árini, ið tú róði við Gongurólvi hjá Havnar Róðrarfelag, og hevur myndin av tær og manningini, ið hekk í neystinum, brent seg fast í minni hjá mær, tað er mær fortalt, at tú var ein sera sterkur og góður rógvari.

 

Til tín Kirstin og børnini og abbabørn:

 

Takk fyri Hans og hansara stóra hjarta, ið Bergur D. Joensen, prestur, lýsti so væl í Vesturkirkjuni. Søgan um kalvan, ið hann so ómetaliga gjarna vildi selja, og eydnaðist tað hjá tí hjartagóða smádronginum úr Skopun, sum brendi fyri at geva.

 

Og so tá prestur greiddi frá um stellið, ið hann so glaður hevði keypt mammuni fyri peningin, hann fekk fyri kalvan, ið hann sum so lítil smádrongur ikki megnaði sjálvur at bera heim, men mátti fáa dreingir at hjálpa sær.

 

Hetta lýsir Hans so sera væl, og hvussu hann var.

 

Havnin hevur mist ein stríðsmann og vin. Eg vil við hesum orðum lýsa frið yvir minni um Hans Joensen.

 

 

 

Kári Johansen