E-kolibakterian neyvan í Føroyum

Føroyingar nýtast ? eftir øllum at døma ? ikki at óttast vandamiklu E-kolibakteriuni, sum er farin at gera um seg í Norðurtýsklandi og í Danmark. William Smith, smittuverjuserfrøðingur á Landssjúkrahúsinum, sigur, at E-kolibakterian ikki smittar loftvegis.

- Tú fært hana so at siga bert, um tú etir hana, sigur William Smith við Rás 2.

Men bakterian, sum er helst er at finna í tomatum, agurkum og salati úr Norðurtýsklandi, er neyvan at finna í føroysku matvøruhandlunum.

Tað vísir ein skjót spurnarrunda, Rás 2 hevur gjørt.

Hjá Føroya Keypssamtøku og Poul Hansen Heilsølu koma agurkirnar og tomatirnar úr Danmark ella Hollandi, meðan salatið kemur úr Spania.

Salatið hjá Miklagarði, hinvegin, kemur úr Týsklandi; men leiðari fyri grønmetisdeildina vissar fyri, at salatið ikki er smittað við bakteriuni.

- Sum eg havi skilt, eru bakterian bert staðfest í vistfrøðiligu salatunum. Tey hava vit eingin av, sigur Johnny Priess, leiðari fyri grøntmetisdeildina, sum harumframt vísir á, at týsku salatini í Miklagarði vóru snittað í síðstu viku, áðrenn bakterian varð staðfest.

- Næsta sendingin av salati kemur væntandi úr Danmark, sigur innkeypsleiðarin í Miklagarði, sum vísir á, at hvørki tomatirnar ella agurkirnar eru úr Týsklandi.

Tað er týski Robert-Koch-stovnurin, sum mælir fólki frá at eta tomatir, agurkir og salat úr Norðurtýsklandi.

Trý fólk eru deyð í Týsklandi, og í Danmark er ein tilburður staðfestur.