Slepp undan politinum

1500 føroyingar eru limir í Facebook bólki, har teir ávara hvønn annan um ferðkanningar hjá politinum. – Bólkurin kann illa tulkast øðrvísi enn at eggja fólki til at bróta lógina, sigur ferðslupolitiið. Stigtakarin verjir seg við, at talan er um eitt fyribyrgjandi átak.

Teir standa í brekkuni í Søldarfirði, 08:19. Standa í Skipanesi 21:25. Saltangará 14:40, ein UNI goymir seg við Miðberg. Paragraf 13 í Klax, við Alfa Bókhandil. Kollafjørð 08:40, HN753 á veg norðureftir. So eru teir í Sandoynni, akkra komnir suður.
Stutt og greið boð, øll við sama endamál. Nevniliga at ávara fólk, soleiðis at tey ikki verða tikin av løgregluni, tá hon ger sínar kanningar á føroysku vegunum.
Boðini verða givin í einum afturlatnum bólki á Facebook. Bólkurin nevnir seg stutt sagt ”Fartkontrol Føroyar.” Bólkurin lýsir seg sjálvan sum ein bólk, har limirnir kunnu boða hvørjum frá um ”razzia/eftirlit fyri ferð, trygdarbelti, parkering og ólukkur v.m.” Eisini verður dentur lagdur á, at limirnir geva stutt og greið boð, tá teir blíva ”vitandi um virksemi og aðrir vandar í ferðsluni,” sum tikið verður til.
Bólkurin hevur eisini ein strangan politikk fyri, hvør kann gerast limur í bólkinum. Sagt verður beinleiðis, at ikki er loyvt at ”adda” limir í bólkin, sum vilja mótarbeiða og einans hava til endamál at undirminera endamál bólksins.
Áhugin fyri bólkinum er somikið stórur, at har standa í løtuni útvið 200 fólk á bíðilista fyri at sleppa upp í part. Í løtuni er limatalið um 1500.

Politiið undrast
Hjá ferðslupolitinum hava tey hoyrt um bólkin.
- Jú, vit hava hoyrt um bólkin, men hava tó ikki gjørt nakað fyri at kann hann, sigur Jan Fossaberg, leiðari hjá ferðslupolitinum.
Jan Fossaberg ivast eisini í, hvat yvirhøvur ber til at gera fyri at steðga einum tílíkum bólki, sum livir sítt lív á Facebook.
- Eg veit satt at siga ikki, um hatta er at rokna sum ólógligt virksemi, sigur Jan Fossaberg og peikar á kringluta lóggávuverkið kring Facebook.
Men leiðarin hjá ferðslupolitinum hevur tó sínar meiningar um bólkin.
- Eg dugi snøgt sagt ikki at síggja endamálið við einum slíkum bólki. Hatta kann illa tulkast øðrvísi enn at eggja fólki til at bróta lógina, sigur Jan Fossaberg.
Stigtakari og stovnari av bólkinum á Facebook, John Johnsson, er rúkandi ósamdur.
- Nei, einki ólógligt er í hesum. Talan er um ein afturlatnan bólk, har vit upplýsa hvønn annan um, hvat hendir í ferðsluni, sigur John Johnsson og heldur fram:
- Bólkurin hevur eina fyribyrgjandi effekt. Tí veit eg, at politiið er á vegunum, so seti eg ferðina niður.
Ferðslupolitisturin keypir ikki argumentið:
- Heldur tú teg innan fyri lógarinnar mark, so hevur tú jú ikki brúk fyri teimum upplýsingum, sum bólkurin sigur seg kunna veita tær, sigur Jan Fossaberg.
John Johnsson steðgar á, tá vit fyrihalda honum tað.
- Jú, tað kanst tú kanska siga. Men tað er politiið, sum indivituelt ger av, hvønn man steðgar í eini ferðkanning. Og tí kanst tú vera tikin fyri at koyra 90 km/t, um ein politistur hevur ein ringan dag, meðan onkur annar strýkur beint ígjøgnum. Tí haldi eg, at vit eiga at vita tað, tá politiið ger sínar ferðkanningar, sigur John Johnsson.
Har stendur argumentatiónin – øðrumegin ein eggjan til at koyra ólógliga. Hinumegin upplýsingar um fyribyrgjandi effektina av at vita, at politiið nú er á vegunum.

