Kári Hansen,
keypm á Strondum
??????????????????
Nú um dagarnar var aftur eitt skriv frá Eivindi Jacobsen, borgarstjóra á Strondum. Hesaferð er tað umsorgan fyri okkara eldru ið er til umrøðu.
Tað má so vera at býta høvdið av allari skomm, at Eivind torir at úttala seg um at hava umsorgan fyri okkara gomlu.
Hetta, at ein komuna kennir tað sum sína allarfremstu ábyrgd at gera alt, ið gerast kann, fyri tey gomlu í komununi, mátti verið so sjálvsagt.
Tað eru tey gomlu, ið hava skapt allar teir frálíku karmar, ið vit yngru í dag njóta gott av.
Í staðin fyri at rokna tey gomlu sum eina fíggjarliga byrðu fyri komununa, so áttu tit, sum í dag ráða fyri borgum at sæð tað sum ein heiður at skipað soleiðis fyri, at øll gomul í sóknini fáa eini virðilig ellisár.
Sjóvar kommuna var í samstarvi við Skála kommunu um eitt eldrasambýli á Skála. Tað vóru so nøkur av okkara bygdagólkum, ið fingu innivist har, teir seinastu dagar tey áttu her á fold. - Síðani kom split í, býttheit og stoltleiki frá tveimum høvuðkambum endaði so við, at Sjóvar kommuna tók seg burturúr. - Tá varð útalað, at strandingar skuldu klara síni viðurskifti sjálvir.
Farið er um longsta dag ár 2001, og tey gomlu í Sjóvar komunu eru fullkomiliga slept upp á fjall. - Og tað ringasta av øllum er, at borgarstjórin næstu fýra árini er sami Eivind Jacobsen, sum onki hevur klárað at gjørt fyri tey gomlu - og heldur ikki fer at megna at gera nakað so leingi, hann situr í borgarstjórasessinum.
Tað sær út sum, at Eivind hevur átikið sær lutin sum eitt slag av chefideologi hjá Sambandsflokkinum. - Eg veit ikki, um hetta er nýggjur sessur innanfloks, men um so er, so er tað ikki rætti maðurin, ið situr í honum.