umstøður, sigur Ann-Mari. Og so vísir hon samstundis á, at nógv er lagt fyri í royndunum at lyfta leikin á sama støði, sum umstøðurnar leggja upp til. – Vit hava fingið Elin á Rógvi at leikstjórna. Gunn R. Joensen [...] almenninginum. Tá tær eru av – er so alt liðugt á hesum sinni? – Tað er tað á sín hátt. Og í øllum førum byrjar vanliga skúlagongdin tá aftur. Og hvussu fara næmingarnir so at taka ímóti tí veruleikanum? – [...] eisini at gera nakrar heldur øðrvísi skúladagar, har tað ikki var lesing, rokning og bøkur, ið vóru á skránni. – Ein sangleikur hildu vit vera eitt gott hugskot, og tað eydnaðist okkum eisini at fáa leiðsluna
sigur, at nú er mamma deyð. So hetta vóru syrgilig boð at fáa júst komin at húsum. Eg minnist, at vit settu okkum á ein stein at kúra. Læknin hevði verið hjá mammu, og hann hevði sagt um mammu, at nú var [...] varnast, at teir eru við at fara á flesjarnar, sum eru 4 fjórðingar suður úr Suðuroynni. Skiparin sprakk upp og gav boð um at seta bátin út, og seks mans fóru til árarnar. Hann hugsaði sum so, at teir kundu [...] sleipa sluppina so mikið, at teir sluppu frá Flesjunum. Men vestanaldan var so tung og streymurin so harður, at har gjørdist einki. Nú hoyra teir dun av brimi, og nú var at bera skjótt at. Tá rópaði skiparin
hesum viðfangi er vert at nevna, at Daniel hevði ring knø nógv tey seinastu árini, var illa gongdur, og at enda heilt koyristólsbundin inni á Ellisheiminum Hrafnistu, møddur á at líta, ørkymlaður og vilstur [...] hvøkkinum, og ikki ber til at siga annað, enn at tað er torført og mangan fløkjaslig at liva í eini ljóðleysari verð, og tað tekur ið hvussu so er sína tíð at laga seg eftir slíkum. Eg veit ikki reiðiliga [...] Sjálvur var hann skjótur at laga seg eftir teirri nýggju tøknini og at gagnnýta hana, eitt nú var hann kringur á netinum og hugdi nógv eftir tekstaðum norrønum sjónvarpi og ferðaðist á tann hátt í huganum
metir, at teir spælararnir, ið vóru á bonkinum ikki kundu gera tað betri enn teir, sum vóru á vøllinum, so kann landsliðsvenjarin ikki hava stórt álit á teimum. Hann segði eftir dystin, at hann vildi [...] eitt føroyskt lið verið so illa skipað og spælt við so lítlum geisti, sum føroyska liðið gjørdi niðri í Eysturríki fríggjakvøldið. Tað er ilt at hugsa sær, at hesir fáa pengar fyri at sparka, tí teir sóu [...] sóu als ikki út til at vilja vera á vøllinum. Ongin leiðari var at síggja á vøllinum. Verjan var í jólagávuhýri og miðvøllurin rann undan, heldur enn at renna eftir bóltunum. Álop – ja tað høvdu vit einki
henda dagin var á útróðri við Cheerful. Ein av manningini var Ove Leo, svágur mín. Tað var eisini um reppið, at teir ikki fóru á land á Sumbiarhólmi. Tá ið teir vóru komnir heim vóru framvegis á midnátt fýra [...] Porkeri til nú, so lítið av fiski er at fáa. Ikki minst var nógvur útróður undir krígnum, og tað var nógv fólk til arbeiðis. Tað vóru eisini so fáir menn við hvørjum skipi, at tað var ikki lætt at fáa kjans [...] Men at rógva út kundu allir fara. Eg fór at rógva út, tá ið eg var 13 ár. Tað var so nógvur fiskur at fáa Tíðin nærkaðist, at eg skuldi fara úr skúlanum, men vit gingu ikki í skúla hvønn dag, so tað vóru
