Í morgin klokkan 16 verður minningarhald í Havnar Kirkju fyri børn, ið eru farin. Tað verður skipað sum ein vanlig gudstænasta, og Marjun Bæk prestur prædikar.
Áðrenn gudstænastuna er høvi hjá teimum, sum hava hug til tess, at tendra ljós, og eftir gudstænastuna verður drekkamunnur í Kirkjustovu.
Maria Knudsen og Gudmund Mortensen framføra eitt tónleikastykki við floytu og urgu til gudstænastuna.
- Tá ið vit missa eitt barn, missa vit ein part av okkum sjálvum. Ein part av okkara framtíð, ein part av okkara samleika. Vit náddu at knýta sterk bond til børn okkara, annað hvørt tey vóru fødd ov tíðliga, til tíðina ella vit hava livað saman við teimum, verður skrivað í tíðindaskrivi og víðari stendur:
- Saman minnast vit tey farnu børnini við einum dámi av góðsemi og fløvan, einum siði við ritualum, ið er við til at binda bond ímillum fortíð og framtíð. Tá ið vit tendra ljós fyri børnum okkara, er tað eitt tekin um kærleika og at børn okkara enn lýsa í hjørtu foreldranna.
Minningarhald varð skipað á fyrsta sinni í november 1997. Undirtøkan var so mikið góð, at avgjørt varð at gera hetta til ein vakran og afturvendandi sið, har øll kunnu minnast mista barn sítt – óansæð nær og í hvørjum sambandi barnið er mist.