Vit verða tilstuðlað at gerast meiri og meiri lýðin og super-ansin, um vit vilja sleppa undan at verða eyðmýkt og demoniserað
Í hesum døgum verða vit ávarað um at sensurera okkum sjálvi, um nú onkur óheppin ávirkan stendst av okkara orðum. Vit skula enntá síggja frammanundan, um tað sum vit siga, kanska verður mistulkað. Okkara orð eru ikki longur okkara egnu, og avleiðingarnar av okkara orðum, hvussu sakleys tey enn máttu verið, ella søgd í einum serligum samanhangi, kunna meinast at vera skaðilig og særandi.
Hetta er eitt avbera hættisligt andarúm fyri okkum, ið trúgva uppá talufrælsi. Um øll skula vara seg fyri, hvat tey siga, og hava tað sum um, at tey ganga á eggjaskali, um so er, at tey niðra henda ella handa bólkin, ella valtra inn í stríðsmál mett at vera dekan so trætin at kjakast um í almennum rúmi, verða vit neyðturviliga plágað við sjálvóvissu, og í ein sovorðnan mun, at vit smoyggja okkum undan nakrantíð at siga nakað umstrítt.
Hetta er tað sama sum at sóttreinsa almennt kjak, ein vanbøn til fría hugsan, ein svøvngonga inn í sensurin.
Átrúnaður er eitt serliga eymt evni, tá ið tað kemur til teir mongu bardagar, talufrælsi er havnað í. Men tað er ikki átrúnaður per se, ið er hin gevaldigasta hóttanin fyri frælsi, men ein politisk mentan, sum so óføra glaðbeint skumpar talufrælsið til viks. Eitt vaksandi tal av verðsligum stríðsmálum verður nevniliga mestsum av vana stemplað “bannað øki” fyri kritiskari umrøðu. Ein nýggj prestalig kasta av sekulariseraðum og sjálvgóðum slag fillar einhvønn sundur, ið niðrar tí nýggju komformismuna.
Nútíðar heksajagstranir eru ein veruleiki fyri hasi, ið hava sagt tað ósigiliga um islam ella spyrja eftir nyttuvirðinum í “krígnum ímóti veðurlagsbroytingum”.
Tó, um ikki í smog, tá hendir tað í kyrru, at hesin mest grundliggjandi fólkaræðisligi táttur, rætturin at niðra átrúnað, so stillandi og spakuliga verður oystur við sýru. Og er tað hesin rættur, ið kanska er fyri størstum ágangi.
Tí tvørtur um verðina verða teir ómetaligu ágóðar, fingnir til vega av eini upplýsingartíð og rættinum hjá fólki áhaldandi at avbjóða elskaðar fatanir, bukaðir upp á pláss av hermansligum krøvum um at “virða” átrúnað. Stundum eru tað stokkkonservativir sosialdemokratar umboðandi óreformeraðar og ómodernaðar muslimar, ið royta sannar liberalistar fyri okkara libertiansku sannføring um ynskileikan í einum minimalum stjórnarvaldi og fullvegis stuðuli av fullkomnum talufrælsi í øllum bakstøði og, ikki minst, Ferrariar til øll.
Hesuferð, tó, vóru tað ikki teir vanligu ræðuskítarnir—hesir kultistarnir, ið hótta øll øðrvísihugsandi við rituellari demonisering—sum høvdu verið í hárbotninum, men muhamedsmenn, av tí at ein søguligur steyri er júst afturumlagdur, sum endaliga prógvar, hvussu langt vit eru skumpað.
Frásøguskrivarin hjá ST, hvørs arbeiðssetningur var at virka sum ein alheimsverji vegna talufrælsi, hevur nú fingið at vita, at hann fyrst og fremst skal verja fyri, at átrúnaður ikki verður niðraður. Tað vil siga, at arbeiðið hjá hesum einaferð globala forsprákara vegna fólkaræði er definerað av nýggjum til nú at vera í parti við átrúnaðarligum sensorum.
Heimsyvirlýsing Sameindu Tjóða um mannarættindi staðfesti annars fyri seksti árum síðani, at “øll skulu vera fræls at hava sínar áskoðanir og bera tær fram uttan forðan, og at søkja sær og breiða út vitan og hugsanir ígjøgnum hvønn boðmiðil, sum vera skal, og óheftt av landamarki”.
Hetta var eitt Magna Carta fyri menniskjað—og hatað av hvørjum mannarættindabrótara á jørð. Í dag kallar kinesiska einræðið yvirlýsingina “vesturlendska”, Robert Mugabe kallar hana “hjálandasliga”, meðan Mahmoud Ahmadinejad kallar hana “trongskygda”—ja, ‘go figure’!
