Vágbingar høvdu bóltin at kalla alla tíðina, men tjúkt var fyri, og teir høvdu tí ilt við at spæla seg fram til nakrar veruliga møguleikar. Einar tvær ferðir áttu teir kanska at skorað, men úr fríari støðu [...] norðoyastevnu vitnaði eisini um, at øll mótstøðulið eiga at ansa sær fyri nýggja liðnum. Tað man eisini vera ein góð sálarlig barlast, at leikararnir nú líka sum vita, at teir væl kunnu standa seg í deildini [...] soleiðis at líka mikið, hvussu stór og møtumikil uppgávan annars tykist at vera, so eru allir til reiðar at lata eitt 100% avrik hvørja ferð. Verður tað eisini galdandi framyvir, er lítið og einki at ivast
bert viðmerkja, at tey árini, ið vit gingu á skúlanum, var ikki sjónligt, at skúlin hevði ov nógvan pening um hendi, heldur tvørturímóti. Pauli eggjaði øllum næmingum til at vera við til at mynda teirra egna [...] fegin gera greitt, at vit høvdu fýra góð og lærurík ár úti á Frælsinum, og at vit vóru væl nøgd við leiðsluna á skúlanum. Ikki minst var tað Paula Nielsen, rektara, fyri at takka, at vit trivust og mentust [...] egna skúla og á tann hátt at taka medábyrgd av egnari læru. Eftir okkara tykki varð hetta tíverri misskilt av nógvum næmingum, soleiðis at tað frælsi og tann ávirkan, ið áttu at verið so mennandi bæði persónliga
av sær, onnur enn tey, sum liðið fekk á Sandi í triðja umfarinum. Hjá HB hevur kanska gingið heldur frægari, men tað er helst eingin loyna, at tey í havnarfelagnum fegin vildu havt, at liðið hevði staðið [...] í, at teir eru nøgdir. Undir øllum umstøðum er umráðandi hjá teimum at nøkur stig koma inn á kontina nakað skjótt, um so er, at teir framhaldandi ætla sær at verða verandi í deildini. FS Vágar-HB 1-4 (0-0) [...] higartil. Umskipað HB-lið Tí sóu tey í HB tað helst sum eitt gott høvi, at liðið nú skuldi á vitjan hjá botnproppinum. Ein trivaligur sigur var kanska í væntu, soleiðis at bronsuplássið um ikki annað kundi
Winther segði at hann vónaði, at tað fór at bera til at skapa skúlanum í Suðuroy betri umstøður. Tað, hann sipaði til, er ætlanin at byggja ein nýggjan miðnámsskúla íVági. Og tað skilst, at tað gongur framá [...] førleikunum eru evnini at læra at læra ein av teimum týdningarmestu, segði Mads A Winther í røðu síni fyri studentunum. Hann segði, at fyri at hetta skal eydnast, er tað neyðugt, at næmingarnir hava eitt [...] fyri at hava tað, er at arbeiðsumhvørvið er gott hjá øllum á skúlanum, eisini lærarunum. ?Tað góða umhvørvið skal stuðla undir frálæruhættir og menna tykkara evni til sjálvi at leita sær lærdóm so at hendan
umrøðu. Tað má so vera at býta høvdið av allari skomm, at Eivind torir at úttala seg um at hava umsorgan fyri okkara gomlu. Hetta, at ein komuna kennir tað sum sína allarfremstu ábyrgd at gera alt, ið gerast [...] gerast kann, fyri tey gomlu í komununi, mátti verið so sjálvsagt. Tað eru tey gomlu, ið hava skapt allar teir frálíku karmar, ið vit yngru í dag njóta gott av. Í staðin fyri at rokna tey gomlu sum eina fíggjarliga [...] fíggjarliga byrðu fyri komununa, so áttu tit, sum í dag ráða fyri borgum at sæð tað sum ein heiður at skipað soleiðis fyri, at øll gomul í sóknini fáa eini virðilig ellisár. Sjóvar kommuna var í samstarvi