Bjargni
Stovnarin av og oddamaðurin fyri Facebook bólkin ”Fartkontrol Føroyar”, John Johnsson, átti eitt skifti fyritøkuna Ansni, men fyri góðum ári síðani stovnaði hann sjálvur annar fyritøkuna Bjargni. Talan er um eina trygdarfyritøku, ið millum annað bjóðar sær til at ansa eftir ognum hjá fólki, fyritøkum og stovnum. Fyritøkan sigur síni ”kjarnuviðskiftafólk” vera almennir myndugleikar og vinnulív. Millum uppgávurnar hjá fyritøkuni er millum annað at hava vaktarhaldið við Tofta Skúla.
John Johnsson sær ongar trupulleikar í, at hann øðrumegin stendur fyri einum bólki, ið av politinum verður skýrdur at eggja fólki til lógarbrot, og hinumegin er knýttur at fyritøku, sum millum annað hevur til uppgávu at ansa eftir virðum og ognum.
- Nei, tað er kona mín, sum eigur Bjargni, og hon er eisini stjóri. Eg havi einki við fyritøkuna at gera, sigur John Johnsson avgjørdur.
Hann má tó viðganga, at hann sjálvur annar stovnaði fyritøkuna, saman við konuni.
- Jú, tú kanst væl siga, at eg eigi í, ásannar John Johnsson, tá vit fyrihalda honum faktuellu upplýsingarnar um fyritøkuna.
Hann tvíheldur tó um, at hann einki hevur við fyritøkuna Bjargni at gera.
- Eg dugi ikki at síggja, hví tú skal blanda Bjargni upp í hetta her, sigur John Johnson.

Boðini
Bólkurin ”Fartkontrol Føroyar” virkar sum kunnugt á Facebook, har limirnir geva hvørjum skjót boð um virksemi hjá politinum. Nýggjaru fartelefonirnar kunnu flest allar koblast beinleiðis á Facebook, og tí kanst tú geva og fáa boðini, meðan tú koyrir bil.
- Eg kann bara heita á fólk um at lata vera við at fjasa við fartelefonina, meðan tey koyra bil. Kanningar hava víst, at tað svarar til at koyra við eini promillu á millum 0,5 og 0,8. Tað eiga fólk at hava í huganum, sigur Jan Fossaberg.
Eisini her skjýtur John Johnsson aftur eftir politinum:
- Politiið hevur alskins útgerð í bilinum, fartelefonin er bara eitt av fleiri tólum, ið teir fengslast við í bilinum. So kann man spyrja, hvør er meira ”ándsfráverandi”, meðan man koyrir, sigur John Johnsson og førir fram, at eftir hansara tykki skulu øll vera líka fyri lógini.

Fyribyrgjandi
Afturvendandi argumentið hjá John Johnsson fyri Facebook bólkinum er, at hann hevur eina fyribyrgjandi effekt. Og hartil snýr bólkurin seg um nógv meira enn bara at ávara um ferðkanningar, sigur hann.
Hví er tað tín uppgáva, sum privatpersónur, at skipa fyri fyribyrgjandi kunning í ferðsluni?
- Eg havi so valt at gera henda bólkin. Vit kjakast um ferðslulógina, hvussu hon virkar og hvat kann broytast. Eftir okkara tykki eigur ferðslulógin at vera broytt á fleiri økjum, svarar John Johnsson.
Men hví so heitið ”Fartkontrol Føroyar.”
- Tað kemst av, at soleiðis eita líknandi bólkar aðrastaðni, eitt nú í Danmark. Har byrjar bólkurin við ”Fartkontrol”, og so heitið á staðnum, sigur John Johnsson.
Hann heldur tað eisini vera svínarí, at politiið stendur í sivilum bilum og ger ferðkanningar.
- Tað er eingin fyribyrging í, at politiið ger ferðkanningar á tann hátt. Tá fái eg illgruna um, at hetta snýr seg um statistikk, at politiið skal røkka nøkrum málsetningum, útskriva ávíst tal av bøtum og harvið skaffa inntøkur í statskassan, sigur John Johnsson.
Sambært honum er tað eisini orsøkin til, at Facebook bólkurin hevur valt at kunngera myndir og nummarplátur av sivilu bilunum hjá politinum.
Virksemi í bólkinum noyðir politiið at broyta atburð, ásannar Jan Fossaberg.
- Vit mugu bara flyta okkum skjótari og oftari. Vit kunnu ikki standa í sama stað og gera ferðmátingar, sigur Jan Fossaberg, sum ikki hevur so nógv til yvirs fyri bólkinum:
- Tað yvirraskar meg ikki, at hasir persónarnir hava handan hugburðin mótvegis politinum, sigur Jan Fossaberg, sum tó ikki vil útgreina orðini.