Ikki eittans land hevur livað í samsvari við yvirlýsingina, men fyri tað hevur skjalið verið brúkt sum fyridømi av Sameindu Tjóðum sum tann ultimativi mátistokkurin til tess at eftirkanna okkum sjálvi. Inntil nú.
Tað byrjaði í 1999, tá ið ein samgonga av islamiskum harðræðisharrum kravdi eina umorðan av STsa reglum. Kravið um at øll skula vera fræls at hugsa og tala “virdi” ikki tann “einskilaða sensitivitetin” hjá gudsóttandi fólki, segði samgongan við Saudiarábia sum moralskum liðskipara.
So mannakæra pakkið av islamiskum státum var so mikið beinasamt, at tað kom við eini alternativari mannarættindayvirlýsing a la islam. Hon sigur, at tú kanst tala innan “avmarkingarnar settar av sharia (-lóg). Tað er ikki loyvt at breiða út ósannindi ella stroya um seg við tí, ið kann eggja til andstygd ella svik ímóti muslimska samfelagnum”.
Orðað øðrvísi: tú kanst siga hvat sum helst, einki problem, so leingi sum tað er presiss tað, skítsvakir mullahir fortelja tær, tú kanst siga. Yvirlýsingin sigur sostatt sólarklárt, at har er eingin javnstøða fyri kvinnur, samkynd, ikki-muslimar ella fráfallin.
Og fyri at tað ikki skal vera lygn, fingu fanatikarnir sín vilja. Halleljua fyri sosialdemokratiskum “tolsemi”, meðni! Frásøguskrivarin hjá ST hevur altíð havt sum verkøki at avdúka og skamma hasi, ið hindra talufrælsi. Men herfyri kravdi pakistanski sendimaðurin, at frásøguskrivarans arbeiðslýsing skuldi broytast, soleiðis at hann ístaðin avdúkar og skammar “misnýtslu av talufrælsi”, harímillum “spottan ella ærumeiðing av átrúnaðum og profetum”. Mannarættindaráðið samtykti.
Hetta merkir, at heldur enn at fordøma hasi, ið royndu at myrða Salman Rushdie, fer ráðið nú ístaðin at fordøma Salman Rushdie sjálvan. Samtíðis tykist sum um, at alt fleiri sýta fyri at geva sær far um avleiðingarnar av at fjøtra talufrælsi fyri heilt vanligar borgarar?
Í Nigeria, til dømis, verða sundurlisnar kvinnur rutinukent grýttar út úr heiminum, avbyrgdar og uttan møguleika fyri at síggja børnini. Og tá ið so nakrar teirra so sera djarvt vildu skipa fyri einum mótmæli, boðaði sharia-løgreglan frá, at hetta var “óislamiskt”, og at marsjerandi mammurnar fóru at verða pískaðar.
Í Egyptalandi, eitt annað dømi, varð ein 28 ára gamal muslimskur bloggari handtikin, fongslaður og smildraður sundur fyri at argumentera fyri einum reformeraðum islam, ið útihýsir sharia.
Av hesum vil eg gjarna spyrja okkara makligu sosialdemokratar, sum saman við sínum óviðeiriligu kammerátum í arábiska heiminum krevja “virðing” fyri muslimskari mentan: hvat fyri eina muslimska mentan? Hasa hjá kvinnunum í Lagos, hjá bloggaranum í Kairo—ella hasa hjá teirra kúgarum?
Tað seyrar ein uppfatan ígjøgnum demokratisk samfeløg, at ivi og avbjóðandi tala er í ætt við líkasælu og rasismu, og er hetta grundin til, at vinstrivongurin heldur við muslimum í átakinum at karva niður universella rættin at niðra hasi, ið nettupp ikki trúgva uppá universell rættindi.
Ella, sum Aayan Hirsi Ali so beinrakið sigur um evropeiskar sosialistar: “Tolerance of the intolerant is nothing but cowardice”! Og tí er tað, at ídag, hvørjaferð onkur hartar ella heldur átrúnað fyri spott, at eitt størri kultistiskt maskinarí fer ígongd, ið alt fyri eitt hevdar, at tey og hasi, tey taka synd í og forstanda, eru offur fyri “fordómum”. Og úrslitið? Jú, teirra vreiði og øtilsi verður í alt størri mun ‘bakkað upp av’ onkrari frælsisstjalandi lógargrein.