Tá øll nú eru so fegin um, at dómararnir hava valt at geva spælararunum rúm at skumpa eitt sindur og vera menn, so tað eitt sindur hugstoytt, at menn ikki taka ábyrgdina á seg og duga at steðga áðrenn [...] tá valdi dómarin ikki at sekta, umframt at Súni Olsen hevði dundurskot á tvørstongina. Í staðin fyri, at B36 javnaði, so endaði tað við útvísing og tapi. Lukasz Cieslewicz, Jákup á Borg og Adeshina Lawal [...] bólkinum, sum roynir at elta fýra tey fremstu liðini í landskappingini, men heldur skaðalistin fram at verða langur, og dystirnir blíva við at koppa til mótstøðuna, so er vandi fyri at kappingarárið hjá B36
reint vatn, at dykra ymsan góðan mat, bæði til at eta sjálvi og at selja. Og vit læra fólk at lesa og skriva, sigur Gimmi Olsen. Eitt annað hevur verið at lært fólk at verða lærarar, uttan at skula ganga [...] suður, til vit vórðu biðin um at fara úr landinum, sigur Gimmi Olsen. Men hetta var so nakað, tey vóru fyrireikað upp á. - Missiónin hevði sagt, at tá kríggið brestur á, so verða tit tikin úr landinum. [...] vit vóru í høvuðsstaðnum og skuldu keypa inn, ivaðist Karina í, hvussu neyðugt tað var at keypa stórt inn. Hon kendi á sær, at hetta fór at vera stokkut, sigur Gimmi Olsen. Umheimurin vildi royna at finna
hann at vera rættiliga virkin, tí honum dámar væl at koyra á. Í hesum sambandi bæði rann og hann sparkaði hann. Men tað var á vári í 2010, at hann fór at føla seg illa. - Eg legði til merkis, at eg orkaði [...] eisini. Hann sigur, at tað gingu ikki nógvir dagar, so fekk hann boð at møta í røntguni á Landssjúkrahúsinum. - Longu dagin eftir ringdu tey aftur eftir mær og bóðu meg koma útaftur á Landssjúkrahúsið og [...] bíðaði eftir at sleppa í viðgerð, fall vektin heilt niður á 59 kilo, so eg misti eini 20 kilo –og tað sást á mær. Hóast Magnus sigur, at hann er positivur av lyndi og ikki ivaðist í, at hann fór at klára
bara heita á fólk um at lata vera við at fjasa við fartelefonina, meðan tey koyra bil. Kanningar hava víst, at tað svarar til at koyra við eini promillu á millum 0,5 og 0,8. Tað eiga fólk at hava í huganum [...] 08:40, HN753 á veg norðureftir. So eru teir í Sandoynni, akkra komnir suður. Stutt og greið boð, øll við sama endamál. Nevniliga at ávara fólk, soleiðis at tey ikki verða tikin av løgregluni, tá hon ger [...] snøgt sagt ikki at síggja endamálið við einum slíkum bólki. Hatta kann illa tulkast øðrvísi enn at eggja fólki til at bróta lógina, sigur Jan Fossaberg. Stigtakari og stovnari av bólkinum á Facebook, John
og legði B36 á 3-2. Fagnaðurin var at fáa eyga á. Alt B36-húsið var á gosið, meðan spælararnir hoppaðu í ein trunkað frammanfyri fyri húsinum. Tveir minuttir fyri tíð megnaði HB so at javna til 3-3 [...] 2-0 og HB sat tungt á dystinum. Tað er áleið nú, at tey flestu liðini høvdu mist mótið – men ikki B36. B36 svarar aftur Í staðin fyri at sígga veruleikan í eyguni, so fór B36 at spæla fótbólt. Góðan [...] allir til eitt 5-tal. Umframt teir, so vóru eisini fleiri onnur góð avrik á vøllinum og talan var um eina góða grannauppgerð. Hetta er onnur grannauppgerðin á rað, at áskoðararnir hava fingið nógv fyri