frá her, sum, saman við ymiskum fjølbroyttum og liðiligum sergreiningarmodulum, geva fyrst og fremst bachelorprógv og seinni høvuðsgreinaprógv (Masterprógv) og møguliga PhD. Eina skipan, har lesandi eisini [...] í dag fyri skúlar eins og vinnulív er, at savna seg um tað, ein er bestur til (kjarnuførleiki) og festur at og at skapa netverk inneftir og úteftir við tí endamáli, á liðiligan og skilvísan hátt at veita [...] hugtakinum og gransking og greiðir okkum frá, at tey, sum undirvísa og hava ábyrgdina av fakunum, eru virknir granskarar og hava royndir við gransking. "Førleiki at granska kann ikki veitast og gevast við
allar oyggjarnar liggja og slanga sær norðureftir í kvirruni, og oman í sjóvarmálan, tá brimið brýtur og sjógvurin leikar í. Vit hava stabbagrót og basaltfláir, kolanám og varðagøtur, og bygdir, ið allar hava [...] til gongu, í bili og báti. Og tann ferðandi kann fáa innlit í søgu okkara og mentan á allarbesta hátt, um vit ynskja tað - t.d.bara við at fylgja einum vanligum føroyingi, ið hevur seyð og bát - á rættina [...] undir Sumbiarbjørgini og ein út í Stóru Dímun, ein grilltúrur við theilendskum mati í Tjaldavík, ein grýlutúrur og ein nissutúrur. Hesir túrar vendu sær bæði til børn, ung og eldri. Og fullsett var hvønn
er ikki bert ein krambúð við fjølbroyttum og dygdargóðum vørum til sámiligar prísir. Keypsamtøkan er fyrst og fremst ein hugsjón og ein rørsla á breiðum og tryggum hugmyndaligum støði. Tað kom ikki av [...] Martin Kúrberg og J. P. Henriksen. Karsten Hoydal og Ebba Petersen gjørdust tiltakslimir, og Tórur Dalsgaard og Jarmund Thorsteinsson vórðu grannskoðarar. Um hetta mundið var keypiorkan lítil, og prísirnir [...] Bakgrund og hugsjónarstøði Hvat var tað, sum upprunaliga birti lív í hugsjónina um keypsamtøkur og framleiðslusamtøk? Hetta hevði nakað at gera við lívskor og samfelagsbroytingar í 18. og 19. øld, og hetta
blivu tey kend og seinni trúlovaði. Hon var ofta sjúk seinni, men Hans Andrias sveik ikki, og seinni blivu tey gift, vist í 1920. Stilt og friðarligt livdu tey saman, sum tey friðarligu og fínligu menniskju [...] Hann liggur har enn og vónandi er, at hann sleppur at liggja leingi har, so okkara eftirkomarar eisini fara at minnast Penapláss og Kronborg, tá teirra barnaár eru liðin, og leikur og spæl er umbýtt við [...] literaturi og øðrum, sum var Hans Andriasi dýrabart, og sum kanska kundi smílkast at hansara løgna atburði við hvørt, men sum rættleiddu og hjálpti honum í staðin fyri at snerkja at honum og forargast á
tað privata og tað almenna. Málførleikin og tann grammatikkin, sum vit brúka, tað er nakað, sum fyrt og fremst gongur fyri seg í heilanum, og tú hvørki kanst ella eigur at lóggeva um orð og vendingar. Tað [...] tí einstaka. Eg noyðist at taka hetta fram, og eisini tað, at tað verður vónleyst og er høpisleyst at lóggeva fyri, at tú skalt brúka so og so nógv nýyrði, og at tú skalt siga mær dámar mjólkina, ella skriva [...] føroyskum. Vit mugu hava skúlabøkur, nógvar, og á einum máli, sum næmingurin skilir. Og so framvegis og so framvegis. Hetta er uppgávan hjá einum almennum málpolitikki, og sjálvt um tað kostar, so kann politikarin
