Tað er ikki ókent, at eitt lið, sum hevur stóra altjóða avbjóðing fyri framman, heilkiksar. Tað hevur fleiri ferðir verið at sæð uttanlands, og í Føroyum er hetta meiri enn so komið fyri.
Men tað var fullkomuliga skelkandi, at vágbingar sunnudagin skuldu tapa í Miðvági. Hóast talan hevur verið um framgongd, so hava ongar ábendingar tær síðstu vikurnar verið um, at vágaliðið skuldi ogna sær stig undan summarsteðginum.
VB var á odda 2?0, tá tíggju minuttir vóru eftir, og tað var púra óhugsandi, at roynda meistaraliðið skuldi kiksa so, sum teir kortini gjørdu.
Vágbingar høvdu allar møguleikar fullkomuliga at taka allan spenningin burtur. Í 1. hálvleiki komu teir á odda 1?0, tá Jón Pauli Olsen við skoti úr vinstru rakti í beinið á verjuspælara, so bólturin snýtti Arturas Ramoska, sum annars var ein góður aftasti skansi hjá FSV. Og so var tað, at VB í 1. hálvleiki hevði tríggjar risa møguleikar at skora bæði tvey og trý mál afturat, men Robert Cieslewicz og Palli Augustinussen sendu úr fullkomuliga leysum støðum, tá eisini Ramoska var úti av spælinum, í tvørtræið.
Vágbingar iðraðu seg um søplaðu møguleikarnar, men tá teir í sera tama 2. hálvleiki øktu til 2?0, var ikki neyðugt at harmast so almikið. Miðvingurin í VB, Birgir Jørgensen, sum hevur skorað so at siga hvørja ferð, síðani hann aftur gjørdist fastur maður hjá vágbingum, var meistari fyri seinna málinum, eftir at hann var vorðin púra leysur í brotsteiginum.
Gylta løtan
Vágbingar vóru sera ágangandi fyrsta korterið. Tá var tað, at teir áttu at havt avgjørt. So gjørdist tað meiri javnt, og bæði Birgir Joensen og Kim Poulsen høvdu møguleikar, sum heimaliðið kundi havt skorað uppá. Birgir lobbaði upp um Bjarna Johansen og við síðuna av málinum, og Kim Puolsen sendi skeivu megin stólpan.
Tá havt verður í huga, hvussu tað nógvu tær seinastu ferðirnar hevur roynst hjá FS Vágum í seinna umfarinum og serliga í síðstu løtuni, so hevði tað ivaleyst verið rætt av VB í 2. hálvleiki at sett FSV undir trýst og harvið kroyst teir at gera mistøk. Men tað gjørdi VB ikki. Í staðin lótu teir tað ganga fyri seg, soleiðis sum heimaliðið vildi, og síðstu tíggju minuttirnar vóru meistararnir sektaðir. Ikki bara eina ferð, men bæði tvær og tríggjar ferðir. Harvið vóru øll stigini eftir í Vágum, og VB tykist fyribils at hava mist alla vón um tvey tey ovastu plássini.
Sonni Johansen og Tór?Ingar Akselsen vóru meistarar fyri fyrsta málinum. VB verjan tóktist illa skipað, tá tríggir spælarar eltu Sonna, sum snaraði út frá, áðrenn hann spældi Tór?Ingar, sum var púra blankur dygst úr málinum. Hannus Olsen javnaði úr ellivu metrum. Aftur var Tór?Ingar høvuðsleikari, tá verjan tók beinini undan honum.
Og í evstu løtu fekk heimaliðið sigursmálið, meðan vágbingarnir vóru púra skelkaðir. Aftasti maður hjá FSV, Jákup Joensen, sum ikki hevur spælt so nógv, sendi ein langan bólt fram á VB hálvuna. Tór?Ingar var hægstur og snittaði við høvdinum víðari. Aftur sviku eftiransingarnar, soleiðis at bæði Kim Poulsen og Sonni Johansen vórðu púra leysir, tá hesin seinni nevndi skoraði sigursmálið.
Vágbingur í FSV
Omanfyri nevndu vit, at ein vágamaður, Birgir Jørgensen, var í VB álopinum, og at hann skoraði annað málið.
Merkisvert var tað, at ein vágbingur í 2. hálvleiki varð settur inn á liðið hjá FSV. Talan var um Per Joensen, sum hevur spælt nógv á næstbesta liðnum hjá VB. Hann hevur síðstu tíðina verið nógv í Vágum, har hann hevur nýtt høvið at venja við FSV, og sunnudagin varð hann fyri fyrstu ferð settur á vøllin. Støðan var 1?0 til barndómsfelagið hjá Peri, tá hann kom inn, men nýggja felagið hjá honum vann 3?2.
FS Vágar: Arturas Ramoska ? Ruslan Screlea, Jákup Joensen, Poul Kjartan Thomsen ? Kim Poulsen, Tór?Ingar Akselsen, Hannus Olsen, Jón Nielsen, Jack Johansen ? Birgir Joensen, Sonni Johansen
VB: Bjarni Johansen ? Marner Richard, Eyðun Jacobsen, Magni Jacobsen ? Palli Augustinussen, Marek Wierzbicki, Jón Gærdbo, Tórður Holm, Jón Pauli Olsen ? Robert Cieslewicz, Birgir Jørgensen