vísir seg, at tey skuldu fáa brúk fyri hesum litblýantum longu henda fyrsta skúladagin. Innkomin í flokshølið gevur lærari teirra teimum nevniliga ta fyrstu uppgávuna í skúlatíðini: At tekna seg sjálvi [...] foreldrum sínum var hon farin tíðliga frá húsum teirra Norðuri í Sundum, har hon býr. Og Hanna hevur glett seg øgiliga nógv til henda fyrsta skúladagin. - Jú, eg eri øgiliga spent, sigur Hanna. Hon er fámælt í [...] at henni fer at dáma væl at rokna. - Men mær dámar eisini væl at skriva og lesa, sigur hon. Hon ger seg til reiðar at fara innar í skúlan, har flokslærari hennara, Jón tekur ímóti henni, foreldrum hennara
øllum til “julebord” – ið er ein gomul norsk siðvenja, sum mín norska omma í Kanada altíð borðeiddi fyri okkum. Hevur tú nakra jólasiðvenju? - Stress er líkasum høvuðstraditiónin…nei, tvætl! Men av tí at [...] pynta nakað fyrr enn desember mánaði er komin, tí eg haldi, at november hevur uppiborið at fáa frið fyri okkara jólatrongd. Er tað nakað, sum tær serliga dámar væl við jólunum? - Mær dámar væl tann fjálga [...] og tey góðynski, sum vit bera hvør øðrum. Og so er tað so rørandi at síggja, hvussu børnini gleða seg og telja dagar. Hvat plaga tit at eta á jólum? - Aftur har er tað øgiliga ymiskt, men tá eg haldi jól
at snúgva seg um líti_ vi_komandi og kunstig mál, sum eru uppi júst í tí tí_ini. Hann sigur seg hava varhugan av, at valstrí_i_ hesafer_ ver_ur tamt, men væntar, at ta_ eisini fer at snúgva seg um føroysku [...] Olsen. - Eg havi altí_ brent fyri tí uttanríkispolitiska, og ta_ liggur í mær at vilja royna hesi tingini av ? og koma Føroyum fram, sum hann tekur til. Hann heldur, at áhugin fyri uttanríkispolitikki er vi_føddur [...] komin til at loysa flogvallarmáli_, sum hastar fyri føroyingar. Edmund harmast um, at Mæersk, sum hevur havt flúgving hendanvegin í mong ár, hevur tiki_ seg aftur á rutuni. Hann heldur, at hetta í longdini
hon er ikki á nakran hátt sjálvbiogafisk. Hon snýr seg um ein drong, sum leggur til merkis, at alt við honum ikki ruggar rætt. Hann hevur fingið smakk fyri blóði, sum noyðir hann at eta av sínum egnu. Teitur [...] ein vampýrur. Í Sjey dagar í helviti, fylgja vit honum, og síggja hvussu hann snýr seg úr trupulleikunum, sum stinga seg upp, tá onnur varnast at okkurt er galið. Revar vorðnir til vampýrar - Eg havi bara [...] orðið eina løtu, og greiðir frá skrivingini hjá Rannvá. - Eg dugi væl at síggja, hvussu hon hevur ment seg nú. Fyrst skrivaði hon um revar, so úlvar, varúlvar og nú er tað so vampýrar, hon skrivar um, greiðir
glað fyri tíðina í bygdaráðnum, sum hevur verið góð, spennandi og lærurík. Hon sigur, at umsitingin eisini hevur dugnað henni væl. - Vit hava havt tað ordiliga gott saman hesi ár, og tey siga seg harmast [...] Tað var ikki nøkur løtt avgerð, tá Aimé Jacobsen skuldi taka støðu til, um hon skuldi lata seg stilla upp aftur á kommunuvalinum, sum nú stundar til. Hon varð vald í bygdaráðið í Sørvágs kommunu í 2016 [...] borgarstjóri. Aimé Jacobsen hevði ikki ætlað sær á listan í 2016, men hevði sagt við fólk, sum skipaðu fyri, at hon kundi vera við, um teimum vantaðu valevni. - Sjálvandi gjørdist eg ovfarin og fegin, tá eg