tá hann var í Føroyum herfyri, at norðmenn áttu søguligan rætt til svartkjaftin. -Vit hava verið við at veiða svartkjaft frá byrjan og vit kunnu slett ikki ganga við bert at fáa tillutaðan ein lítlan part [...] møguligt at fáa uppspurt um gongd er á. Andras Kristiansen, fiskifrø.ðingur, ið starvast í Fiskimálastýrinum, umboðar Føroyar. Tvídrátturin er serliga millum ES og Noregi. ES slett ikki ganga við til, at Noreg [...] -Skulu londini hava tað tey ynskja, so gevur hetta í vanligari prosentrokning langt omanfyri 100 prosent. Allir mugu slaka, tí vit mugu niður á 100 prosent. Sosialurin skilir, at føroyska kravið til sv
herfyri, at norðmenn áttu søguligan rætt til svartkjaftin. -Eg haldi at uppskotið hjá ES til ein býtislykil, har Noreg bert fær 12 prosent av kvotuni er heilt órímiligur. Vit hava verið við til at fiska [...] Niclasen visti nakað, men hann sigur, at kemur onki burturúr á hesum fundinum, so kann henda, at kallað verður samam til nýggjan fund, har politikkararnir koma saman. Av tí at ongin semja er enn funnin um, hvussu [...] null loysn. ICES sigur greitt at bann eigur at vera sett fyri allari svartkjafta veiðu til ein semja er fingin millum londini um býtislykilin, og tað merkir ikki tað sama sum at øll svartkjaftaveiða steðgar
meistari fyri seinna málinum, eftir at hann var vorðin púra leysur í brotsteiginum. Gylta løtan Vágbingar vóru sera ágangandi fyrsta korterið. Tá var tað, at teir áttu at havt avgjørt. So gjørdist tað meiri [...] Tað er ikki ókent, at eitt lið, sum hevur stóra altjóða avbjóðing fyri framman, heilkiksar. Tað hevur fleiri ferðir verið at sæð uttanlands, og í Føroyum er hetta meiri enn so komið fyri. Men tað var [...] fullkomuliga skelkandi, at vágbingar sunnudagin skuldu tapa í Miðvági. Hóast talan hevur verið um framgongd, so hava ongar ábendingar tær síðstu vikurnar verið um, at vágaliðið skuldi ogna sær stig undan
ongan hátt at nerva føroyska avrikið, og leingi tóktist eisini greitt, at júst hesi bæði liðini vóru tey sterkastu. Eingi av hinum komu nærhendis karakterunum hjá føroyingunum og Jersey, og eftir at Isle of [...] Bert spell at hetta ikki sæst aftur í hagtølunum, sum verða førd fyri Oyggjaleikirnar. Har fer framyvir at standa, at Isle of Man vann liðkappingina hjá monnum í 2001, og so hjálpti tað lítið, at hallarvarparin [...] tóktist tað løgið, at Man-búgvar høvdu somikið betri karakterir á gólvinum, tí flestu í høllini vóru samd um, at teir stóðu seg betri í lopunum, og tískil fór eisini alt fyri eitt at lukta av einari skipaðari
Henrik, at tað væl kann vera ein blanding av báðum. - Eg haldi kortini, at hetta í øllum førum vísir, at tað nú er tíð til at innføra nýtsluna av altjóða reglunum. Tað vildi í øllum førum tryggjað, at rætti [...] tó legði afturat, at hann vónaði at rætti venjarin verður funnin, tá kappast verður mikudagin. Landsliðsvenjarin er ikki í iva um, at reglurnar fyri fimleik á Oyggjaleikunum eiga at altjóðagerast [...] i í fimleikinum fyri manslið við sær, at Føroyar máttu taka til takkar við øðrum plássi. Ein av orsøkunum til, at hetta lat seg gera hjá dómarunum tykist vera, at reglurnar fyri fimleik á Oyggjaleikunum