Vit gita: HB áleypari helst til KÍ

Okkurt bendir á, at KÍ fær álopsspælara hjá HB

Okkurt bendir á, at Sebastian Pingel í næstum skiftir til KÍ. Danski framherjin hevur í ár spælt við HB, men hevur ikki longt sáttmálan. Somuleiðis skal KÍ hava nýggjan áleypara, eftir at Albert Adu er givin í felagnum.

 

- Eg havi onga viðmerking, sigur Sebastian Pingel sjálvur.

 

Hann kom til føroyskan fótbólt í  fjør, tá hann spældi við B36. Síðani skifti hann til HB, har hann í ár hevur verið ídnastu spælararnar. Hann tók lut í 25 dystum í landskappingini og skoraði níggju mál.

 

KÍ leitar í løtuni eftir styrki til miðverjuna og til álopið. Miðverjarnir, Jonas F. Rasmussen og Ahmed Mujdragic, eru ikki í felagnum, meðan Hørður Askham hevur ein dreym um at sleppa av landinum at spæla. Í álopinum er Albert Adu givin, meðan spælarar sum Kristoffur Jakobsen og Hákun Edmundsson er komnir til.

 

Í HB er langt á mál enn, tí bara fáir spælarar hava longt sáttmálan, meðan Jóhan Troest Davidsen og Øssur Dalbúð eru farnir til NSÍ, meðan Dan í Soylu er komin til úr EB/Streymi, umframt at Ari M. Olsen er komin aftur, eftir at hava verið útleigaður til sundalagið.

 

Sum skilst, so er talan um ein samráðingarspurning í løtuni, um Sebastian Pingel endar í KÍ. Hann hevur fyrr í ár verið settur í samband við EB/Streym, og helst liggur AB eisini framvið, tá felagið ikki fekk Jón Krosslá Poulsen.