Kapping um skúla í Suðuroy

Í heyst verður arkitekta-kapping um tann nýggja miðnámsskúlan, sum skal byggjast í Vági


 

Skúlabygging


Tað gongur støðugt framá við arbeiðnum at fyrireika byggingina av nýggja miðnámsskúlanum, sum skal byggjast í Vági.

Studentaskúlin í Vági hevur húsast undir sera vánaligum korum og hann heldur til í fleiri húsum, sum ikki eru gjørd til endamálið og sum heldur ikki eru so væl hóskandi, sum tey áttu at verið

Miðnámsskúlin í Suðuroy er ein deild undir studentaskúlanum í Hoydølum og tá ið studentarnir í Suðuroy fingu prógvini handað mikudagin, var skúlastjórin, Mads A. Winther í Vági og helt røðu fyri teimum nýklaktu pisunum.

?Umframt fakliga vitan, skulu næmingarnir eisini hava eina røð av førleikum. Av teimum førleikunum eru evnini at læra at læra ein av teimum týdningarmestu, segði Mads A Winther í røðu síni fyri studentunum.

Hann segði, at fyri at hetta skal eydnast, er tað neyðugt, at næmingarnir hava eitt gott umhvørvið.

? Ein fortreyt fyri at hava tað, er at arbeiðsumhvørvið er gott hjá øllum á skúlanum, eisini lærarunum.

?Tað góða umhvørvið skal stuðla undir frálæruhættir og menna tykkara evni til sjálvi at leita sær lærdóm so at hendan prosessin kann halda fram alt lívið, sama hvat starv tit fáa.?


Arkitektakapping

Mads A. Winther segði at hann vónaði, at tað fór at bera til at skapa skúlanum í Suðuroy betri umstøður.

Tað, hann sipaði til, er ætlanin at byggja ein nýggjan miðnámsskúla íVági.

Og tað skilst, at tað gongur framá við arbeiðnum at byggja skúlan

Mads A. Winther segði, at fyrireikingin er komið so mikiå væl áleiðis, at nú í september verður arkitektakapping útskrivað at byggja skúlan.

Grundstykkið er fingið til vega, tað er beint vestanfyri bygdina, omanfyri Vatnið og har skal skúlin so byggjast.

? Vónandi verður hildið á við arbeiðnum, so at ætlanin ikki dettur niðurfyri, men at skúlin verður bygdur, segði skúlastjórin.

Hann legði eisini stóran dent á, hvussu stóran týudning tað hevur, at studentaskúlin er í Suðuroynni.

?Hann ger, at tað ber til hjá ungdóminum at verða verandi í heimliga umhvørvinum tey kvæmu árini frá 16-19 ár.

?Við at vera her, geva tit tykkara íkast til tað lív, sum er her á staðnum og tann dynamikk, sum ungdómur gevur einum samfelag.

? Uttan tykkum hevði verið tómligt í Suðuroynni, segði Mads A. Winther.


a