vildi hava Dennu Mohr at doypa "Vón", og hon so gjørdi. Og so fór motorurin í gongd, hann skuldi ganga so og so nógvar tímar í tómgongd. Teir lótu hann ganga, og vit skiftust at halda vakt. Ein lítil [...] politikari, og eg greiddi honum frá støðuni. Tá sigur hann við meg: "Farið tygum einaferð aftrat oman í Sjóvinnubankan, og um stjórin aftur noktar, so skulu tygum bara koma til mín!" Eg fór so og royndi [...] at skipið skuldi koma í rakstur. Og varð talan um kontantar pengar, so kundi hann altíð garantera fyri 10.000 kr., og hetta játtaði hann skrivliga. Tíðin gongur, og støðan við krígnum versnar. Hetta
at danir eru í Føroyum og spæla, er hetta ikki fyrstu ferð, at føroyska og danska A-landsliðið skulu dystast. Abraham var sjálvur við, bæði í Ítróttaparkini og í Landskrona, og vit spurdu hann sjálvandi [...] hann hevur verið, og at talan sum so ongantíð hevur verið um nakra ónøgd: - Tá eg havi skift felag, hevur tað altíð verið av onkrari ávísari orsøk. Eg havi roynt meg sum venjara, og skiftandi arbeiði hava [...] ein hevur hildið á somikið leingi við fótbóltinum, átti ein kanska at verið mettur av sigrum og upplivingum, og Abraham ásannar eisini, at tað ikki er hetta, sum rekur hann á vøllin: - Satt at siga, so er
far so good. Skal henda her og nú Í dag skriva vit 2003, og her ræður óvissa, ótolni og resignatión millum manna. Hví? Jú tí vit eru so bráð og vilja hava tingini at henda her og nú. Vit mugu sjálvandi varðveita [...] Vit kunnu lýða somu lagnu sum Falklandsoyggjarnar, Írland og fyri tað Grønland. Nú er tað fyrst og fremst profitturin, sum drívur verkið, og sum fær oljufeløgini at váða nakað, men vit mugu so eisini [...] eru fýra. Og verður nýggj útbjóðing í næsta ár kann jú henda, at uppaftur fleiri brunnar fara at standa á skránni tey næstu árini. Og tað í nýggjum og kanska meira spennandi økjum fyri norðan og fyri vestan
tíðina við Hotel Vágar. – Tað varð bygt fyrst og fremst til ferðafólkini við flogførunum. Tørvurin var til staðar, og tað hilnaðist væl, sigur Lars Larsen og heldur fram við lítlari søgu um skeinkiloyvini [...] ein fish & chips og eina kola afturvið. Og so ein keitúr at fáa mær eina sigarett og hyggja eftir Sørvági. Lars Larsen smílist. Hugleiðir um Hotel Vágar, sum hann bæði hevur bygt og selt. Hugleiðir [...] forelskað, høvdu fingið tvey børn, og alt gekk væl. Svarið kemur skjótt og livandi, tá Lars verður spurdur um reaktiónina hjá konuni til uppsøgnina á Skála og at flyta til Havnar eftir einum dreymi
framhaldandi og hóskandi skilnað millum aðalráðið og Setrið samsvarandi andanum í Magna Charta Universitatum”, og somuleiðis, at “fleiri stig skulu takast, tá tað ræður um góðskutrygging og góðskumenning” [...] svarskriv frá aðalráðnum og Fróðskaparsetrinum til altjóða metingarnevndina Barna- og útbúgvingarmálaráðið og Fróðskaparsetur Føroya takka metingarnevndini fyri væl úr hondum greidda og nærlagda uttanhýsis [...] viðmerkingar um tilgongdina, høvuðsniðurstøðurnar og ítøkiligu tilmælini. Tilgongdin til uttanhýsis metingina Metingin tók meira enn eitt ár, fyrst og fremst vegna koronufarsóttina. Hetta var ein avbjóðing