Edmund Joensen, fyrrverandi løgmaður, hevur fleiri ferðir hitt Heindrik, prins, og lýsir hann sum ein sannan verðinsmann. Tingmaðurin sigur, at Heindriki, prinsi, altíð tóktist at dáma væl at vera í Føroyum [...] Føroyum, og stuðlaði hann altíð drotningini væl. - Sum løgmaður, løgtingsformaður og fólkatingsmaður havi eg umboða Føroyar, bæði uttanlands og í Føroyum til ymisk høvi saman við prinsinum. Hann var altíð [...] og hann talaði nógv mál – kinesiskt, vietnamesiskt, franskt, enskt, svenskt og týskt – so hann var ein verðinsmaður vi∂ breiðum útsýni um allan heim. Hann var lættur av lyndi og góður at samskifta við,
luksusprodukt, so eg havi ein dreym um, at hetta verður ókeypis at enda, og eitt tilboð í mongdini, sum kann nýtast saman við øðrum, sigur hon. Annika Hoydal sigur, at væntandi verður ein móttøka seinni í
Danski málverjin hjá VB, Katrine Borup, kann vænta sær ein longri steðg frá hondbólti, eftir at hon meiddi sær knæið illa í 19-19-javnleikinum í steypadystinum ímóti Stjørnuni fyri góðari viku síðani. [...] fekk hildið fram at spæla. - Eg merkti beinanvegin, at eg lendi illa, og at beinið fór undan mær. Eg havi tíverri roynt tað einaferð áður, og eg merkti, at hetta var sama pínan í knænum. Eg visti tí útmerkað [...] er álvarsligari enn tað. Hildið verður nú, at krossbandið er slitnað. Um so er, kann hon vænta sær ein steðg frá hondbóltinum upp í eitt heilt ár, men í løtuni bíðar hon eftir at sleppa í skannara at fáa
sáttmálan. Somuleiðis skal KÍ hava nýggjan áleypara, eftir at Albert Adu er givin í felagnum. - Eg havi onga viðmerking, sigur Sebastian Pingel sjálvur. Hann kom til føroyskan fótbólt í fjør, tá hann spældi [...] Miðverjarnir, Jonas F. Rasmussen og Ahmed Mujdragic, eru ikki í felagnum, meðan Hørður Askham hevur ein dreym um at sleppa av landinum at spæla. Í álopinum er Albert Adu givin, meðan spælarar sum Kristoffur [...] M. Olsen er komin aftur, eftir at hava verið útleigaður til sundalagið. Sum skilst, so er talan um ein samráðingarspurning í løtuni, um Sebastian Pingel endar í KÍ. Hann hevur fyrr í ár verið settur í samband
Hóskvøldið bar in.fo tíðindi um, at onkur hevði upprættað ein Facebook profil í navninum hjá Anniku Olsen, borgarstjóra í Havn. Annika Olsen gjørdist illa við, tá hon frætti frá fleiri, at onkur hevði [...] frá einum profili í hennara navni. - Hetta er lítið hugaligt. Eg haldi hetta er sjokerandi, og eg havi tosað við kt-fólkini hjá kommununi um, hvat kann gerast, og eg ætli eisini víðari við hesum, og ætli [...] eisini hesi boðini á sín veruliga Facebook vanga: "Fráboðan um fb svindlarí. Onkur hevur upprættað ein profil í mínum navni. Hetta er at fara út um øll mørk. Kann fráboða viðkomandi at farid verður víðari
kunnu einki gera sum nú er. Tað sama er í einum bygningi í Norðadali, har vit ikki sleppa til, men ein einsamallur maður stríðist við at fáa uppá pláss nú, sigur Kristján Eiriksson. Borgarar hava ringt [...] ringt inn allan dagin og í skrivandi stund fær sløkkiliðið í Havn áleið 3-4 fráboðanir um tíman. - Eg havi sent teir flestu heim at sova, tí vit skulu ivaleyst aftur til arbeiðis í kvøld, tá ið ódnin herjar [...] við telefonina síðani klokkan 10 í morgun og skal sita til klokkan 10 í morgin. - Eg vóni man fær ein blund nú, men annars eru vit klárir, um nakað skuldi hent, sigur hann. Myndina eigur Ingi Sørensen
Tí eru útlitið ikki góð, men tað er heldur ikki einasta motivatióni hjá Alberti Ellefsen. - Eg havi ein kærleika fyri Fuglafirði. Har eru nógvir góðir spælarar, men eisini onkrir veikleikar. Millum annað [...] fyrrverandi venjari hjá felagnum og hevur í ár verið hjálparvenjari hjá 07 Vestur. - Fyribils taki eg ein dyst á gangin. Vinna vit á Skála og 07 vestur, meðan hini liðini deila stigini, so er alt væl møguligt
bæði størri og sterkari og frá at ala inni á firðum og sundum, verður nú eisini alt út móti opnum havi. Jóannes Mørkøre, sølumaður hjá KJ, vísir á, at fyrstu aliringarnir, sum KJ framleiddi, vóru 60 metrar [...] teir, sum Luna nú hevur liggjandi á Víkum í Vágum og út fyri Velbastað. - Eitt ummál á 200 metrar og ein síðuhædd á nótini á 15 metrar, gevur tilsamans einar 47.000 rúmmetrar, leggur hann aftrat. Føroysku [...] álit. - Føroyska alivinnan er krumptappurin í okkara framleiðslu av bæði tvíkiljum og aliringum. Men, eins og við tvíkiljunum, eru vit eisini veitarar av aliringum til útlendska marknaðin, eitt nú í samstarvi
Framrokningar av nýtsluni til serviðgerð uttanlands vísa, at líkt er til, at tað verður ein meirnýtsla í hesum fíggjarárinum. John Johannessen, landsstýrismaður í heilsumálum, hevur tí gjørt av at seta [...] stig, men tíverri røkka pengarnir ikki til. Tað er skylda hjá mær at halda lógarfestu játtanina. Tí havi eg boðað sjúkrahúsunum frá, at einans sjúklingar við bráðfeingis tørvi á viðgerð verða ávístir til [...] í. Fyri tveimum árum síðan vístu framrokningar somuleiðis eina meirnýtslu á serviðgerð uttanlands. Eins og nú, varð avgerð tikin í 2009 um at seta tiltøk í verk fyri at tálma nýtsluni. Játtanin til serviðgerð
tomatum, agurkum og salati úr Norðurtýsklandi, er neyvan at finna í føroysku matvøruhandlunum. Tað vísir ein skjót spurnarrunda, Rás 2 hevur gjørt. Hjá Føroya Keypssamtøku og Poul Hansen Heilsølu koma agurkirnar [...] men leiðari fyri grønmetisdeildina vissar fyri, at salatið ikki er smittað við bakteriuni. - Sum eg havi skilt, eru bakterian bert staðfest í vistfrøðiligu salatunum. Tey hava vit eingin av, sigur Johnny [...] at eta tomatir, agurkir og salat úr Norðurtýsklandi. Trý fólk eru deyð í Týsklandi, og í Danmark er ein tilburður staðfestur.