er sloppið undan teimum herviligu fiskasjúkunum, sum hava rakt alivinnuna, og harvið eisini smoltstøðirnar. Ein av orsøkunum kann vera, at støðin liggur so avbyrgd, og at smittuvandin tískil er avmarkaður [...] konufólk, sum ansa rognum, larvum og ungfiski á virkinum. Guðrun kulsar. -Tað er so hundakalt, sigur hon, meðan tær súgva nakrar deyðar larvur upp úr einum kari. Ein av 18 Koyrir tú til Norðradals so langt [...] slíkum slagi, sigur Pauli, sum mangan noyðist at dúva uppá arbeiðsleys í ALS til slík fyribilsstørv. -Tey fáa jú tað sama útgoldið frá landinum, sum at ganga her ein mánað. So tey eru líkaglað. Tað líkist
verið so nervøs, sum eg var undan kappróðrinum á jóansøku. Tá ið tú rør, er tað bara ein róður, men her skuldi eg siga frá øllum róðrunum, og eg kláraði ikki at vera so nøkulunda rólig, fyrr enn bara tveir [...] tað egnaði eg meg ikki til, so eg fór av. So var eg biðin um at koma við sum róðurskvinna, og tað var eg so líka til 2004. Onkra hendinga stevnu havi eg tó róð, sigur Solby. Sum ítróttarfólk hevur hon hildið [...] kappróðurin í ár vera sera spennandi. Tað er nógv stuttligt, at vinnandi bátar eru á so nógvum plássum í Føroyum, og at bara fáir róðrar eru avgjørdir frammanundan. Um hon so fer sum útvarpsfólk ella
deildarliðnum ímóti FC Suðuroy. So faktiskt havi eg bara vant eina ferð, áðrenn vit nú fóru í Gundadal, greiðir Egil á Bø frá. HB hevði bóltin meiri enn gestirnir, sum tó vóru vandamiklir í einstakum [...] á Bø. Fyri einum góðum mánað síðani fylti hann 39 ár. At hann fyri stuttum er vorðin pápi eina ferð aftrat var ein av orsøkunum til, at hann ikki ætlaði sær at spæla í fremstu røð í ár. – Eg havi spælt [...] nógv og spælir væl. Hóast tað vóru onkrar vandamiklar støður, so var tað ongantíð soleiðis, at vit ikki høvdu tak á tí, sigur Egil á Bø, sum rósar Marna Djurhuuus í miðverjuni og verjukendu miðvallarunum
Danmark, so vónandi kunnu teir veruliga gera um seg. Malan er ein av stinnastu svimjarunum í Danmark í sínum aldursbólki, og er so heilt víst ein svimjari, sum vit kunnu fáa gleði av á landsliðnum. Og so vænti [...] hetta seg ikki gera, og tað haldi eg avgjørt vera spell, tí verða metini betra, so viðførir hetta hægri krøv til heimligu svimjararnar, og tað kann so bara vera við til at hækka støðið. Vansin í hesum er [...] venja, og vónandi kann hetta vera eitt skump rætta vegin. Í Klaksvíkini eru tey nú eisini um at sleppa í gongd aftur við svimjingini, og tað verður so avgjørt eisini nakað, sum kann seta ferð á. Tað er
til. Tað er ein partur av spælinum. Men tað er ein hending uttanfyri vøllin í 2009, sum fall saman við, at Christian Høgni ikki fekk landsliðsboð, ið Christian Høgni minnist best, og sum kom at hava avgerandi [...] boðini, so spæla vit í Streymnesi í móti EB/Streymi. Kerr er til staðar og eg geri tvey mál. Landsliðið var tó úttikið, so eg skuldi ikki við avstað nakrar dagar seinni. Men so hendir tað, at pápi mín doyr [...] stríðast fyri felagið og meg, so er tað eg, sum standi við evstu ábyrgdini. Eg havi fulla ábyrgd nú, og tað er gevandi. ÍF Føroyar er eisini spennandi á tann hátt, at hetta er sum eitt landslið. Her koma leikarar
