Joen Magnus Rasmussen stillar ikki upp aftur á løgtingsvalinum hesaferð, men í staðin er beiggi hansara, Uni Rasmussen, á fólkaflokslistanum.
Men, hvussu kennist tað hjá Joen Magnusi Rasmussen ikki at stilla upp hesaferð, nú valdysturin er í hæddini?
- Eg má siga, at tað kennist sum ein lætti at sleppa undan valstríðnum. Mær dámar ikki valstríð, og tað hevur ongantíð verið eg at ”selt” meg sjálvan til eitt val. Tað fellir mær nógv lættari at selja onkran annan enn meg sjálvan, og tað fellir mær eisini nógv lættari at selja beiggja mín til valið heldur enn meg sjálvan, sigur Jóan Magnus Rasmussen.
Hvat væntar tú av løgtingsvalinum, og hvør væntar tú kemur at mynda samgongu eftir valið?
- Eg vænti og vóni, at Fólkaflokkurin verður størsti flokkur á valinum, og eg vóni, at vit fáa eina borgarliga samgongu eftir valið - eina samgongu millum Fólkaflokkin, Sambandsflokkin og so annan ella báðar teir smáu flokkarnar, Miðflokkin og Sjálvstýrisflokkin.
Joen Magnus Rasmussen sigur seg kortini stúra fyri, at vit fáa eina samgongu, har Javnaðarflokkurin heldur fram saman við Sambandsflokkinum og onkrum av teimum smáu flokkunum.
- Hetta er so tað næst ringasta, sum eg kann hugsa mær. Tað allar ringasta eftir mínum tykki verður, um vit fáa somu samgongu aftur, sum hevur sitið seinastu fýra árini. Tá hugsi eg serliga um fiskivinnuna og ta peninganýtslu, sum verið hevur í farna valskeiði.
Hvat heldur tú eigur at fylla nógv hjá einari komandi samgongu?
- Høvuðsmálið má vera, at hvør einstakur borgari í landinum hevur tað gott, og skulu vit øll hava tað gott, mugu vit eisini hava eitt vinnulív, sum klárar seg væl, sigur hann.
Joen Magnus Rasmussen sigur, at millum ymiskt, hann kundi hugsað sær í komandi samgonguskeiði, var, at feilurin við skatting av Samhaldsfasta varð rættaður, soleiðis at útgjaldið verður skattafrítt.
- Sum er, verða pengarnir, sum eru í Samhaldsfasta, skattaðir tvær ferðir, bæði við inngjaldi og útgjaldi. Tað er ikki meira enn rætt og rímiligt, at útgjaldið úr Samhaldsfasta verður gjørt skattafrítt, leggur Joen Magnus Rasmussen aftrat.