So væl var millum okkum, at eg varð uppringdur av einum bróðursoni hansara, og hann gav mær boðini, sum eg hoyrdi til tey allar nærmastu. Slíkt fløvar og kenslurnar eru flógvar fyri tí deyða, sum nú liggur lík og verður gjørdur klárur til seinastu ferðina her á fold. Sálin er langt síðan farin á flog mót vestri og hon stevnir nú móti tí landi, sum hugur Johans stóð til alt lívið, og sum hann var fullvísur í at síggja ein dag, landið har ævinleikin er veruleiki hjá tí sum trýr.
Og eg lá beint undir honum, tá hann doyði. Liggi sjálvur innlagdur á B6 fyri ein minni skavank og eg visti av ongum,  Men eg vitjaði hann ikki og segði honum ikki farvæl, eg visti ikki at hann lá á B8.  Soleiðis skuldi hetta verða og soleiðis verður. Johan, við sera vánaligari heilsu í mong Harrans ár, fekk fleiri dagar her á fold enn so mangur annar, nógv frískari enn hann.
Við søgdu hvørjum øðrum farvæl stutt undan jólum í fjør í sjálvari jólavikuni. Tað er ikki ein mánaður síðan. Eg var úti og gjørdi ein samrøðu við hann um Ísrael og hví hann var so heitur talsmaður fyri hesum landi, sum fer so harðliga fram í hesum døgum. Tað gjørdist til ein hugnaligan dag við óførum blíðskapi og nógvum góðum práti.
Tá vit søgdu farvæl niðri á bakkanum í Hesti beint oman fyri havnalagið, var tað ein køld hond eg tók í. Følin og sjúkur sá hann út, men eg hugsaði, soleiðis hevur hann sæð út so ofta, og eg gleddi meg til at heilsa upp á hann aftur í summar. Nú heldur hann til á heitari leiðum og har setir sólin ongantíð. Meðan vit skulu gjøgnum hendan veturin, og enn er myrkt, so er Johan komin til æviga summarlandið, har ferðamaður enn ongantíð er komin aftur og har alt er gott.
Tað er við virðing, at eg í hesum fátæksligu reglum, sigi vinmanninum Johan í Hesti farvæl. Hann stríddist fyri sínum og hann hevði nógvar vinir. Men hann stríddist ikki bara fyri sínum, hann hevði eina turkatrúgv upp á hetta land, Føroyar, og hetta fólk, føroyingar, og hann var eisini fullvísur í, at einaferð fór at verða friður í Ísrael. Hann ivaðist ikki, tí skriftin segði so, og Johan var ikki ein maður, sum setti spurnartekin til skriftina. Hann var væl inni í henni og hann trúi hvørjum komma í Halgubók.
Nú er lívsfjørðurin rógvin, Johan, eftir vantar bert at flyta teg fyri seinastu ferð yvir Hestfjørð, inn í havnina, sum tú stríddist so manniliga fyri, og niðan í kirkjugarðin. Men fyrst eitt legg inn í vøkru hvítu kirkjuna í Hesti, ið eftir hvat eg havi hoyrt, goymir eitt satt listaverk av grótarbeiði innan fyri spekkingina, so vakurt, at tað stendur einki aftan fyri Amtmannsborgina. Og í kirkjugarðinum fara tínar jarðisku leivdir at hvíla til einaferð, til tann eina dag, og hvussu alt tá fer at henda havi eg ikki skil fyri, men tað hendir til tað góða, tí trúði tú og tí trúgvi eg.
Tankar mínir eru hjá tykkum, Hermandu og systrini, og so tí velduga skara, sum stóð Johan nær, og sum hóast sorgina kann fáa eitt smíl á varrar, tá tey hugsa um, hvussu nógv Johan hevði at geva, tá hann var okkara millum. Lat okkum minnast hann sum var, spilllivandi og fittur, og ikki sum nú, nú hann liggur í hvítu kistuni og sál hans í góðum hondum fyri handan.
Meðan eg ynski frið yvir minni tínum, Johan, kemur hetta ørindið fram fyri meg úr vakra sálmi Grundtvigs, ?At  sige verden ret farvel?. 
?Men kommer døden 
førend du (Jesus)
kom da i løn, og kom i hug,
hvor mørkt det er i graven!
Omstraal mig, saa jeg 
glemmer den,
salv øjet paa din syge ven,
saa jeg kan de Guds-haven!
vinarliga
Jústinus Leivsson Eidesgaard










