- Vit hava ikki eitt greitt yvirlit, men tað er áleið 130 – 150 skaðar fráboðaðir, sigur Kristján Eiriksson, vakthavandi sløkkiliðsmaður í Havn.
Støðan í Havnini hevur verið katastrofal í dag.
Um 14 tíðina í dag mistu tey tamarhaldið á støðuni, tí so nógvar fráboðanir komu inn, at ógjørligt var at halda stýr á øllum. Men so vóru eyka fólk tilkallað og síðani hava tey megnað at hildið eitt yvirlit yvir støðuni.
Í alt hava verið áleið 130 – 150 skaðar í miðstaðarøkinum.
- Tað eru fleiri støð vit ikki sleppa til. Til dømis hava vit verið fleiri ferðir hjá Wenzel í dag, men vit kunnu einki gera sum nú er. Tað sama er í einum bygningi í Norðadali, har vit ikki sleppa til, men ein einsamallur maður stríðist við at fáa uppá pláss nú, sigur Kristján Eiriksson.
Borgarar hava ringt inn allan dagin og í skrivandi stund fær sløkkiliðið í Havn áleið 3-4 fráboðanir um tíman.
- Eg havi sent teir flestu heim at sova, tí vit skulu ivaleyst aftur til arbeiðis í kvøld, tá ið ódnin herjar á aftur, sigur Kristján Eiriksson.
Hann hevur sjálvur sitið við telefonina síðani klokkan 10 í morgun og skal sita til klokkan 10 í morgin.
- Eg vóni man fær ein blund nú, men annars eru vit klárir, um nakað skuldi hent, sigur hann.
Myndina eigur Ingi Sørensen.