hevur arbeitt sum journalistur í mong ár og Sue, eiga tvey børn; Amandu, sum er 31 ár og starvast sum journalistur á einum lokalum blaði og Neil, sum er 28 ára gamal. Hann er við eini ferju, sum siglir millum [...] fyrr í summar hevði ein bretskur hermannasonur, David McDine, eina eftirlýsing eftir eini føroyskari familju á Toftum, sum hevði verið so góð við pápan, tá ið hann var í Føroyum sum hermaður í 1942 og 1943 [...] verður, at tað var ein ógvuliga ovfarin McDine, sum saman við mongum øðrum úr familjuni hjá Magnusi og Onnu Elisabeth á Toftum hendan góðveðursdag stóð niðanfyri húsini, har pápi hansara sum hermaður fyri seksti
Caix í Fraklandi og kann gera stórt sæð tað við sína tíð, sum líkar honum... fara á stuttleikaveiðuferð, sigla við seglbátum, spæla golf, ferðast verðina runt... kann ein slíkur maður, sum hevur alt hetta [...] donskum fjølmiðlum, tí flestu álopini á hann tykjast so ósaklig og so óneyðug. Ákærurnar røkka nógv longur enn bara tað, sum maðurin hevur úttalað seg um. Ein ? kanska heldur óumhugsað ? viðmerking til eitt [...] privilegium til tey kongaligu - so tað kunnu tey ikki lasta mannin fyri. Einasta, hann hevur gjørt ?galið?, er at vera ein útlendingur, sum forelskaði seg í einari kvinnu, sum tilvildarliga skuldi verða drottning
Vesturhavið. Tó kann kennast trupult at vera listamaður í oynni. - Keðiligt er tað, at í Suðuroynni er eingin handil, ið hevur útgerð til ein listamann. Hetta sakni eg, sigur Torkil. Minnist langt Sum barn og [...] ringar undir krígnum og arbeiði var einki. Eg koyrdi olju og var millum teir fyrstu, sum hevði bil, sum hevði last, sum kundi vippa, greiðir Torkil frá. Í dag er Torkil Strøm í Vági 86 ára gamal og ristist [...] væl hjá honum í byrjanini, so eg royndi at hjálpa honum við at fáa luftina, sum hon skuldi vera. Á henda hátt byrjaði eg sjálvur at mála, greiðir Torkil skemtandi frá. Torkil hevur ikki verið á skúlabeinki
endar yrkingin sum eitt orða- ella myndasalat, sum eg ikki kann bjóða lesararnum, sigur Pia Tafdrup, og ásannar, at tað altíð vilja vera orð, sum ikki so lætt lata seg kveista burtur. - Ein svenskur yrkjari [...] Yrkingar eru ein máti at hvessa sansirnar og fáa eitt nýtt innlit í heimin. Bara tað, at ein yrking setur ferð á ein nýggjan tanka hjá lesararnum, er nakað av tí størsta, ein yrkjari kann uppliva – í síðsta [...] um úrslitið verður ein skaldsøga, ein sjónleikur, yrkingar ella okkurt annað – ein fatan, Pia Tafdrup tvíheldur um. - Fólk, sum eru dement, uppliva jú bara heimin í smáum brotum, og tað var sambandið millum
Tá ið man so skuldi avskipað fiskin umborð í damparan, fór mest sum tað sama fram, bara í øvugtari raðfylgu. Men hóast tað, so dámdi mær hetta lívið. Tað var ikki bara sleip, sum tað kann ljóða. Tað vóru [...] skipið sjaskveður, so koyggjurnar, sum vóru gjørdar í lastini, skramblaðu niður. So har hevur helst verið eitt vánaligt skil. Tá hugsaði man ikki so nógv um tílíkt, tað var bara so. Men hevði tað verið [...] men sum nevnt vóru trupulleikarnir nógvir. Fyrst flytingin úr Ravnsoynni, so aftur at flyta úr tí skúrinum, sum vit fyrst komu til. Síðani ein vánalig strond, útgrunt sum tað var. Tað var ein tríkantur