vera, at hon er í hoyggjhúsinum onkuntíð. Eg havi verið og hugt, men eg havi ikki sæð hana enn, sigur Malan. Hevur tú prøvað at sett mjólk fyri hana í hoyggjhúsinum. Hvis glasið er tómt tá tú kemur aftur, [...] deiliga nógv fólk í Hesti um jólini, sigur hon. Jónvør er einasta 12 ára gamla gentan í Hesti og hon hevur sostatt heldur onga venindu í bygdini. Men hon hevur venindur og tær búgva í Havn og tær eru saman [...] tað ber til. Um eitt ár fer hon at ganga í skúla í Havn. RÚNAR VERÐUR EINSAMALLUR Um tvey ár, í 2003 og fram til 2005 ,verður Rúnar einasti næmingur í skúlanum í Hesti. Tá fær hann selskap aftur frá einum
Jacobsen úr Havn. Hon hevur búð á Kreta seinastu 10 árini. Hon hevur grikskan mann og eiga tey tvey børn, Amalia, sum er 2 ár og Napoleon, ið er 6. Jórun arbeiðir í dag í einum handli í stórbýnum Rethenion [...] gullsmiði í Aios Nicolaos, einum býi á eysturstrond Kreta. Har var hon í fimm ár, til hon fór at arbeiða í Rethimnon, har hon hevur verið síðani. Handilin er ein av teimum stásiligastu og mest vitjaðu í allari [...] oyggj mitt í Miðalhavinum á sumri. Jórun hevur ongar ítøkiligar ætlanir um at fara heimaftur í bræði. Maðurin er løgreglumaður og hevur nokk at síggja til. Tey hava júst bygt síni egnu hús í Prines og eru
Danberg. Hann sigur víðari, at kursurin hevur ligið í miðal á 7,46, t.e. 746 DKR fyri hundrað evrur. Higartil hava bert heilt lítil frávik verið at sæð, og kursurin hevur í seinastuni ligið um 7,44. Fyri Føroya [...] fíggjarheimin nakað stórvegis, tí hon hevur verið til í góð trý ár, sigur Finn Danberg. Føroyingar, føroyski búskapurin og danska krónan hava einki at óttast fyri, um tú altso ikki eigur eina rúgvu av D-markum [...] men tað er í øllum førum vist, at tey øll fara úr gildi. Hjálparfelagskapir hava roynt at fingið hendur á teimum mongu pengunum, sum kanska fara til ?spillis? fyrst í komandi ári, men hetta hevur bert eydnast
kennist rætt og gagnast væl. Tað er lítið at ivast í at Leivur hevur valt tað seinasta. Sjálvur heldur hann at tað alt ov leingi, serstakliga í Føroyum, hevur verið vanligt at tosa um, hvør er dugnaligastur [...] tað ger hann enn tann dag í dag. Júst hetta, at allir vinmennirnir í Plúmm í dag hava tónleik sum teirra livibreyð, er fyri Leiv einastandandi. Hann vísir á, at hóast teir í dag eru vaksnir menn, ið hvør [...] hava tað hugsan, at um ein hevur verið á konservatoriinum, so er man so og so fantastiskur. Hetta dámar honum einki, tí í hansara eygum var konservatoriið bara nakað, ið hann var í gjøgnum og tey fimm árini
hyggja gjøgnum eina sera sterka sjóneyku. Tú heldur, at tú harvið kanst síggja tað tú leitar eftir meira klárt ? men um tað tú hyggur eftir er defekt, so er alt tað tú hyggur at ein størri defekt. Og tað kann [...] byggja okkara nýggju metingar á. John Thorogood hevur arbeitt í oljuleiting alt sítt lív og hevur havt tætt tilknýti til jarðfrøðingar. ?Eg havi ongantíð sæð teir so dyggiliga tiknar á bóli sum hesaferð - [...] vísir í seismikkinum -Trupulleikin er, sigur hann víðari, at bæði Statoil, Hess og vit sjálvir hava als ikki ivast í seismikkinum men hevur tað víst seg, at vit allir lutvíst hava tikið feil. BP hevur brúkt
