- Mær dámar væl tann fjálga stemningin

Lena Anderssen hevur nógvar mentanir í sjáttuni, og hennara jól eru ymisk hvørt ár

Vit kenna Lenu Anderssen sum sangarinnuna, sum saman við manni sínum Niclas Johannesen hevur ríkað føroyska tónleikapallin nógvu seinastu árini. Í sambandi við, at jólini nærkast, hevur in.fo spurt Lenu Anderssen nakrar spurningar um jólini. 

 

 

Hvussu heldur tú jól í ár?

- Jólaaftan vera Niclas og eg saman við familju hansara á Argjum. 1. Jóladag eru vit heima hjá okkum við gestum um kvøldið, og 2. jóladag eru vit hjá mammu míni og manni hennara Páll, har hon bjóðar okkum øllum til “julebord” – ið er ein gomul norsk siðvenja, sum mín norska omma í Kanada altíð borðeiddi fyri okkum. 

 

 

Hevur tú nakra jólasiðvenju? 

- Stress er líkasum høvuðstraditiónin…nei, tvætl! Men av tí at eg havi flutt so nógv og havi fleiri mentanir í sjáttuni, so er tað øgiliga ymiskt frá ár til ár. Stóri dagurin her í Føroyum er jólaaftan. Meðan í Kanada er tann stóri dagurin til gávur og annað 1. jóladagur – har gávur verða opnaðar um morgunin. 

 

 

Gongur tú høgt uppí jólini? 

- Ikki so høgt, at eg detti niður í januar! Eg royni tó at halda fast í ikki at pynta nakað fyrr enn desember mánaði er komin, tí eg haldi, at november hevur uppiborið at fáa frið fyri okkara jólatrongd. 

 

 

Er tað nakað, sum tær serliga dámar væl við jólunum?

- Mær dámar væl tann fjálga og góða stemningin, sum vit menniskju skapa og tey góðynski, sum vit bera hvør øðrum. Og so er tað so rørandi at síggja, hvussu børnini gleða seg og telja dagar. 

 

 

Hvat plaga tit at eta á jólum?

- Aftur har er tað øgiliga ymiskt, men tá eg haldi jól í Føroyum (ella Danmark, sum eg eisini havi gjørt nakrar ferðir), so er tað dunna jólaaftan við øllum tí, ið hoyrir til. Í Kanada heldur mín norska familja jólaaftan við “ribbe”, ið er eitt slag av fleskasteik. Jóladag eta tey eina risastóra, fylta, kalkun. Her heima í Føroyum er 1. jóladagur ofta eitt sindur meira avslappaður, og vit taka tað, sum tað kemur, men altíð við ynski um eini gleðilig jól og Harrans ríku signing. 

 

 

Lena Anderssen gav í 2012 út jólalagið It' Ain't Christmas 'Till You're Home - hoyr lagið her.