genturnar, Iris Kirke og Eyðrið Egholm Hansen, sum báðar ganga í 5. flokki í Kollfjarðar skúla. Felags fyri tær báðar er, at tær eru aktivar á mangan hátt, bæði í skúlanum og í frítíðini, har tær spæla nógv [...] ynsktu eisini hinir næmingarnir í flokkinum at gera tað sama. Bæði Iris og Eyðrið hava stóran áhuga fyri hestum. Nú var so eitt høvi at læra meiri um hetta vakra og spennandi djórið. Iris leitaði í einum [...] løtu seinni aftur við eini tjúkkari bók í fanginum. Hon blaðar beinanvegin upp á síðurnar, sum snúgva seg um tað evnið, hon mestan áhugan hevur fyir beint nú nevniliga dressur av hestum. - Eg hevði so fegin
Jógvansdóttir. Tingkvinnan varð vald á ting fyri Javnaðarflokkin á løgtingsvalinum í 2015, men longu á fyrsta tingfundardegi tann 16. september í 2015 meldaði hon seg úr Javnaðarflokkinum. Síðani hevur hon [...] fo, at Sonja Jógvansdóttir er á veg upp í Tjóðveldi. Sonja Jógvansdóttir hvørki váttar ella noktar fyri hesum tíðindum, men í morgun hevur hon skrivað á Facebook um støðuna, eftir greinina her á síðuni
positivur fyri at allar kommunurnar løgdu saman. - Persónliga hevði mær tí dámt best, um allar tríggjar bygdirnar í økinum løgdu saman í eina stóra kommunu. Hetta áttu tær allar at lagt seg eftir, sigur [...] orðaskiftinum. Her hevur hann eisini eina greiða støðu: Ein átti at gjørt ein felags framhaldsskúla fyri allar tríggjar bygdirnar á Kambsdali. - Har eru fleiri skúlar frammanundan, og tí átti ein at kunna [...] funnið fram til semjur og loysnir sum allar kundu góðtaka. - Hetta, trúgvi eg, hevði verðið til gagns fyri okkum øll!
lýsingar til bløðini og íløgan í Vinnuvitan og Vikublaðið fór fyri bakka, greiðir Árni Gregersen frá. At so nógvar milliónir eru farnar fyri skeytið er ikki nakað, sum ávirkar hann stórvegis. - Altso eg [...] feriu mánadagin í síðstu viku, og eg sá beinanvegin, at støðan var ikki góð, og at vit stóðu framman fyri stórum avbjóðingum. Vit arbeiddu so alla vikuna við nýggjum ætlanum, um hvussu vit kundu loysa tr [...] apríl 2007. Tað hevur leingi staðið illa til hjá Dimmalætting, og tískil kom tað ikki sum eitt sjokk fyri Árna Gregersen, at Dimma ikki fór at koma útaftur. - Eg havi vitað, at tað stóð illa til, og tí bleiv
frávelja sær nakrar dystir í HM fyri ikki at fáa vaml av fótbólti, og hann viðgongur, at hann sum Liverpool- og Ongland-fjeppari ongantíð hevur gjørt tað lætt fyri seg sjálvan. Hvørjum heldur tú við til [...] við HM? Fyri fýra árum síðan sá eg so nógvar dystir, at eg næstan fekk vaml fyri fótbólti. Tað vóru fáir dystir, sum eg ikki sá. Hesaferð fari eg at velja mær dystir burturúr. Eg havi virðing fyri øllum [...] mest av? Eg haldi, at nógv eru farin at taka hann fyri givið, og tí næstan gloyma hann. Men eg kann væl ímynda mær, at Lionel Messi fer at gera nógv um seg í hesi kappingini, og eg haldi eisini, at Argentina