Nú hevur tó ljóðað, at uppskot er um at hækka fólkapensjónina við kr. 400,- um mánaðin. ? Fýra hundrað krónur um mánaðin, tað svarar til umleið 13 krónum um dagin. So verður sagt, at allur bati bøtur.
Hetta minnir um mannin, ið býtti fiskiveiðina á tann hátt, at hann segði, »eg ein stóran, tú ein lítlan, tú ein lítlan, eg ein stóran, eg ein stóran, tú ein lítlan, so er beint«.
Álvara tos, tit fólkavaldu! Hugsi um tey gomlu í samfelagnum, hví ikki lata tey fáa ein virðiligan aldurdóm? Tað sindri tey fáa í fólkapensjón, sum nú er, tað gongur til húsaleigu, el-nýtslu, hita, útvarpsgjald og sjónvarps do., trygging, sjúkrakassa, heilivág, tannlækna, skatt, telefongjald og aðrar fastar útreiðslur hvønn mánað, áðrenn tað kemur til mat og klæði. Ein vaksin menniskja skal hava mat fyri einar 100,- kr. um dagin. Tað er umleið kr. 4.000,- um mánaðin. Hví ikki lata fólkapensjónistarnar fáa ein 100 kr. seðil eyka um dagin, soleiðis at tey hava ráð til at eta seg mett hvønn dag? Hví ikki vera eitt sindur »large«.
Tað hevur ongantíð hildið vera nøkur skomm her á landi at hjálpa fólki í neyð, ella at hjálpa einum, ið lítið formár sær.
Havandi í huga, at tað skjótt verður løgtingsval, vil eg heita á tykkum fólkavaldu, um at síggja við vælvild til tey gomlu, ið bert hava fólkapensjónina at líta á.