at hetta kanska hekk saman við muninum í venjingarstøðuni. Tað er jú soleiðis, at er venjingarstøðan í hæddini, so hava leikarar lættari við at halda hugsavnanina í avgerandi løtunum. Eisini eftir at kreftir [...] sunn jólafrítíðin er fyri ymsu liðini. Tað er í øllum førum torført at finna nakra aðra orsøk fyri, at hoyvíkingar í tveimum fylgjandi dystum við stórt sæð sama fólki kunnu spæla tveir somikið ymiskar dystir [...] neyvar. Fleiri ferðir vóru teir í fríari skotstøðu, men avslutningarnir vóru alt annað enn sannførandi, og tá seinastu tríggir fjórðingarnir av dystinum vóru lidnir, hevði tú kanska eisini varhugan av, at
saman við øðrum bólkum í sambandi við føðingardagin hjá Tutl. Tann 1. februar stendur slagið í Pumpehuset í Keypmannahavn. Hetta er finalan í eini kapping, sum Týr hevur ognað sær sess í fyri lítlum ári síðani [...] bassleikarin. Hann skuldi koma til Føroya í gjárkvøldið og við í kuffertinum skuldu nýggju fløgurnar vera. Í gjár søgdu Týr: ? Vit fóru í studio tann 24. september í fjør. Fyri umleið einum mánaða síðani var [...] føroyska hittlistan í vetur, er við sum einasta føroyska lagið. Annars er alt hitt á enskum. Týr hevði lítlan tíðindafund í Norðurlandhúsinum í gjár. Tilstaðar vóru allir limirnir í bólkinum uttan bassleikarin
nakar politiskur flokkur í Føroyum hevur nakað ímóti hesi gongd. -Lyklaspurningurin í valstríðnum verður tá ikki eitt mál millum Føroyar og Danmark, men tað verður, hvussu vit í Føroyum megna at leggja [...] -Sum frálíður fer hvør tann einasti tjóðveldismaður í hesum landi at geva mær rætt í, at tað var tann rættasta avgerðin, sum Anfinn nakrantíð hevur tikið ikki at taka eina fólkaatkvøðu, og eg eri meira [...] tann skilabesta politiska avgerðin, ið eg nakrantíð hava tikið. -Men tað skerst ikki burtur, at tú hevur fingið lemjandi kritikk frá tínum samstarvsfeløgum fyri tað? -Tað havi eg fingið, tí at man tá vildi
var tað ein køld hond eg tók í. Følin og sjúkur sá hann út, men eg hugsaði, soleiðis hevur hann sæð út so ofta, og eg gleddi meg til at heilsa upp á hann aftur í summar. Nú heldur hann til á heitari leiðum [...] hvørjum komma í Halgubók. Nú er lívsfjørðurin rógvin, Johan, eftir vantar bert at flyta teg fyri seinastu ferð yvir Hestfjørð, inn í havnina, sum tú stríddist so manniliga fyri, og niðan í kirkjugarðin [...] við sera vánaligari heilsu í mong Harrans ár, fekk fleiri dagar her á fold enn so mangur annar, nógv frískari enn hann. Við søgdu hvørjum øðrum farvæl stutt undan jólum í fjør í sjálvari jólavikuni. Tað
Hetta minnir um mannin, ið býtti fiskiveiðina á tann hátt, at hann segði, »eg ein stóran, tú ein lítlan, tú ein lítlan, eg ein stóran, eg ein stóran, tú ein lítlan, so er beint«. Álvara tos, tit fólkavaldu [...] Hví ikki vera eitt sindur »large«. Tað hevur ongantíð hildið vera nøkur skomm her á landi at hjálpa fólki í neyð, ella at hjálpa einum, ið lítið formár sær. Havandi í huga, at tað skjótt verður løgtingsval [...] fólkavaldu! Hugsi um tey gomlu í samfelagnum, hví ikki lata tey fáa ein virðiligan aldurdóm? Tað sindri tey fáa í fólkapensjón, sum nú er, tað gongur til húsaleigu, el-nýtslu, hita, útvarpsgjald og sjónvarps