Danski málverjin hjá VB, Katrine Borup, kann vænta sær ein longri steðg frá hondbólti, eftir at hon meiddi sær knæið illa í 19-19-javnleikinum í steypadystinum ímóti Stjørnuni fyri góðari viku síðani.
Tað var eftir eina bjarging, at Katrine Borup skuldi kvika sær eftir bóltinum, men hon var óheppin og knæið kom í eina somikið keðiliga støðu, at tað alt fyri eitt gjørdist greitt, at hon ikki fekk hildið fram at spæla.
- Eg merkti beinanvegin, at eg lendi illa, og at beinið fór undan mær. Eg havi tíverri roynt tað einaferð áður, og eg merkti, at hetta var sama pínan í knænum. Eg visti tí útmerkað væl, at hetta als ikki var gott, sigur Katrine.
Fyrstu kanningarnar á Suðuroyar Sjúkrahúsi góvu ábendingar um, at innara liðbandið í knænum var farið, men nærri kanningar á Landssjúkrahúsinum í dag geva ábendingar um, at skaðin helst er álvarsligari enn tað.
Hildið verður nú, at krossbandið er slitnað. Um so er, kann hon vænta sær ein steðg frá hondbóltinum upp í eitt heilt ár, men í løtuni bíðar hon eftir at sleppa í skannara at fáa skaðan endaliga staðfestan.
Eitt tykist tó vera púra vist, og tað er, at Katrine Borup ikki spælir aftur hetta kappingarárið.
- Dagin í dag brúki eg til at vera súr og kedd, men í morgin byrjar dysturin um at sleppa aftur á hondbóltsvøllin, sigur Katrine Borup.