Eins væl og allir borgarir ikki hava virðing uppiborna, hava hugskot tað eiheldur. Eg virði ikki hugskotið, at ein maður varð borin í heim av eini jomfrú, og at hann gekk á vatni. Eg virði ikki hugskotið, at vit skula fylgja einum profeti, sum 53 ára gamal hevði sex við eina 9 ára gamla gentu og gav boð um at rasureinsa jødiskar bygdir. Eg virði ikki hugskotið, at vit í einum fyrrverandi lívi hava livað sum geitir og enda sum blaðlús. Hetta er ikki vegna “fordómum” ella “tvørrandi kunnleika”, men vegna manglandi próvtilfari.
Eins og við jólamanninum og álvum, hoyrir slík uppfatan barnaárunum til, og fer henda, saman við alskyns forboðum og pillbýttum státsstuðlaðum anti-argingarátøkum, sum frá líður at ljóða eins vitleys sum tað, at trúgva uppá Tór ella Báal ella “alternativan heilivág”.
Um tú trýrt, tá velur tú at trúgva við burturveruni av prógvum. Eingin kann “trúgva”, at tú fært ilt av eldi, at Taivan er til, ella at akupunktur-Olga burturav er ein fuppmakari; tú veitst tað, grundað á prógv. Men tað er sálarliga pínufult at verða konfronteraður við, at tín uppaling, alt tað, tú altíð hevur trúð uppá, tínar hugsjónarligu sannføringar, er ein stór feit fúl lygn. At tað, tú grundar tína tilveru á, er grundað á tunna luft.
Hvørjaferð vit góðtaka, at ávís evni eru tabu, og hvørjaferð onkur verður bannlýstur úr tí góða selskapinum fyri at umrøða hesi tabu og tvingaður at taka orðini aftur—tað veri seg kritikki av pedofilinum Muhamed og fíggjarsvikaranum móðir Teresu, okkara uppalandi og forbjóðandi daddustáti ella veðurlagsbroytingum—vita vitonnur, at vit hava fingið greið boð um at ansa eftir, hvat vit siga, og hvønn vit niðra.
Vit verða tilstuðlað at gerast meiri og meiri lýðin og super-ansin, um vit vilja sleppa undan at verða eyðmýkt og demoniserað. Hetta er ein uppskrift til ein konservativan, innantóman og viknaðan diskurs, ið ósvitaliga snýr seg um at liva seg inn í ein ótolandi látaleik og viðurkenna status quo. Nei, vit mugu verja talufrælsi við at alboga okkum fram til, at vit kunnu siga tað, at vit fara at siga tað, og at einki fjølmiðlavitloysi í verðini, ella moralsk uppskakan, fer at fáa okkum at tiga. Gera vit tað ikki, kunna vit vinka farvæl til eitt frælst samfelag.
Eitt frælst samfelag kann ikki strukturerast við tí fyri eyga at sissa hardcore muslimar og teirra mentanarpolitisku vinir í einum framhaldandi frælsum Evropa. Eitt frælst samfelag er grundað á eina politiska hugsjón, eitt liberalt fólkaræði, har eisini ófitt fólk hava ein apsaluttan rætt til at bera fram sínar sannføringar.
Um tær ikki dámar tað, onkur sigur, tá svara aftur, for fanin. Grundgev, út-argumentera viðkomandi, sannfør fólk, ger okkurt—fá tær ein royk!... verð bara ikki ein ússalig skarvsbløka við at biðja mammu, politisku umboð Javnaðarfloksins, Amnesty ella ST at hjálpa tær! Og tað feita er, at oftani, sum við Amnesty, er tað so, at besti mátin at vanæra eitt vánaligt argument, er at lata felagsskapin tosa.
Eingin okkara kann seta til síðis hesar reglur og krevja at verða vardur fyri niðran. Talufrælsi er ikki bert fyri Unn í Dali, Helga Abrahamsen og 200, men eisini tey veruliga býttu og óreinu. Og grundgevingin, at ásýniligir ikonoklastar sosum Aayan Hirsi Ali og Bjørn Lomborg, ið niðra ella æruskemma við at siga sum er, “biðja um tað”, er effinett tað sama sum at siga, at ein lekkur dama ílatin lærstuttan kjóla “biðjur um” at verða neyðtikin.
Kortini fer hugsjónin um eitt frælst samfelag, sum fyri kortum var eitt óbroytandi hjartamál í upprunaligu mannarættindayvirlýsingini, burturmillum.
Tað, at vit lótu átrúnaðarligar fanatikarar ræna frásøguskrivaran hjá Sameindu Tjóðum og bumba okkum aftur í myrku miðøldina við at islamisera hesa týdningarmestu av øllum yvirlýsingum, eigur at valda slíkan skjálvta, so mikið av driftingum, at vit nú í álvara fara til dystin fús og bjarga bankaða hugskotinum, at tala og niðra fullkomiliga frítt, frá at losna sundur í miðjuni.